Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 25 av 27
Esaias 60:20 Esaias

Sól tín skal ikki longur ganga undir, og máni tín skal ikki taka av; tí HARRIN skal vera æviga ljós títt, og sorgardagar tínir skulu vera at enda.

2
Esaias 60:21 Esaias

Og fólk títt – tey eru øll somul rættvís; til ævigar tíðir skulu tey eiga landið; tey eru jú kvistur av tí, ið Eg havi plantað, handaverk Mítt, Mær til dýrd.

2
Esaias 60:22 Esaias

Hin minsti skal verða til túsund, og tann, ið minst hevur at týða, til veldiga tjóð. Eg, HARRIN, Eg skal lata hetta henda brádliga, táið tíðin er komin.

2
Esaias 61:1 Esaias

Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,

2
Esaias 61:2 Esaias

at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,

2
Esaias 61:3 Esaias

at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.

2
Esaias 61:4 Esaias

Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.

2
Esaias 61:5 Esaias

Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.

2
Esaias 61:6 Esaias

Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.

2
Esaias 61:7 Esaias

Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.

2
Esaias 61:8 Esaias

Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.

2
Esaias 61:9 Esaias

Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.

2
Esaias 61:10 Esaias

Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.

2
Esaias 61:11 Esaias

Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.

2
Esaias 62:1 Esaias

Fyri Zions skuld tigi eg ikki, og fyri Jerusalems skuld haldi eg meg ikki kvirran, fyrrenn rættvísi tess rennur upp sum sólskin, og frelsa tess sum brennandi kyndil.

2
Esaias 62:2 Esaias

Tjóðirnar skulu síggja rættvísi tína, og allir kongar dýrd tína, og tú skalt verða kallað við nýggjum navni, sum muður HARRANS skal nevna.

2
Esaias 62:3 Esaias

Tú skalt vera føgur krúna í hond HARRANS og kongligt høvuðprýði í hond Guds tíns.

2
Esaias 62:4 Esaias

Tú skalt ikki longur verða kallað „hin vrakaða“, ei heldur skal land títt longur verða kallað „oyðimørk“; nei, tú skalt eita „hon, ið eg havi hug á“, og land títt skal eita „ektakona“ – tí HARRIN hevur hug á tær, og land títt skal verða tikið til ekta.

2
Esaias 62:5 Esaias

Tí eins og ungur maður tekur moyggj til ekta, skulu børn tíni taka teg til ekta; og eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg.

2
Esaias 62:6 Esaias

Á múrar tínar, Jerusalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið!

2
Esaias 62:7 Esaias

Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerusalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini!

2
Esaias 62:8 Esaias

HARRIN hevur svorið um høgru hond Sína og veldiga arm Sín: Eg skal ikki longur geva fíggindum tínum korn títt at eta, ei heldur skulu fremmandir drekka vín títt, sum tú hevur havt sleip av;

2
Esaias 62:9 Esaias

nei, tey, ið heysta kornið, skulu eta tað – og prísa HARRANUM – og tey, ið savna inn vínið, skulu drekka tað í forgørðum halgidóms Míns.

2
Esaias 62:10 Esaias

Farið, farið um portrini, ruddið fólkinum vegin! Leggið, leggið veg, ruddið grótið burtur av honum! Reisið merki fyri fólkasløgini!

2
Esaias 62:11 Esaias

Hoyrið – HARRIN letur tað ljóða líka at enda jarðarinnar: Sigið við dóttur Zion: „Hygg, frelsa tín kemur! Hygg, løn Hansara er við Honum, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!“

2
Esaias 62:12 Esaias

Og tey skulu kallast „hitt heilaga fólkið“, „endurloystu HARRANS“, og sjálv skalt tú kallast „hin søkta“, „staðurin, ið ikki er yvirgivin.“

2
Esaias 63:1 Esaias

Hvør er Hesin, sum kemur úr Edom, úr Bozra í fagurreyðum klæðum, Hesin, sum klædningurin situr so vakurt á, sum er so prúður í mikla mátti Sínum? „Tað eri Eg, Eg, sum tali rættvísi, sum eri mentur at frelsa.“

2
Esaias 63:2 Esaias

Hví er klædningur Tín so reyður, hví eru klæði Tíni sum hansara, ið treður persuna?

2
Esaias 63:3 Esaias

„Eg havi troðið vínpersuna einsamallur – eingin av tjóðunum hjálpti Mær; so tróð Eg tey í vreiði Míni, trampaði tey niður í bræði Míni; tá spríkti blóð teirra á klæði Míni, Eg fekk allan klædning Mín dálkaðan.

2
Esaias 63:4 Esaias

Tí hevndardagurin var í hjarta Mínum, og endurloysingarár Mítt var komið.

