hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 8 av 27Esaias 17:8 Esaias
tá skulu tey ikki venda eygum sínum til altarini, ið hendur teirra hava reist, og ikki hyggja á tað, ið fingrar teirra hava fingið í lag, tað veri Asjerur ella sólstólpar.
Esaias 17:9 Esaias
Tann dag skulu hinir víggirdu býir Ísraels verða sum oyðitoftirnar í skógunum og á hæddunum, sum farið varð úr undan Ísraelsmonnum – og landið skal verða til oyðimørk.
Esaias 17:10 Esaias
Tí tú gloymdi Gud frelsu tínar og mintist ikki skýlisklett tín; tí plantar tú yndisligar urtagarðar og setur fremmandar kvistar í teir.
Esaias 17:11 Esaias
Sama dag sum tú plantar, setur tú garð rundanum, og hvønn morgun fært tú tað, ið tú hevur plantað, at blóma – men einki er at heysta heimsøkingardagin, táið pínan verður ógrøðandi.
Esaias 17:12 Esaias
Hoyr gnýið frá mongum tjóðum, tær brúsa sum havið! Hoyr dun tjóðflokkanna, teir dynja sum veldig vøtn!
Esaias 17:13 Esaias
Ja, tað dynur av fólkasløgum, sum mong vøtn dynja; men Hann hóttir at teimum, og tey flýggja langt burtur, fúka sum dumba á fjøllum fyri vindinum, sum dustskýggj fyri storminum.
Esaias 17:14 Esaias
Um kvøldið, ja, tá kemur ræðsla; áðrenn lýsir av morgni, eru teir ikki til longur. So gongur teimum, sum røva frá okkum; hetta er lutur teirra, ið okkum ræna.
Esaias 18:1 Esaias
Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia,
Esaias 18:2 Esaias
tú, sum sendir boð yvir um havið, í rørbátum yvir um vatnið! Farið avstað, tit kviku sendiboð, til hitt hávaksna fólk við glinsandi húð, til fólkið, ið tey ræðast víða um, hitt sterka og sigrandi fólk í landinum, sum áir streyma ígjøgnum!
Esaias 18:3 Esaias
Øll tit fólk heimsins, tit, ið á jørðini búgva! Táið merkið verður reist á fjøllunum, hyggið tá eftir, og táið hornið ljóðar, lurtið tá eftir!
Esaias 18:4 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg: Eg skal halda Meg kvirran og hyggja at í bústaði Mínum, táið sólin brennir sólskinsdag, táið skýggini senda døgg heystardag.
Esaias 18:5 Esaias
Tí áðrenn heystið er komið, áðrenn blómingin er at enda, og blóman er farin at búnast til vínber, sker Hann greinarnar av við víngarðsknívum, og kvistarnar høggur Hann av og beinir teir burtur.
Esaias 18:6 Esaias
Tey verða øll somul givin rovfuglum fjallanna og hinum villu dýrum landsins; rovfuglarnir skulu eiga har um summarið, og øll vill dýr landsins skulu hava tilhald har um veturin.
Esaias 18:7 Esaias
Á teirri tíð skulu verða bornar HARRANUM Gudi herskaranna gávur frá hinum hávaksna fólki við glinsandi húð, frá fólkinum, ið tey ræðast víða um, hinum sterka og sigrandi fólki í landinum, sum áir streyma ígjøgnum, – til staðið, har sum navn HARRANS Guds herskaranna býr, til Zionsfjall.
Esaias 19:1 Esaias
Spádómur um Egyptaland. HARRIN fer fram á løttum skýggi og kemur til Egyptalands; gudar Egyptalands skelva fyri ásjón Hansara, og hjørtu Egypta bráðna í brósti teirra.
Esaias 19:2 Esaias
Eg skal øsa Egypta móti Egypta, so teir berjast, bróðir við bróður og vinur við vin, býur við bý og ríki við ríki.
Esaias 19:3 Esaias
Andi Egypta skal svíkja innan í teimum, og ráð teirra skal Eg gera til einkis; teir skulu leita til avgudarnar og gandakallarnar, til teirra, sum mana upp deyð, og til spámenninar.
Esaias 19:4 Esaias
Eg skal geva Egyptaland hørðum harra í hendur, grummur kongur skal valda yvir teimum – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 19:5 Esaias
Vatnið í sjónum skal svinna burtur, áin skal grynnast og torna heilt upp.
Esaias 19:6 Esaias
Áirnar skulu stinka, streymar Egyptalands skulu minka og torna upp, rør og sev skulu følna.
Esaias 19:7 Esaias
Grasfløturnar fram við Nilá, á áarbakkanum, og alt dyrkilendið við ánna, skal torna upp, oyðast og hvørva.
Esaias 19:8 Esaias
Fiskimenninir suffa og syrgja, allir teir, ið kasta niður ongul á Nilá; teir, ið seta garn á vatninum, eru mótfalnir.
Esaias 19:9 Esaias
Til skammar verða tey, sum virka lín, og tey, sum veva fínt, hvítt toy.
Esaias 19:10 Esaias
Grundstólpar landsins eru niðurbrotnir; angist grípur øll tey, sum arbeiða fyri løn.
