hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 6 av 27Esaias 11:7 Esaias
Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.
Esaias 11:8 Esaias
Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
Esaias 11:9 Esaias
Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.
Esaias 11:10 Esaias
Tann dag skulu heidningarnir leita til rótkvist Ísais, ið stendur sum hermerki tjóðanna, og bústaður Hansara skal vera dýrd.
Esaias 11:11 Esaias
Tann dag skal HARRIN eina ferð enn rætta út hondina, til at vinna Sær leivd fólks Síns, tey, sum bjargað verða úr Assýria, Egyptalandi, Patros, Etiopia, Elam, Sinear, Hamat og oyggjum havsins.
Esaias 11:12 Esaias
Hann skal reisa hermerki fyri fólkini, savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar.
Esaias 11:13 Esaias
Tá skal øvund Efra’ims halda uppat, og fíggindskapur Juda ikki vera longur; Efra’im skal ikki øvunda Juda, og Juda ikki goyma fíggindskap móti Efra’im.
Esaias 11:14 Esaias
Sum rovfuglar skulu teir stoyta sær niður á herðar Filistara fyri vestan; saman skulu teir ræna Eysturlendingar; á Edom og Móab skulu teir leggja hond, og Ammonitar skulu akta teir.
Esaias 11:15 Esaias
HARRIN skal turka upp vík Egyptahavs og við sterka stormi Sínum lyfta hondini móti Ánni;* Hann skal klúgva hana í sjey greinar, so ein kann fara um tær turrskøddur.
Esaias 11:16 Esaias
Lagdur vegur skal vera fyri leivd fólks Hansara, tey, sum bjargað verða úr Assýria – eins og var fyri Ísrael, tann dag tey fóru út av Egyptalandi.
Esaias 12:1 Esaias
Tann dag skalt tú siga: „Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg!
Esaias 12:2 Esaias
Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!“
Esaias 12:3 Esaias
– Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar.
Esaias 12:4 Esaias
Tit skulu siga tann dag: „Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt!
Esaias 12:5 Esaias
Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina!
Esaias 12:6 Esaias
Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!“
Esaias 13:1 Esaias
Spádómur um Bábel, sum opinberaðist Esaiasi, syni Amoz.
Esaias 13:2 Esaias
Reisið merki á naknum fjalli, rópið hart á teir, veittrið eftir teimum við hondini, so teir fara inn um portur valdsharranna!
Esaias 13:3 Esaias
Eg havi sjálvur givið vígda heri Mínum boð um at fara, ja, kallað kappar Mínar at tæna vreiði Míni, stoltu, fagnandi skarar Mínar.
Esaias 13:4 Esaias
Hoyr! Gangur á fjøllunum sum av nógvum herfólki! Hoyr! Óljóð av ríkjum, av fólkasløgum, sum streyma saman! HARRIN Gud herskaranna kannar herlið Sítt!
Esaias 13:5 Esaias
Teir koma úr landi langt burtur, frá enda himmalsins, HARRIN og vreiðiamboð Hansara, til at leggja alla jørðina í oyði.
Esaias 13:6 Esaias
Rópið og venið tykkum! Tí dagur HARRANS er nær, hann kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.
Esaias 13:7 Esaias
Tí verður hvør hond máttleys, og hvørt menniskjahjarta bráðnar.
Esaias 13:8 Esaias
Tey ræðast; verkir og kvalir grípa tey; sum kvinnan, ið føðir, ringjast tey; full av angist stara tey hvørt upp á annað; andlit teirra eru eldreyð.
Esaias 13:9 Esaias
Dagur HARRANS kemur, ræðuligur, fullur av bræði og brennandi vreiði, at gera jørðina til oyðimørk og týna syndararnar av henni.
Esaias 13:10 Esaias
Tí stjørnurnar og stjørnumerkini á himli skulu ikki lata ljós sítt skína; sólin er myrk, táið hon kemur upp, og mánin skínur ikki.
Esaias 13:11 Esaias
Eg skal heimsøkja jørðina fyri óndskap hennara og hini gudleysu fyri misgerð teirra, og Eg skal gera enda á stoltleika hinna freku og kúga hugmóð yvirgangskroppanna.