2
Esaias 63:5 Esaias

Eg hugdi rundan um Meg – men har var eingin, ið hjálpti; Eg undraðist á, at eingin var har, sum styðjaði Meg; tá kom armur Mín Mær til hjálpar, og vreiði Mín styðjaði Meg;

2
Esaias 63:6 Esaias

í vreiði Míni traðkaði Eg niður fólkasløg, gjørdi tey drukkin* í bræði Míni; blóð teirra læt Eg renna niður á jørðina.“

2
Esaias 63:7 Esaias

Náði HARRANS skal eg minna um, prís HARRANS eftir øllum, ið HARRIN hevur gjørt okkum, og stóru góðsku Hansara móti húsi Ísraels – at Hann gjørdi við tey eftir miskunn Síni og eftir stóru náði Síni.

2
Esaias 63:8 Esaias

Hann segði: „Tey eru jú fólk Mítt, tey eru børn, ið ikki svíkja!“ – Og Hann varð teimum frelsari.

2
Esaias 63:9 Esaias

Í allari neyð teirra var eingin neyð; eingil andlits Hansara frelsti tey, og í kærleika Sínum og stóra mildleika Sínum endurloysti Hann tey, tók tey upp og bar tey dag eftir dag í farnum tíðum.

2
Esaias 63:10 Esaias

Men tey, tey stóðu ímóti og gjørdu Heilaga Anda Hansara sorg; tá skifti Hann hug og gjørdist óvinur teirra, Hann stríddi sjálvur móti teimum.

2
Esaias 63:11 Esaias

Tá hugsaði fólk Hansara um hinar gomlu tíðirnar, um Móses: Hvar er Hann, sum leiddi tey upp úr havinum saman við hirða fylgis Síns? Hvar er Hann, sum gav Heilaga Anda Sín mitt ímillum teirra –

2
Esaias 63:12 Esaias

Hann, sum læt dýrdararm Sín ganga fram undir høgru lið Mósesar, kleyv vøtnini fyri ásjón teirra til at gera Sær ævigt navn,

2
Esaias 63:13 Esaias

Hann, ið leiddi tey gjøgnum djúpini sum hest gjøgnum oyðimørkina, so tey snávaðu ikki?

2
Esaias 63:14 Esaias

Eins og fæið, ið fer oman í dalin, so leiddi Andi HARRANS tey til hvíldar; soleiðis leiddi Tú fólk Títt fyri at gera Tær dýrdarnavn.

2
Esaias 63:15 Esaias

Skoða niður úr Himli og síggj – úr heilaga og dýra bústaði Tínum! Hvar eru íðinskapur Tín og veldi Títt! Samkensla hjarta Tíns og miskunn Tín, tær halda seg frá mær!

2
Esaias 63:16 Esaias

Og Tú ert tó faðir okkara! Ábraham veit jú einki um okkum, og Ísrael kennist ikki við okkum; Tú, HARRI, ert faðir okkara; „Frelsari okkara frá ævunum“, tað er navn Títt.

2
Esaias 63:17 Esaias

Hví letur Tú okkum villast burt av leiðum Tínum, HARRI? Hví herðir Tú hjarta okkara, so tað óttast Teg ikki? Hugsa um tænarar Tínar og vend við aftur, um ættirnar, ið eru arvalutur Tín!

2
Esaias 63:18 Esaias

Lítla løtu hevði heilaga fólk Títt landið í ogn; óvinir okkara hava traðkað niður halgidóm Tín.

2
Esaias 63:19 Esaias

Vit eru vorðin sum tey, ið Tú aldri hevur rátt yvir, og sum navn Títt ikki hevur verið nevnt yvir.

2
Esaias 64:1 Esaias

Hevði Tú viljað skrætt sundur himmalin og komið niður, so fjøllini skulvu fyri ásjón Tíni, eins og eldur fær turrar greinar at loga og vatn at kóka – til at kunngjørt óvinum Tínum navn Títt og noytt fólkini at skelva fyri ásjón Tíni,

2
Esaias 64:2 Esaias

táið Tú gjørdi øgilig verk, sum vit ikki høvdu væntað, táið Tú komst niður, so fjøllini nøtraðu fyri ásjón Tíni!

2
Esaias 64:3 Esaias

Frá gamlari tíð hevur jú eingin spurt ella hoyrt, hevur einki eyga sæð nakran annan Gud enn Teg gera slíkt fyri tey, sum bíða eftir Honum.

2
Esaias 64:4 Esaias

Tú kemur ímóti teimum, sum gera rættvísi við gleði, teimum, ið minnast Teg á leiðum Tínum. Men Tú vart vreiður, og vit syndaðu – so hevur staðið við, og kundu vit tá verða frelst!

2
Esaias 64:5 Esaias

Vit vórðu sum hin óreini øll somul, og øll rættvísi okkara varð sum dálkað plagg; sum leyvið følnaðu vit øll, og misgerðir okkara høvdu okkum avstað fyri sær sum vindurin.

2