hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 5 av 27Esaias 9:12 Esaias
Sýrlendingar frammanífrá og Filistarar aftanífrá; teir eta Ísrael við gapandi munni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Esaias 9:13 Esaias
Men fólkið vendir ikki við til Hansara, sum slær tað; tey søkja ikki HARRAN Gud herskaranna.
Esaias 9:14 Esaias
Tí høggur HARRIN av Ísrael bæði høvur og hala, bæði pálma og sev, alt ein dag.
Esaias 9:15 Esaias
Hin elsti og nógv umhildni er høvdið, lygiprofeturin er halin.
Esaias 9:16 Esaias
Leiðararnir hjá hesum fólki eru villleiðarar, og tey, sum lata seg leiða, teimum er úti við.
Esaias 9:17 Esaias
Tí hevur HARRIN onga gleði av ungu monnum tess, tí tykist Honum ikki synd í hinum faðirleysu og einkjum tess; tí øll somul eru tey gudleys og gera tað, ið ilt er, og hvør muður talar dárskap. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Esaias 9:18 Esaias
Tí gudloysi brennir sum eldur, tað oyðir torn og tistil, og tað setur eld á tjúkkasta skóg, so hann fer upp í roykskýggi.
Esaias 9:19 Esaias
Vegna vreiði HARRANS Guds herskaranna stendur landið í loga, og fólkið verður føði eldsins – tey spara ikki hvørt annað!
Esaias 9:20 Esaias
Tey bíta til høgru – og hungra kortini; tey eta til vinstru – og verða ikki mett; hvør etur kjøtið av sínum egna armi.
Esaias 9:21 Esaias
Manasse etur Efra’im, og Efra’im Manasse; báðir tilsamans leypa teir á Juda. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Esaias 10:1 Esaias
Vei teimum, ið geva órættvísar lógir, og sum eru ídnir at bókføra órætt,
Esaias 10:2 Esaias
so teir fáa trokað burtur frá rættinum tey, sum lítið hava at týða, rænt rættin frá hinum fátæku í fólki Mínum, gjørt einkjur til rán sítt og tikið alt frá hinum faðirleysu!
Esaias 10:3 Esaias
Men hvat fara tit at gera, tann dag ið heimsøkt verður, táið oyðingin kemur úr fjarleika? Hvønn fara tit at leita til eftir hjálp, og hvar fara tit tá at goyma ríkidømi tykkara?
Esaias 10:4 Esaias
Annaðhvørt mugu tit boyggja knø millum fangar ella falla millum dripnar. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Esaias 10:5 Esaias
Vei Assur, vreiðikoyrli Mínum! Vreiði Mín er stavurin, hann hevur í hondini.
Esaias 10:6 Esaias
Móti vanheilagum fólki sendi Eg hann; móti fólki, sum Eg eri illur við, biði Eg hann fara, til at røva og ræna og traðka tað niður sum skarn á gøtuni.
Esaias 10:7 Esaias
Men hann, hann tekur tað ikki so, hjarta hansara hugsar ikki hetta; nei, til at forkoma stendur hugur hansara og til at oyða fólk – ikki fá!
Esaias 10:8 Esaias
Tí hann sigur: „Eru ikki høvdingar mínir kongar allir samlir!
Esaias 10:9 Esaias
Gekst ikki Kalno sum Karkemis! Gekst ikki Hamat sum Arpad! Gekst ikki Samaria sum Damaskus!
Esaias 10:10 Esaias
Sum hond mín náddi avgudaríkjunum – og tey høvdu tó fleiri gudamyndir enn Jerusalem og Samaria –
Esaias 10:11 Esaias
skuldi eg tá ikki kunnað gjørt tað sama við Jerusalem og gudamyndir tess, sum eg gjørdi við Samaria og gudar tess!“
Esaias 10:12 Esaias
Men táið HARRIN hevur fullført alt verk Sítt á Zionsfjalli og í Jerusalem, skal Eg heimsøkja kongin í Assýria fyri ávøkst hugmóðs hjarta hansara og fyri høgt lyftu, stoltu eygu hansara.
Esaias 10:13 Esaias
Tí hann sigur: „Við sterku hond míni havi eg gjørt tað, og við vísdómi mínum – tí eg eri klókur; eg flutti landamark tjóðanna og rændi skattir teirra, og í veldi mínum fírdi eg teir niður, sum í hásæti sótu;
Esaias 10:14 Esaias
hond mín greip eftir góðsi tjóðanna sum eftir fuglareiðri; og sum ein sankar egg, ið fuglurin er flogin av, havi eg sankað øll lond á jørðini, og ikki ein var, sum rørdi vongin ella læt upp nevið og hvein.“
Esaias 10:15 Esaias
– Man øksin rósa sær móti honum, ið høggur við henni! Man sagin gera seg stóra móti honum, ið sagar við henni! Sum stavurin hevði sveiggjað tann, ið lyftir honum, sum putturin hevði lyft honum, ið ikki er av træ!
