Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 24 av 27
Esaias 58:5 Esaias

Er hetta føstan, ið Mær líkar – dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku – kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast?

2
Esaias 58:6 Esaias

Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,

2
Esaias 58:7 Esaias

ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!

2
Esaias 58:8 Esaias

Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.

2
Esaias 58:9 Esaias

Tá skalt tú kalla á HARRAN, og Hann skal svara; tú skalt rópa, og Hann skal siga: „Her eri Eg!“ Táið tú fært hvørt ok burt frá tær, gevur uppat at peika við fingrum* og tosa tað, ið ilt er,

2
Esaias 58:10 Esaias

og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál – tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.

2
Esaias 58:11 Esaias

HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.

2
Esaias 58:12 Esaias

Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar, sum hava ligið niðurdotnir mann eftir mann, skalt tú reisa aftur, og tú skalt verða róptur „hann, sum laðar upp í aftur múrskørð,“ og „hann, sum vælir um vegir, so fólk fær búð í landinum.“

2
Esaias 58:13 Esaias

Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð

2
Esaias 58:14 Esaias

– tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!

2
Esaias 59:1 Esaias

Ja, hond HARRANS er ikki so stutt, at hon fær ikki hjálpt, og oyra Hansara er ikki so deyvt, at tað kann ikki hoyra.

2
Esaias 59:2 Esaias

– Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki.

2
Esaias 59:3 Esaias

Hendur tykkara eru jú dálkaðar av blóði, og fingrar tykkara av misbrotum; varrar tykkara tala lygn, tunga tykkara ber fram tað, ið ónt er.

2
Esaias 59:4 Esaias

Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey líta á fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt.

2
Esaias 59:5 Esaias

Ormaegg klekja tey út, og eiturfon veva tey; tann, ið etur av eggum teirra, doyr, og verður eitt teirra kroyst sundur, skríður eiturormur úr tí.

2
Esaias 59:6 Esaias

Tað, sum tey veva, dugir ikki til klæði; ein fær ikki sveipað seg í tað, sum tey avrika; verk teirra er óndskaparverk, og yvirgangsverk eru í hondum teirra.

2
Esaias 59:7 Esaias

Føtur teirra skunda sær til ilt og eru kvikir at lata sakleyst blóð renna; hugsanir teirra eru óndskaparhugsanir; oyðing og undirgangur er á leiðum teirra.

2
Esaias 59:8 Esaias

Veg friðarins kenna tey ikki, og eingin rættur er í sporum teirra; gøtur sínar gera tey til sniðgøtur; tann, ið stígur á tær, veit einki um frið at siga.

2
Esaias 59:9 Esaias

Tí er rætturin langt burtur frá okkum, og rættvísin kemur okkum ikki nær; vit vænta ljós, men nei, myrkt er; vit vænta sólskin, men í svartastu niðu ganga vit.

2
Esaias 59:10 Esaias

Sum blind trilva vit eftir vegginum; vit trilva sum tey, ið eingi eygu hava; um middagin snáva vit sum í skýming; á bestu árum eru vit sum deyð.

2
Esaias 59:11 Esaias

Vit murra sum bjarnir øll somul, láta sum dúvur; vit vænta rætt, men hann kemur ikki, vænta frelsu, men hon er langt burtur frá okkum.

2
Esaias 59:12 Esaias

Tí brot okkara eru mong fyri Tær, og syndir okkara vitna móti okkum – ja, brot okkara standa okkum fyri eygum, og vit vita um misgerðir okkara –

2
Esaias 59:13 Esaias

at vit eru fallin frá HARRANUM og hava avnoktað Hann, at vit eru farin burtur frá Gudi okkara, og tala okkara hevur verið kúgan og fráfall, at vit í hjartanum hava upphugsað lygiorð – og sagt tey við.

2
Esaias 59:14 Esaias

Rætturin er rikin eftir hæli, og rættferðin stendur langt burtur; tí sannleikin snávar á tingstaðnum, og tað, ið beint er, sleppur ikki fram.

2
Esaias 59:15 Esaias

Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, varð til rán. – Hetta sá HARRIN, og tað mislíkaði Honum, at eingin rættur var;

2
Esaias 59:16 Esaias

Hann sá, at eingin steig fram, og Hann undraðist á, at har eingin var, sum flutti mál Hansara. Tá hjálpti Honum armur Hansara, og rættvísi Hansara styðjaði Hann.

