hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 4 av 27Esaias 7:9 Esaias
Samaria er høvd Efra’ims, og sonur Remalja er høvd Samaria. – Vilja tit ikki trúgva, skulu tit ikki verða standandi.““
Esaias 7:10 Esaias
Framvegis segði HARRIN við Akaz:
Esaias 7:11 Esaias
„Krev tekin frá HARRANUM Gudi tínum! Tú kanst krevja tað niðanífrá, úr djúpinum, ella omanífrá, av hæddini.“
Esaias 7:12 Esaias
Men Akaz svaraði: „Eg krevji einki, eg freisti ikki HARRAN!“
Esaias 7:13 Esaias
Tá segði Esaias: „Hoyrið nú, tit av húsi Dávids! Er tað tykkum ikki nóg mikið, at tit troytta menniskju, síðani tit eisini troytta Gud mín!
Esaias 7:14 Esaias
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
Esaias 7:15 Esaias
Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða.
Esaias 7:16 Esaias
Tí áðrenn drongurin dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða, skal vera fólkatómt í landi konganna beggja, sum tú ræðist so.
Esaias 7:17 Esaias
HARRIN skal lata dagar koma yvir teg, yvir fólk títt og yvir hús faðirs tíns, dagar, ið ikki hevur verið maki til, líka síðani Efra’im skilti seg frá Juda: Kongin í Assýria.
Esaias 7:18 Esaias
Tann dag skal HARRIN bríksla eftir flugunum longst burtur, við áir Egyptalands, og eftir býflugunum í Assýria;
Esaias 7:19 Esaias
tær skulu koma og seta seg allar samlar í hinar oydnu dalar, í gjáirnar og á allar tornarunnar og øll brynnistøð.
Esaias 7:20 Esaias
Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á,* við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur.
Esaias 7:21 Esaias
Tann dag skal maður hava kvígu og tvær ær;
Esaias 7:22 Esaias
og so nógv skulu tær mjólka, at hann skal liva av róma; tí av róma og hunangi skulu øll tey liva, sum eftir eru í landinum.
Esaias 7:23 Esaias
Og tann dag skal so vera, at har sum nú eru 1000 víntrø, 1000 seklar av silvuri verd, skal alt vera berir tornir og tistlar.
Esaias 7:24 Esaias
Við píli og boga skal verða farið hagar, tí alt landið skal verða tornir og tistlar.
Esaias 7:25 Esaias
Og allar líðirnar, har nú hakkari verður nýttur – eingin skal longur seta fót sín har av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu vera at sleppa neytum á og at verða traðkaðar niður av seyði.“
Esaias 8:1 Esaias
HARRIN segði við meg: „Tak tær stóra talvu og skriva á hana við týðiligari skrift: „Skjótur fongur, brátt rán.“
Esaias 8:2 Esaias
Og tak Mær álítandi vitni, Uria prest og Zakarias, son Jeberekja.“
Esaias 8:3 Esaias
Eg kom profetinnuni nær, og hon varð við barn og átti son. Tá segði HARRIN við meg: „Gev honum navnið Maher-Sjalal Hasj-Bas!*
Esaias 8:4 Esaias
Tí áðrenn drongurin dugir at siga „pápi“ og „mamma“, skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verða bornir fram fyri kongin í Assýria.“
Esaias 8:5 Esaias
Framvegis segði HARRIN við meg:
Esaias 8:6 Esaias
„Aftur fyri at hetta fólk vanvirðir Siloavøtn, ið renna so still, og fagnar Rezin og syni Remalja –
Esaias 8:7 Esaias
ja, so skal HARRIN lata koma yvir tey hini stríðu, miklu vøtn Áarinnar* – kongin í Assýria og alla dýrd hansara – hon skal stíga upp um áarbakkarnar allastaðni, fløða yvir hvørja byrging,
Esaias 8:8 Esaias
koma skolandi inn í Juda, fløða yvir, breiða seg, so maður stendur undir háls; við útbreiddu veingjum sínum skal hon fylla land Títt, so vítt sum tað er, Immanuel!“
Esaias 8:9 Esaias
Leikið bert í, fólkasløg – tit skulu koma at ræðast kortini! Hoyrið, øll tit lond langt burtur, búgvið tykkum til bardaga – tit skulu koma at ræðast kortini!