Esaias 13:12 Esaias
Eg skal gera fólk sjáldsamari enn fínt gull og menniskju sjáldsamari enn gull úr Ofir.
Esaias 13:13 Esaias
Tí skal Eg rista himmalin, og jørðin skal nøtrandi flyta seg úr staði undan bræði HARRANS Guds herskaranna, tann dag vreiði Hansara brennur.
Esaias 13:14 Esaias
Sum uppstygdar skógargeitir, sum seyður, ið ikki verður hildin saman, skulu tey leita, hvør heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvør til land sítt.
Esaias 13:15 Esaias
Hvør tann, ið afturfingin verður, skal verða stungin ígjøgnum, og hvør tann, ið tikin verður, skal falla fyri svørði.
Esaias 13:16 Esaias
Smáu børn teirra skulu verða sorað fyri eygum teirra, húsini rænd, kvinnurnar neyðtiknar.
Esaias 13:17 Esaias
Eg øsi upp Medarar móti teimum, teir, sum ikki leggja í silvur og ikki rokna gull fyri nakað.
Esaias 13:18 Esaias
Bogar teirra fella hinar ungu, lívsfrukt spara teir ei, børnum tykist eygum teirra ikki synd í.
Esaias 13:19 Esaias
Tað gongst Bábel, krúnu ríkjanna, stolta prýði Kaldearanna, sum ta ferðina Gud legði Sodoma og Gomorra í oyði.
Esaias 13:20 Esaias
Tað skal aldri í allar ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har; eingin Arabari skal reisa tjald sítt har, eingin hirði skal lata fylgi sítt hvíla har.
Esaias 13:21 Esaias
Nei, villdýr skulu liggja har, og húsini skulu fyllast av uglum; strutsar skulu búgva har, og skógartrøll hoppa um.
Esaias 13:22 Esaias
Úlvar skulu ýla í borgunum, sjakalar í lystarhøllunum. – Skjótt kemur tíð tess, ikki skal leggjast aftrat døgunum.
Esaias 14:1 Esaias
Tí HARRIN skal miskunna Jákupi og eina ferð enn útvelja Ísrael. Hann skal lata tey seta búgv í teirra egna landi, og fremmand skulu sameinast við tey og halda seg til hús Jákups.
Esaias 14:2 Esaias
Fólkasløg skulu taka tey og flyta tey heimaftur, og hús Ísraels skal í landi HARRANS taka fólkasløgini í ogn sum trælir og trælkvinnur; tey skulu gera tey til fangar, sum tey vóru fangar hjá, og ráða yvir valdsharrum sínum.
Esaias 14:3 Esaias
Tann dag HARRIN gevur tær hvílu eftir møði og angist tína og eftir hin harða trældóm, ið á teg var lagdur,
Esaias 14:4 Esaias
skalt tú taka upp hetta háðkvæði um kongin í Bábel: „Hygg, hvussu endaði við valdsharranum, við pínustaðnum!
Esaias 14:5 Esaias
HARRIN hevur brotið stav hinna gudleysu, kongastav valdsharranna,
Esaias 14:6 Esaias
sum í vreiði góvu fólkasløgum eitt slagið fyri og annað eftir, sum í illsinni kúgaðu fólkini og jagstraðu tey og spardu ikki!
Esaias 14:7 Esaias
Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.
Esaias 14:8 Esaias
Um tað so eru sypristrøini, gleðast tey yvir tær, eisini sedristrøini á Libanon: „Síðani tú falst og vart liggjandi, kemur eingin niðan at fella okkum!“
Esaias 14:9 Esaias
Órógv kemur í deyðaríkið har niðri fyri tína skuld, táið tað tekur ímóti tær; fyri tína skuld vekur tað upp deydningar, allar høvdingar jarðarinnar; tað fær allar kongar tjóðanna at reisast úr hásætum teirra.
Esaias 14:10 Esaias
Teir taka allir til orða og siga við teg: „Og tú ert eisini vorðin máttleysur sum vit, tú ert vorðin okkum líkur!“
Esaias 14:11 Esaias
Niður í deyðaríkið er dýrd tín stoytt, ljóðið av hørpum tínum; undir tær er reidd lega av ormum, maðkar hevur tú oman á tær!
Esaias 14:12 Esaias
Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!