Esaias 10:16 Esaias
Tí skal Harrin, HARRIN Gud herskaranna, senda tærandi sótt í fiti hansara, og undir dýrd hansara skal eldur fara at loga sum brennandi bál.
Esaias 10:17 Esaias
Ljós Ísraels skal verða eldur, og hin Heilagi hansara logi, og Hann skal brenna upp og oyða tornir og tistlar hansara, allar ein dag.
Esaias 10:18 Esaias
Hann skal á svaðasvørði gera enda á dýrabøru skógum og fruktbøru markum hansara, og hann skal verða sum ein sjúkur, ið tærist burtur.
Esaias 10:19 Esaias
Lítið skal vera fyri at telja trøini, ið eftir verða í skógi hansara; barn skal kunna skriva tey upp.
Esaias 10:20 Esaias
Tann dag skulu leivd Ísraels og tey, sum eftir eru av húsi Jákups, ikki longur styðja seg á hann, ið slær tey, men trúliga styðja seg á HARRAN, hin Heilaga Ísraels.
Esaias 10:21 Esaias
Leivd skal umvenda seg – leivd Jákups – til hin veldiga Gud.
Esaias 10:22 Esaias
Tí um so fólk títt, Ísrael, er sum sjóvarsandur, skal bert leivd av tí umvenda seg; óvikiliga er avgjørt, at oyðing kemur, og við rættvísi streymar hon fram.
Esaias 10:23 Esaias
Tí oyðing og óvikiliga avgjørdan dóm fullførir Harrin, HARRIN Gud herskaranna, á allari jørðini.
Esaias 10:24 Esaias
Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, so: Fólk Mítt, tú, ið býrt á Zion, óttast ikki Assýria, táið tað slær teg við puttinum og reiggjar stavin eftir tær, sum teir gjørdu í Egyptalandi!
Esaias 10:25 Esaias
Tí um lítla stund enn eri Eg ikki illur longur, og vreiði Mín vendist til undirgang teirra.
Esaias 10:26 Esaias
HARRIN Gud herskaranna skal reiggja koyril Sín eftir teimum, sum táið Hann sló Midjan við Orebsklett; stavur Hansara skal vera rættur út yvir havið, og Hann skal lyfta honum á sama hátt sum í Egyptalandi.
Esaias 10:27 Esaias
Tann dag skal byrði hansara verða tikin av øksl tíni, og ok hansara av hálsi tínum, ja okið skal bresta fyri fiti.
Esaias 10:28 Esaias
– Hann* kemur móti Ajat, fer um Migron; tað, sum hann hevur í viðføri, letur hann vera eftir í Mikmas.
Esaias 10:29 Esaias
Teir fara um skarðið; „í Geba“ [siga teir] „halda vit náttarhvíld!“ – Rama skelvur, Gibea Sauls flýggjar;
Esaias 10:30 Esaias
rópa hart, tú dóttir Gallim! Akta eftir, tú Laisa! Arma Anatot!
Esaias 10:31 Esaias
Madmena flýggjar; fólkið í Gebim bjargar góðsi sínum.
Esaias 10:32 Esaias
Enn í dag stendur hann í Nob; hann lyftir hondini móti fjalli dóttur Zions, móti heyggi Jerusalems.
Esaias 10:33 Esaias
Men tá høggur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, við øgiligari megi greinar hansara av; hini hávaksnu trø verða feld, hini høgu verða lág,
Esaias 10:34 Esaias
hin tjúkki skógur verður høgdur niður við øks, og Libanon fellur fyri hinum veldiga.
Esaias 11:1 Esaias
Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara;
Esaias 11:2 Esaias
á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS.
Esaias 11:3 Esaias
Hugur Hansara skal standa til at óttast HARRAN; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra;
Esaias 11:4 Esaias
nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða, og við rættferð skifta rætt fyri hini eyðmjúku á jørðini; Hann skal sláa jørðina við koyrli muns Síns og drepa hin gudleysa við anda varra Sína.
Esaias 11:5 Esaias
Rættferð skal vera beltið um lendar Hansara, trúfesti beltið um mjadnar Hansara.
Esaias 11:6 Esaias
Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.