Esaias 19:11 Esaias
Einki uttan dárar eru høvdingarnir í Zoan; hinir vísastu ráðgevarar Faraos geva einki uttan býtt ráð. – Hvussu kunnu tit siga við Farao: „Eg eri ættaður frá vísmonnum, eg eri sonur kongarnar í forðum!“
Esaias 19:12 Esaias
Ja, hvar eru vísmenn tínir! – Lat teir kunngera tær og lata teg vita, hvat HARRIN Gud herskaranna ætlar at gera við Egyptaland!
Esaias 19:13 Esaias
Nei, dárar eru høvdingarnir í Zoan vorðnir, høvdingarnir í Nof eru sviknir; teir, ið vóru hornsteinar ættanna í Egyptalandi, hava fingið tað at villast.
Esaias 19:14 Esaias
HARRIN hevur givið teimum svimbulsanda; teir hava leitt Egyptaland á skeiva leið í øllum, tað ger, eins og drukkin maður sløðrar um í spýggju síni.
Esaias 19:15 Esaias
Einki skal eydnast Egyptalandi – hvat tað so ger – tað veri høvur ella hali, pálmi ella sev, ið ger tað!
Esaias 19:16 Esaias
Tann dag skal Egyptaland vera sum kvinnur; angist og ræðsla skal grípa tað fyri upplyftu hond HARRANS Guds herskaranna, sum Hann reiggjar móti tí.
Esaias 19:17 Esaias
Judaland skal vera Egyptalandi ræðsla; hvørja ferð onkur minnir tey um tað, skulu tey skelva fyri ráðnum, ið HARRIN Gud herskaranna hevur lagt móti teimum.
Esaias 19:18 Esaias
Tann dag skulu fimm býir í Egyptalandi tala tungumál Kána’ans og svørja um HARRAN Gud herskaranna; hvør teirra skal kallast undirgangsbýur.
Esaias 19:19 Esaias
Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.
Esaias 19:20 Esaias
Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey.
Esaias 19:21 Esaias
HARRIN skal gera Seg kunnigan fyri Egyptalandi, og Egyptar skulu tann dag læra HARRAN at kenna; teir skulu tæna Honum við sláturofri og matofri, teir skulu gera HARRANUM lyfti og halda tey.
Esaias 19:22 Esaias
HARRIN skal sláa Egyptaland – sláa og grøða; og táið tey venda við til HARRAN, skal Hann bønhoyra og grøða tey.
Esaias 19:23 Esaias
Tann dag skal lagdur vegur vera úr Egyptalandi til Assýria; Assýringar skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assýria, og Egyptaland skal tæna HARRANUM saman við Assýria.
Esaias 19:24 Esaias
Tann dag skal Ísrael vera sjálvurtriði, saman við Egyptalandi og Assýria – vera signing mitt á jørðini,
Esaias 19:25 Esaias
sum HARRIN Gud herskaranna signar við hesum orðum: Signað veri Egyptaland, fólk Mítt, Assýria, handaverk Mítt, og Ísrael, arvur Mín!
Esaias 20:1 Esaias
Tað árið ið Tartan kom til Asdod – ta ferðina ið Sargon kongur í Assýria sendi hann hagar, og hann herjaði á Asdod og tók býin –
Esaias 20:2 Esaias
um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: „Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!“ – Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur.
Esaias 20:3 Esaias
So segði HARRIN: „Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia,
Esaias 20:4 Esaias
so skal kongurin í Assýria fara við fangunum úr Egyptalandi og hinum burtfluttu úr Etiopia, bæði ungum og gomlum, naknum og skóleysum, við berum baki – Egyptalandi til vanæru!
Esaias 20:5 Esaias
Tá skulu teir ræðast og hava skomm av Etiopia, sum var vón teirra, og Egyptalandi, sum teir vóru stoltir av.
Esaias 20:6 Esaias
Og teir, sum búgva á hesi strond, skulu siga tann dag: „Hygg nú, hvussu teimum gekst, sum vóru vón okkara, sum vit leitaðu til eftir hjálp fyri at verða bjargaðir undan konginum í Assýria! – Hvussu skulu vit tá komast undan!““
Esaias 21:1 Esaias
Spádómur um havoyðimørkina.* Sum stormur, ið fer fram í Suðurlandinum, kemur tað úr oyðimørkini, úr hinum øgiliga landi.
Esaias 21:2 Esaias
Svár sjón er mær kunngjørd: „Ránsmenn ræna, hermenn herja! Fram, Elam, herja á, Media! – Hvørjum suffi geri Eg enda á!“
Esaias 21:3 Esaias
Tí skelva lendar mínar; verkir koma á meg sum á kvinnuna, ið føðir; eg ringist so, at eg hoyri einki, eg eri so ræðslusligin, at eg síggi einki.
Esaias 21:4 Esaias
Hjarta mítt er í ørviti, eg vil kódna av ræðslu; kvøldarstundin, ið mær longdist eftir, fyllir meg nú við angist.
Esaias 21:5 Esaias
Teir seta borðini fram, vaktin vakir; teir eta og drekka – „upp, høvdingar, salvið skjøldirnar!“