Esaias 8:10 Esaias
Leggið upp ráð – tey skulu gleppa kortini! Talið orð – tey skulu ikki fáa framgongd! Tí – við okkum er Gud!*
Esaias 8:11 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg, táið hond Hansara tók meg við valdi, og Hann varaði meg, at eg mátti ikki ganga leiðirnar, ið hetta fólk gongur:
Esaias 8:12 Esaias
Kallið ikki alt tað heilagt, ið hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki tað, ið tað óttast, og ræðist ikki!
Esaias 8:13 Esaias
HARRIN Gud herskaranna, Hann skal vera tykkum heilagur, Hann skal vera ótti tykkara, og Hann skal vera ræðsla tykkara.
Esaias 8:14 Esaias
Hann skal verða halgidómur, báðum húsum Ísraels snávisteinur og klettur til fall og teimum, sum í Jerusalem búgva, snerra og fella.
Esaias 8:15 Esaias
Mong teirra skulu snáva og falla og fáa mein, sita føst í felluni og verða fangað.
Esaias 8:16 Esaias
Bind saman vitnisburðin, innsigla orðið í lærisveinum Mínum!
Esaias 8:17 Esaias
Eg bíði eftir HARRANUM, Honum, sum nú fjalir ásjón Sína fyri húsi Jákups – til Hansara stendur vón mín.
Esaias 8:18 Esaias
Eg og børnini, ið HARRIN hevur givið mær, eru tekin og fyrimyndir í Ísrael frá HARRANUM Gudi herskaranna, sum býr á Zionsfjalli.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Esaias 8:20 Esaias
– „Til orðið og til vitnisburðin!“ – Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur,
Esaias 8:21 Esaias
so skulu tey reika um landið, hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum. Tey skulu venda eygunum uppeftir,
Esaias 8:22 Esaias
og tey skulu hyggja niður á jørðina – men neyð og myrkur er, ræðsluniða, tey eru rikin út í hina svørtu nátt!
Esaias 9:1 Esaias
Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður; í tíðini, sum fór, leiddi Hann vanæru yvir land Zebulons og Naftali, men á komandi tíðum skal Hann lata koma heiður yvir tað, yvir vegin fram við havinum, landið hinumegin Jordan, Galilea heidninganna.
Esaias 9:2 Esaias
Fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey, sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína.
Esaias 9:3 Esaias
Tú letur tað vaksa, fólkið, sum Tú áður ikki gavst mikla gleði; tey gleðast fyri ásjón Tíni, sum ein gleðist um heystið, sum ein fegnast, táið fongur verður skiftur.
Esaias 9:4 Esaias
Tí hitt nívandi ok teirra, puttin, ið lagdur varð um rygg teirra, stav hansara, sum rak tey, hevur Tú brotið sundur – sum dag Midjans.
Esaias 9:5 Esaias
Ja, hvør skógvur, sum teir vóru í, táið bardagin leikaði, og hvørt plagg, sum dálkað er í blóði, skal brennast og enda sum føði eldsins.
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Esaias 9:7 Esaias
Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara; tað skal verða styðjað og hildið uppi við rætti og rættvísi, frá nú og til ævigar tíðir; álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta!
Esaias 9:8 Esaias
Orð sendir Harrin móti Jákupi, tað slær niður í Ísrael;
Esaias 9:9 Esaias
alt fólkið skal sanna tað, Efra’im og teir, sum í Samaria búgva, teir, sum í hugmóði og stoltleika hjartans siga:
Esaias 9:10 Esaias
„Múrar av tigulgróti fullu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø í staðin!“
Esaias 9:11 Esaias
Tí gevur HARRIN mótstøðumonnum Rezins vald yvir tí,* og Hann vápnar fíggindar teirra,