Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 26 av 27
Esaias 64:6 Esaias

Og eingin er, sum kallar á navn Títt, sum mennir seg upp at halda fast við Teg; tí Tú hevur fjalt ásjón Tína fyri okkum og latið okkum tærast burtur av misgerðum okkara.

2
Esaias 64:7 Esaias

Men nú, HARRI! Tú ert Faðir okkara; vit eru leirið, og Tú ert tann, ið evnar okkum til – handaverk Títt eru vit øll somul.

2
Esaias 64:8 Esaias

HARRI, ver ikki so út av lagi vreiður, minst ikki til ævigar tíðir misgerð! Nei, minst til, at vit eru fólk Títt øll somul!

2
Esaias 64:9 Esaias

Heilagu býir Tínir eru vorðnir oyðimørk; Zion er vorðið oyðimørk, Jerusalem liggur sum eyrdungi.

2
Esaias 64:10 Esaias

Heilaga, dýra tempul okkara, sum fedrarnir lovaðu Tær í, er brent upp, og alt, ið vit elskaðu, liggur í eyrdunga.

2
Esaias 64:11 Esaias

Fert Tú tá kortini at halda Teg frá okkum, HARRI? Fært Tú tagt og nívt okkum so svárt?

2
Esaias 65:1 Esaias

Eg var til reiðar at lurta eftir teimum, ið ikki spurdu eftir Mær; Eg var at finna fyri tey, ið ikki leitaðu eftir Mær; við tað fólk, ið ikki er kallað við navni Mínum, segði Eg: „Her eri Eg, her eri Eg!“

2
Esaias 65:2 Esaias

Allan dagin breiddi Eg út hendur Mínar til treiskt fólk, sum gongur leið, ið ikki er góð, eftir sínum egnu hugsanum,

2
Esaias 65:3 Esaias

fólk, sum altíð eggjar Meg til vreiði, beint upp í eyguni, sum ofrar í urtagørðum og brennir roykilsi á tigulsteinum,

2
Esaias 65:4 Esaias

sum situr í grøvunum og er náttina á loynistøðum, sum etur svínakjøt og hevur íløtini full av viðurstyggiligari súpan,

2
Esaias 65:5 Esaias

sum sigur: „Far frá mær, kom mær ikki nær, eg eri heilagur fyri Teg!“ Hesi menniskju eru Mær roykur í nøsini, eldur, ið brennur líðilangan dagin.

2
Esaias 65:6 Esaias

Men tað stendur skrivað fyri ásjón Míni: Eg skal ikki tagna, fyrrenn Eg fái lønt tað, ja, lønt teimum tað í fangið,

2
Esaias 65:7 Esaias

bæði misgerðir tykkara og misgerðir fedra tykkara – sigur HARRIN – at teir brendu roykilsi á fjøllunum og háðaðu Meg á heyggjunum; løn teirra skal Eg fyrst mála teimum í fangið.

2
Esaias 65:8 Esaias

So sigur HARRIN: Eins og sagt verður, táið løgur finst í vínberi: „Forkom tí ikki, tí signing er í tí!“ so skal Eg gera fyri teirra skuld, sum tæna Mær, og ikki forkoma øllum.

2
Esaias 65:9 Esaias

Eg skal lata ganga út avkom av Jákupi, og av Juda arvinga til fjøll Míni; hini útvaldu Míni skulu arva landið, og tænarar Mínir skulu búgva har;

2
Esaias 65:10 Esaias

Saron skal verða smáfæi beiti, og Akorsdalur neytum hvíldarstað, fólki Mínum til gagn, teimum, ið søkja Meg.

2
Esaias 65:11 Esaias

Men tit, ið venda HARRANUM bakið og gloyma heilaga fjall Mítt, sum borðreiða fyri Gad* og skeinkja Meni* kryddvín í steypið –

2
Esaias 65:12 Esaias

tykkum skal Eg geva upp til svørðið, og tit skulu allir noyðast at boyggja tykkum niður at verða dripnar – afturfyri at tit svaraðu ikki, táið Eg rópti, lurtaðu ikki, táið Eg talaði, men gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki.

2
Esaias 65:13 Esaias

Tí sigur Harrin HARRIN so: Tænarar Mínir skulu eta, men tit skulu svølta; tænarar Mínir skulu drekka, men tit skulu tysta; tænarar Mínir skulu gleðast, men tit skulu skammast;

2
Esaias 65:14 Esaias

tænarar Mínir skulu fegnast av hjartans gleði, men tit skulu rópa av hjartapínu og vena tykkum í vónloysi.

2
Esaias 65:15 Esaias

Tit skulu lata navn tykkara eftir, hinum útvaldu Mínum til illbøn, og Harrin HARRIN skal drepa teg; men tænarar Sínar skal Hann rópa við øðrum navni,

2
Esaias 65:16 Esaias

so at tann á jørðini, sum signar seg, skal signa seg í hinum trúfasta Gudi, og tann á jørðini, sum svør, skal svørja um hin trúfasta Gud. Tí hinar fyrru sorgirnar eru gloymdar og fjaldar fyri eygum Mínum.

2
Esaias 65:17 Esaias

Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug.

