hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 3 av 27Esaias 5:2 Esaias
Hann gróv hann um, hentaði grótið úr honum og plantaði góð víntrø í hann; Hann bygdi torn í honum og høgdi eisini persu. So væntaði Hann Sær heyst av góðum vínberum, men fekk einki uttan villber.
Esaias 5:3 Esaias
Og nú, íbúgvar Jerusalems og Judamenn, dømið millum Meg og víngarð Mín!
Esaias 5:4 Esaias
Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber?
Esaias 5:5 Esaias
– So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.
Esaias 5:6 Esaias
Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn.
Esaias 5:7 Esaias
Tí víngarður HARRANS Guds herskaranna er hús Ísraels, og Judamenn eru Honum kærastir av øllum, ið Hann hevur plantað. Hann væntaði rætt – men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð – men har eru neyðarróp!
Esaias 5:8 Esaias
Vei teimum, ið leggja hús aftrat húsi og jørð aftrat jørð, inntil einki pláss er eftir, so tit verða búgvandi einsamallir í landinum!
Esaias 5:9 Esaias
Í oyrum mínum ljóðar frá HARRANUM Gudi herskaranna: So sanniliga skulu mong hús verða oyðin, stór og góð hús standa tóm!
Esaias 5:10 Esaias
Tí víngarður, sum er tíggju daga pløgiland, skal geva av sær bat,* og táið homer verður sáaður, skal efa** verða heystað.
Esaias 5:11 Esaias
Vei teimum, ið fara tíðliga upp – at leita eftir sterkum drykki – og sum sita út á náttina – eldreyðir av víni!
Esaias 5:12 Esaias
Við sitarum og hørpum halda teir gildi, við trummum og floytum og víni – men verki HARRANS geva teir ikki gætur, og tað, ið hendur Hansara gera, síggja teir ikki!
Esaias 5:13 Esaias
Tí skal fólk Mítt verða flutt burtur, áðrenn tað veit av; stórmenn tess skulu líða hungur, og hin geylandi hópur skal fáa maktarloysi av tosta.
Esaias 5:14 Esaias
Ja, tí verður deyðaríkið enn átufrekari, tað gapar ómetaliga, og niður stoytast hinir stóru í býnum og hin geylandi, káti hópur, øll, ið stuttleika sær har.
Esaias 5:15 Esaias
Tá skal menniskjan verða boygd, maðurin eyðmýktur, hini stoltu skulu sláa eyguni niður!
Esaias 5:16 Esaias
Men HARRIN Gud herskaranna verður høgur við dómi Sínum; og hin heilagi Gud prógvar Seg heilagan við rættferð.
Esaias 5:17 Esaias
Og lomb skulu liggja har og eta sum á sínum egna haga, og jørð ríkmannanna verður løgd í oyði og etin upp av fremmandum.
Esaias 5:18 Esaias
Vei teimum, ið draga syndastraffina higar við lygibondum og syndabótina sum við vagntogum!
Esaias 5:19 Esaias
– sum siga: „Lat Hann vera skjótan og skunda Sær við verki Sínum, so vit fáa tað at síggja! Lat hin Heilaga Ísraels fullføra tað, ið Hann hevur ráðlagt, so vit kunnu læra tað at kenna!“
Esaias 5:20 Esaias
Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt!
Esaias 5:21 Esaias
Vei teimum, sum eru vísir í sínum egnu eygum og klókir í sínum egnu hugsanum!
Esaias 5:22 Esaias
Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk,
Esaias 5:23 Esaias
teimum, sum fyri gávu geva honum rætt, ið órætt hevur, og ræna rættin frá hinum rættvísu!
Esaias 5:24 Esaias
Fyri hetta – eins og eldurin brennir upp hálm, og hoyggj søkkur saman í loganum, so skal rót teirra rotna, og blóma teirra fúka burtur sum dust; tí teir hava vrakað lóg HARRANS Guds herskaranna og vanvirt orð hins Heilaga Ísraels.
Esaias 5:25 Esaias
So tendrast tá vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og Hann rættir út hondina móti tí og slær tað, so fjøllini nøtra, og líkini liggja sum skarnið á gøtuni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Esaias 5:26 Esaias
Hann reisir hermerki fyri heidningafólkini langt burtur og bríkslar fíggindan higar frá enda jarðarinnar – og hygg, hann kemur bæði kvikur og lættur!
Esaias 5:27 Esaias
Eingin teirra er móður ella snávar, eingin blundar, og eingin svevur, beltið um lendarnar fer ikki upp, og eingin skóreim slitnar.
Esaias 5:28 Esaias
Pílar fíggindans eru hvestir, og allir bogar hansara eru spentir; hógvarnir á hestum hansara eru sum tinnan, og vagnhjólini líkjast harðveðri.
Esaias 5:29 Esaias
Hann brølar sum leyvan, hann grenjar sum ungleyvurnar; brølandi grípur hann rán sítt og ber tað burtur – og eingin er, sum bjargar.
Esaias 5:30 Esaias
Tað dunar inn yvir tað* tann dag, sum havið dunar; og hyggur ein út yvir jørðina, so er myrkur og neyð, ljósið dimmist av tungum skýggjum!
Esaias 6:1 Esaias
Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Esaias 6:4 Esaias
Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki.
Esaias 6:5 Esaias
Tá segði eg: „Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“
Esaias 6:6 Esaias
Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum;
Esaias 6:7 Esaias
við henni nam hann við munn mín og segði: „Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar – skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!“
Esaias 6:8 Esaias
So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“
Esaias 6:9 Esaias
Tá segði Hann: „Far og sig við hetta fólk: „Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!“
Esaias 6:10 Esaias
Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum – og venda ikki við og verða grødd!“
Esaias 6:11 Esaias
Eg spurdi: „Hvussu leingi, Harri?“ Hann svaraði: „Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk.
Esaias 6:12 Esaias
HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum.
Esaias 6:13 Esaias
Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum.“
Esaias 7:1 Esaias
Á teimum døgum ið Akaz, sonur Jótam, sonarsonur Uzzias, var kongur í Juda, fóru Rezin kongur í Sýrlandi og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerusalem og ætlaðu at taka staðin; men tað vóru teir ikki mentir.
Esaias 7:2 Esaias
Táið nú boð komu til hús Dávids, at Sýrlendingar høvdu givið seg í felag við Efra’im, skalv hjarta hansara og fólks hansara, sum trøini í skóginum skelva fyri vindinum.
Esaias 7:3 Esaias
Men HARRIN segði við Esaias: „Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub,* og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll!
Esaias 7:4 Esaias
Og tú skalt siga við hann: „Varða teg og halt teg kvirran, óttast ikki og miss ikki mótið fyri hesum báðum rúkandi brandabrotum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og sonar Remalja!
Esaias 7:5 Esaias
Aftur fyri at Sýrland, Efra’im og sonur Remalja hava lagt saman ónd ráð móti tær og sagt:
Esaias 7:6 Esaias
„Vit skulu fara móti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe’el til kong har!“
Esaias 7:7 Esaias
– tí sigur Harrin HARRIN so: Tað skal ikki eydnast, tað skal ikki verða!
Esaias 7:8 Esaias
Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um 65 ár skal Efra’im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur.