hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 2 av 27Esaias 2:6 Esaias
Tí Tú hevur vrakað fólk Títt, hús Jákups, av tí at tey eru full av eysturlendskum gandi, spáa eins og Filistarar og fylla landið við fólki av fremmandari ætt.
Esaias 2:7 Esaias
Land teirra er fult av silvuri og gulli, og á skattum teirra er eingin endi; land teirra er fult av hestum, og ikki stendur til at telja vagnar teirra.
Esaias 2:8 Esaias
– Og land teirra er fult av avgudum! Handaverk sítt tilbiðja tey, tað, sum fingrar teirra hava gjørt!
Esaias 2:9 Esaias
Men menniskjan skal verða boygd, maðurin eyðmýktur – fyrigev teimum ikki!
Esaias 2:10 Esaias
Far inn í bergið, fjal teg í dustinum fyri ræðslu HARRANS og fyri dýrd hátignar Hansara!
Esaias 2:11 Esaias
Menniskjan skal sláa niður stoltu eygu síni, hugmóð mannanna skal verða boygt, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN.
Esaias 2:12 Esaias
Tí dag hevur HARRIN Gud herskaranna sett til dóm yvir alt stolt og høgt, yvir alt tað, sum lyftir seg upp – tað skal verða eyðmýkt!
Esaias 2:13 Esaias
– ja, yvir øll sedristrøini á Libanon, hini høgu og stoltu, og yvir allar eikir Basans,
Esaias 2:14 Esaias
yvir øll hini høgu fjøll og allar hinar stoltu hæddir,
Esaias 2:15 Esaias
yvir hvørt høgt torn og hvønn fastan múr,
Esaias 2:16 Esaias
yvir øll tarsisskip – ja, yvir alt, sum fagurt er at skoða.
Esaias 2:17 Esaias
Tá skal hugmóð menniskjunnar verða boygt, og stoltleiki mannanna verða eyðmýktur, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN.
Esaias 2:18 Esaias
Og avgudarnir – teimum skal vera heilt úti við.
Esaias 2:19 Esaias
Og menniskjuni skulu fara inn í gjáir fjallanna og í jarðholur fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina.
Esaias 2:20 Esaias
Tann dag skulu menniskjuni kasta gudar sínar av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt sær at tilbiðja, fyri moldvørpur og flogmýs
Esaias 2:21 Esaias
og fara inn í gjáir fjallanna og í bergskorar fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina.
Esaias 2:22 Esaias
– So gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey!
Esaias 3:1 Esaias
Tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, tekur burtur úr Jerusalem og Juda stuðul og stav, hvønn stuðul av breyði og hvønn stuðul av vatni,
Esaias 3:2 Esaias
kappar og hermenn, dómarar og profetar, spámenn og elstar,
Esaias 3:3 Esaias
høvuðsmenn yvir fimmti og hvønn hátt virdan mann, ráðharrar og verkmeistarar og teir, sum kønir eru í gandi.
Esaias 3:4 Esaias
Eg skal geva teimum børn til stýrismenn, og smádreingir skulu valda yvir teimum.
Esaias 3:5 Esaias
Í fólkinum skal maður kúga mann, hvør næsta sín; smádrongurin skal seta seg upp móti hinum gamla, tann, ið einki hevur at týða, móti hinum hátt virda.
Esaias 3:6 Esaias
Táið tá onkur trívur í bróður sín í húsi faðirs síns og sigur: „Tú eigur kappa, tú skalt vera stýrismaður okkara, og hetta ríki, sum er á fallandi fóti, skal vera undir hond tíni!“
Esaias 3:7 Esaias
skal hann svara tann dag: „Eg vil ikki vera lækni! Eg havi hvørki breyð ella klæði í húsinum; meg seta tit ikki til høvd fólksins!“
Esaias 3:8 Esaias
Tí Jerusalem snávar, og Juda fellur, av tí at tunga teirra og gerðir teirra eru ímóti HARRANUM; tey seta seg upp ímóti dýrdareygum Hansara.
Esaias 3:9 Esaias
Andlitsbragd teirra talar – og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opinlýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í vanlukku!
Esaias 3:10 Esaias
Sig um hin rættvísa, at honum skal gangast væl! Ávøkst verka sína skal hann eta.
Esaias 3:11 Esaias
Vei hinum gudleysa – honum skal gangast illa! Hansara egnu gerðir hevna seg aftur á hann sjálvan.
Esaias 3:12 Esaias
Fólk Mítt hevur smádrong við stýrið, og kvinnur ráða yvir tí. Fólk Mítt! Leiðarar tínir eru villleiðarar; vegin, tú skalt ganga á, hava teir oytt.
Esaias 3:13 Esaias
HARRIN stígur fram til rættargang, Hann stendur til reiðar at døma fólk Sítt.
Esaias 3:14 Esaias
HARRIN stígur fram í rættinum móti hinum elstu í fólki Sínum og høvdingum tess: „Tað eru tit, ið hava etið upp víngarðin, tit hava rán frá hinum fátæka í húsum tykkara!
Esaias 3:15 Esaias
Hvussu kunnu tit traðka fólk Mítt so niður og sora sundur hini fátæku?“ – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 3:16 Esaias
Og HARRIN sigur: Afturfyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum,
Esaias 3:17 Esaias
skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra.
Esaias 3:18 Esaias
Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,
Esaias 3:19 Esaias
oyrnaperlur, armbond, slør,
Esaias 3:20 Esaias
høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,
Esaias 3:21 Esaias
fingraringar, nasaringar,
Esaias 3:22 Esaias
høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,
Esaias 3:23 Esaias
spegl, lín, húgvur og fínslør.
Esaias 3:24 Esaias
Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika.
Esaias 3:25 Esaias
Menn tínir skulu falla fyri svørði, og kappar tínir í orrustu.
Esaias 3:26 Esaias
Portur hennara skulu suffa og syrgja, og einslig skal hon sita á jørðini.
Esaias 4:1 Esaias
Tann dag skulu sjey kvinnur tríva í ein mann og siga: „Sjálvar skulu vit bæði føða og klæða okkum; lat okkum bert sleppa at bera navn títt, tak burtur vanæru okkara!“
Esaias 4:2 Esaias
Tann dag skal kvistur HARRANS vera til prýði og heiður, og ávøkstur landsins teimum av Ísrael til rós og prýði, sum undan sleppa.
Esaias 4:3 Esaias
Og so skal verða, at leivdin í Zion og tey, sum eftir eru í Jerusalem, skulu kallast heilag, ein og hvør, sum innskrivaður er til lívið í Jerusalem
Esaias 4:4 Esaias
– táið Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zion og skolað blóðskyldina av Jerusalem við dómsanda og reinsanaranda.
Esaias 4:5 Esaias
Og yvir hvørjum staði á Zionsfjalli og yvir hátíðarskarunum har skal HARRIN skapa skýggj og royk um dagin og skin av logandi eldi um náttina – tí alt, sum dýrd hevur, er lagt afturyvir.
Esaias 4:6 Esaias
Skýli skal vera, til skugga um dagin móti hita og til lívd og skjól móti áarføri og regni.
Esaias 5:1 Esaias
Eg skal syngja song um vin mín, kærleikssong um víngarð Hansara. – Vinur mín hevði víngarð á fruktbørum heyggi.