2
Esaias 65:18 Esaias

Men gleðið og frøið tykkum til ævigar tíðir um tað, ið Eg skapi! Tí Eg skapi Jerusalem til fagnað og fólkið har til frøi;

2
Esaias 65:19 Esaias

Eg skal fegnast um Jerusalem og gleðast í fólki Mínum; har skal ikki longur hoyrast grátur, og ei heldur skríggj.

2
Esaias 65:20 Esaias

Haðani skulu ikki aftur koma bróstabørn, ið liva bert nakrar fáar dagar, ei heldur gamal maður, ið nær ikki fullan aldur; nei, ungur maður skal tann vera, sum doyr hundrað ára gamal, og syndarin, ið er hundrað ára gamal, skal verða bannaður.

2
Esaias 65:21 Esaias

Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra;

2
Esaias 65:22 Esaias

ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.

2
Esaias 65:23 Esaias

Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða; tí tey eru ætt, signað av HARRANUM, og avkom sítt sleppa tey at hava hjá sær.

2
Esaias 65:24 Esaias

Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra.

2
Esaias 65:25 Esaias

Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.

2
Esaias 66:1 Esaias

So sigur HARRIN: Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín – hvat hús kunnu tit byggja Mær, og hvar er staðið, ið skuldi kunnað verið bústaður Mín!

2
Esaias 66:2 Esaias

Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til – sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum.

2
Esaias 66:3 Esaias

– Hann, ið drepur tarv, er sum hann, ið drepur mann; hann, ið ofrar lamb, er sum hann, ið brýtur hálsin á hundi; hann, ið ofrar matoffur, er sum hann, ið ofrar svínablóð; hann, ið brennir roykilsi, er sum hann, ið prísar avgudum. Eins og tey hava valt sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra gleðir seg í andstygdum teirra,

2
Esaias 66:4 Esaias

so skal Eg velja at gera teimum ilt, og tað, ið tey ræðast, skal Eg lata koma á tey – aftur fyri at eingin svaraði, táið Eg rópti, eingin lurtaði eftir, táið Eg talaði – nei, tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki.

2
Esaias 66:5 Esaias

Hoyrið orð HARRANS, tit, ið skelva fyri orði Hansara! Brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum frá sær fyri navns Míns skuld, siga: „Lat HARRAN vísa dýrd Sína, so vit fáa gleði tykkara at síggja!“ – Men teir skulu verða til skammar!

2
Esaias 66:6 Esaias

Hoyrið óljóðið úr býnum! Rødd hoyrist úr templinum, rødd HARRANS – Hann lønir fíggindum Sínum tað, ið teir hava gjørt!

2
Esaias 66:7 Esaias

Áðrenn hon* fekk ilt, átti hon; áðrenn verkirnir komu á hana, hevur hon átt drong.

2
Esaias 66:8 Esaias

Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! – síðani Zion átti børn síni, við tað sama sum hon fekk ilt.

2
Esaias 66:9 Esaias

Skuldi Eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verðið føtt! sigur HARRIN. Ella skuldi Eg, sum lati tað koma til, síðani stongt móðurlívið! sigur Gud tín.

2
Esaias 66:10 Esaias

Gleðist við Jerusalem og fegnist um hana, øll tit, ið elska hana! Frøist stórliga við henni, øll tit, ið syrgja um hana,

2
Esaias 66:11 Esaias

so tit kunnu súgva og mettast av lívgandi brósti hennara, súgva og gleðast av stóru dýrd hennara!

2
Esaias 66:12 Esaias

Tí so sigur HARRIN: Eg lati frið koma yvir hana eins og ánna og ríkidømi tjóðanna eins og løk, ið fløðir yvir bakkarnar, og tit skulu sleppa at súgva; á arminum skulu tit verða borin, og í fanginum skulu tit verða yndað.

2
Esaias 66:13 Esaias

Sum móðir uggar barn sítt, skal Eg troysta tykkum; í Jerusalem skulu tit verða troystað.

2
Esaias 66:14 Esaias

Tit skulu síggja tað, og hjarta tykkara skal gleðast; bein tykkara skulu grønkast sum grasið, og síggjast skal, at hond HARRANS er við tænarum Hansara, men at Hann er illur við fíggindar Sínar.

2
Esaias 66:15 Esaias

Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin – til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi;

2
Esaias 66:16 Esaias

tí við eldi skal HARRIN halda dóm og við svørði Sínum sláa alt hold, og mong skulu tey verða, ið HARRIN drepur.

2
Esaias 66:17 Esaias

Tey, sum halga og reinsa seg fyri urtagørðum* – fylgjandi einum, ið er mitt ímillum teirra – tey, sum eta svínakjøt og viðurstyggilig dýr, ja, mýs, skulu øll somul umkomast – sigur HARRIN.

2
Esaias 66:18 Esaias

Eg, Eg geri verk og hugsanir teirra til einkis; tann tíð kemur, táið Eg savni allar tjóðir og øll tungumál, og tey skulu koma og síggja dýrd Mína.

2
Esaias 66:19 Esaias

Og Eg skal gera tekin millum teirra og senda nøkur av teimum, sum undansloppin eru, til tjóðirnar, til Tarsis, Pul og Lud – bogamenninar – til Tubal og Javan, til oyggjarnar langt burtur, sum ikki hava hoyrt tíðindini um Meg og ikki sæð dýrd Mína; og tey skulu millum fólkasløgini kunngera dýrd Mína.

2