hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 27 av 27Esaias 66:20 Esaias
Og frá øllum tjóðum skulu tey koma við øllum brøðrum tykkara sum matofri til HARRAN, á hestum, í vagnum, í beristólum, á múldýrum og á kamelum, og føra teir niðan á heilaga fjall Mítt í Jerusalem – sigur HARRIN – eins og Ísraelsmenn í reinum íløtum bera matofrið inn í hús HARRANS.
Esaias 66:21 Esaias
Eisini av teimum* skal Eg taka Mær nakrar til prestar,** til Levitar – sigur HARRIN.
Esaias 66:22 Esaias
Tí eins og hin nýggi himmalin og hin nýggja jørðin, ið Eg skapi, verða verandi til ævigar tíðir fyri ásjón Míni – sigur HARRIN – so skal eisini avkom og navn tykkara verða verandi til ævigar tíðir.
Esaias 66:23 Esaias
Hvønn sólkomudag og hvønn sabbat skal alt hold koma at tilbiðja fyri ásjón Míni, sigur HARRIN.
Esaias 66:24 Esaias
Og tey skulu fara út og hyggja at hinum deyðu kroppum teirra manna, ið falnir eru frá Mær; tí ormur teirra skal ikki doyggja, eldur teirra skal ikki sløkna, og teir skulu vera øllum holdi viðurstygd.