2
Esaias 59:17 Esaias

Hann læt Seg í rættferð sum brynju, og hjálm frelsunnar setti Hann á høvdið; Hann læt Seg í hevndarklæðini og sveipaði Seg í vreiði sum í kappa.

2
Esaias 59:18 Esaias

Eftir atburði teirra skal Hann løna teimum; vreiði skal Hann lata koma yvir teir, sum standa Honum ímóti, hevnd yvir fíggindar Sínar; oyggjunum skal Hann løna tað, ið tær hava gjørt.

2
Esaias 59:19 Esaias

So skulu tey í vestri óttast navn HARRANS, og tey í eystri dýrd Hansara. Táið fíggindin herjar á sum streymur, skal Andi HARRANS reka hann burt.

2
Esaias 59:20 Esaias

Til Zion skal koma endurloysari – ja, til teirra í Jákupi, sum venda sær frá synd – sigur HARRIN.

2
Esaias 59:21 Esaias

Og hetta er sáttmálin, Eg geri við tey, sigur HARRIN: Andi Mín, sum á tær er, og orð Míni, sum Eg havi lagt tær í munnin, skulu ikki víkja, hvørki úr munni tínum, úr munni barna tína ella úr munni barnabarna tína, frá nú og til ævigar tíðir – sigur HARRIN.

2
Esaias 60:1 Esaias

Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær.

2
Esaias 60:2 Esaias

Ja, myrkur liggur yvir jørðini, og niða yvir fólkunum; men yvir tær skal HARRIN renna upp, og yvir tær skal dýrd Hansara opinberast.

2
Esaias 60:3 Esaias

Fólkasløg skulu leita til ljós títt, og kongar til skinið, ið upp er runnið yvir tær.

2
Esaias 60:4 Esaias

Lyft upp eyguni og hygg rundan um teg! Tey savnast øll, tey koma til tín; synir tínir koma úr fjarløgu, og døtur tínar verða bornar á arminum.

2
Esaias 60:5 Esaias

Táið tú sært hetta, skalt tú lýsa av gleði, og hjarta títt skal banka og verða fult; tí ríkdómur havsins skal venda sær til tín, og góðs tjóðanna skal koma til tín.

2
Esaias 60:6 Esaias

Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfyl úr Midjan og Efa; teir koma allir úr Sjeba; gull og roykilsi skulu teir bera tær, og prís HARRANS skulu teir kunngera.

2
Esaias 60:7 Esaias

Alt smáfæ Kedars skal savnast til tín, veðrar Nebajots skulu tæna tær; Mær til gleði skulu teir verða ofraðir á altari Mínum, og húsið, har dýrd Mín býr, skal Eg æra.

2
Esaias 60:8 Esaias

Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni?

2
Esaias 60:9 Esaias

Jú, oyggjarnar bíða eftir Mær, og fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu; silvur og gull teirra kemur við teimum – fyri navns HARRANS Guds tíns skuld, fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann veitir tær dýrd.

2
Esaias 60:10 Esaias

Fremmandir skulu laða upp múrar tínar, og kongar teirra skulu tæna tær; tí í vreiði Míni havi Eg sligið teg, men í náði Míni miskunni Eg tær.

2
Esaias 60:11 Esaias

Portur tíni skulu standa opin altíð; hvørki dag ella nátt skulu tey verða stongd – so góðs tjóðanna kann verða flutt inn í teg, og kongar teirra við, sum fangar.

2
Esaias 60:12 Esaias

Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.

2
Esaias 60:13 Esaias

Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.

2
Esaias 60:14 Esaias

Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael.

2
Esaias 60:15 Esaias

Í staðin fyri at frammanundan øll høvdu vent tær bakið og hataðu teg, so eingin ferðaðist ígjøgnum teg, skal Eg gera teg til æviga dýrd, gleði mann eftir mann.

2
Esaias 60:16 Esaias

Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín.

2
Esaias 60:17 Esaias

Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær.

2
Esaias 60:18 Esaias

Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.

2
Esaias 60:19 Esaias

Sólin skal ikki longur vera ljós títt um dagin, og mánin skal ikki longur skína og lýsa hjá tær; nei, HARRIN skal vera æviga ljós títt, og Gud tín skal vera dýrd tín.

2