Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 23 av 27
Esaias 55:1 Esaias

Nú, øll tit, ið tysta – komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!

2
Esaias 55:2 Esaias

Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? – Lurtið eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál tykkara gleða seg í tí, sum feitt er.

2
Esaias 55:3 Esaias

Boyggið oyra tykkara og komið til Mín – hoyrið! So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu náði, ið Eg havi lovað Dávidi.

2
Esaias 55:4 Esaias

Til vitni fyri fólkasløg havi Eg sett Hann,* til høvdinga og Harra tjóðanna.

2
Esaias 55:5 Esaias

Fólk, ið tú ikki kennir, skalt tú kalla, og fólkasløg, ið ikki kenna teg, skulu koma rennandi til tín – fyri HARRANS Guds tíns skuld og fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann gevur tær dýrd.

2
Esaias 55:6 Esaias

Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær!

2
Esaias 55:7 Esaias

Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!

2
Esaias 55:8 Esaias

Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur HARRIN.

2
Esaias 55:9 Esaias

Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!

2
Esaias 55:10 Esaias

Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,

2
Esaias 55:11 Esaias

so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.

2
Esaias 55:12 Esaias

Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur.

2
Esaias 55:13 Esaias

Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtutrø, og tað skal vera HARRANUM til navn, til ævigt tekin, ið aldri skal verða útstrikað.

2
Esaias 56:1 Esaias

So sigur HARRIN: Aktið eftir tí, sum rætt er, og gerið rættvísi! Tí frelsa Mín kemur skjótt, og brátt skal rættvísi Mín verða opinberað.

2
Esaias 56:2 Esaias

Sælur er tann, ið ger hetta, tað menniskjabarn, ið heldur fast við tað – sum heldur sabbatin, so hann vanhalgar ikki hann, og sum varðar hond sína, so hon einki ilt ger.

2
Esaias 56:3 Esaias

Hin fremmandi, ið heldur seg til HARRAN, má ikki siga: „HARRIN fer vist at skilja meg frá fólki Sínum!“ Og geldingurin má ikki siga: „Eg eri følnað træ!“

2
Esaias 56:4 Esaias

Tí so sigur HARRIN: Geldingunum, ið vilja halda sabbatar Mínar, velja tað, ið Mær líkar, og halda fast við sáttmála Mín,

2
Esaias 56:5 Esaias

teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn, sum er betri enn synir og døtur – Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað.

2
Esaias 56:6 Esaias

Og hini fremmandu, sum halda seg til HARRAN, til at tæna Honum og elska navn HARRANS, til at vera tænarar Hansara – øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála Mín,

2
Esaias 56:7 Esaias

tey skal Eg leiða til heilaga fjall Mítt og gleða tey í bønhúsi Mínum; brennioffur og sláturoffur teirra skulu vera Mær til gleði á altari Mínum; tí hús Mítt skal kallast bønhús fyri allar tjóðir.

2
Esaias 56:8 Esaias

So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.

2
Esaias 56:9 Esaias

Øll dýr markarinnar, komið og etið – øll dýr í skóginum!

2
Esaias 56:10 Esaias

Vaktarar Ísraels eru blindir allir samlir, teir vita einki; allir samlir eru teir stummir hundar, sum ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma, teimum dámar at sova.

2
Esaias 56:11 Esaias

Og teir eru óðir eftir at eta, hesir hundarnir, teir fyllast ikki. Og slíkir menn eru hirðar, hesir, sum einki skilja! Hvør ein teirra hevur vent sær sín egna veg, hvør ein søkir sín egna vinning, frá hinum fyrsta til hin síðsta.

2
Esaias 56:12 Esaias

„Kom,* eg skal fara eftir víni, latið okkum drekka sterkan drykk, og sum dagurin í dag skal dagurin í morgin vera, stuttligur, heilt óførur!“

2
Esaias 57:1 Esaias

Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudsóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur.

2
Esaias 57:2 Esaias

Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram.

2
Esaias 57:3 Esaias

Men komið tit higar, tit børn gandakellingar, tú avkom horkals og horkvinnu!

2
Esaias 57:4 Esaias

Hvørjum er tað, tit halda frægd at! Hvørjum gálva tit eftir og rætta út tunguna! Eru tit ikki sjálv børn syndarinnar, avkom lyginnar

2
Esaias 57:5 Esaias

– tit, sum brenna av girnd undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum drepa børn í dølunum, niðri í klettagjáum!

2
Esaias 57:6 Esaias

Hinir hálu steinar dalanna eru lutur tín, teir hevur tú í part; ja, eisini teimum úthellir tú drykkjuoffur og bert fram matoffur – skal Eg lata slíkt um Meg ganga!

2
Esaias 57:7 Esaias

Á høgum, veldigum fjøllum reiddi tú legu tína; eisini niðan hagar fórt tú at ofra sláturoffur.

2
Esaias 57:8 Esaias

Og aftan fyri hurðina og durastavin setti tú minnismerki títt;* tú vendi tær frá Mær, klæddi teg nakna og fórt upp á leguna, gjørdi hana breiða og tingaði tær løn frá teimum;** tú elskaði at hava teir at liggja hjá tær, tú sást skomm teirra.

2
Esaias 57:9 Esaias

Tú fórt til kongin* við olju, og tú komst við mongum salvum, ið angaðu væl; tú sendi boð tíni langt burt, og tú fórt djúpt niður, líka í deyðaríkið.

2
Esaias 57:10 Esaias

Tú vart móð á longu ferð tíni; tó segði tú ikki: „Eg gevist!“ Nei, tú fanst nýggjan mátt í hond tíni; tí avmaktaðist tú ikki.

2
Esaias 57:11 Esaias

Hvønn ræddist og óttaðist tú, síðani tú gavst teg upp til lygnina og mintist ikki til Mín, legði tær tað ikki á hjarta? Er tað ikki so: Eg havi tagt, og tað líka frá fornum tíðum – og Meg óttaðist tú tí ikki!

2
Esaias 57:12 Esaias

Eg skal kunngera rættvísi tína og verk tíni – tey skulu einki bata tær!

2
Esaias 57:13 Esaias

Táið tú rópar – lat tá flokk tín* frelsa teg! Nei, vindur skal hava teir við sær allar samlar, vindblak skal sópa teir burt! Men tann, ið søkir sær skjól hjá Mær, skal arva landið og taka heilaga fjall Mítt í ogn.

2
Esaias 57:14 Esaias

Og sagt skal verða: „Gerið veg, gerið veg og slættið hann, takið hvørt ástoyt burtur av vegi fólks Míns!“

2
Esaias 57:15 Esaias

Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.

2
Esaias 57:16 Esaias

Ja, Eg skal ikki til ævigar tíðir stríðast og ikki allar dagar vera vreiður; tí tá hevði andin ørmaktast fyri ásjón Míni, sálirnar, ið Eg havi skapt.

2
Esaias 57:17 Esaias

Tað var fyri syndigu girnd hansara,* Eg varð vreiður og sló hann; Eg fjaldi ásjón Mína og var vreiður, og hann helt í fráfalli leið hjarta síns.

2
Esaias 57:18 Esaias

Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja.

2
Esaias 57:19 Esaias

Eg skal skapa ávøkst varra – frið, frið bæði langt burtur og nær – sigur HARRIN – og Eg grøði hann.

2
Esaias 57:20 Esaias

Men hini gudleysu eru sum havið í ódn; tað fær ikki verið stilt, og bylgjur tess skola upp móru og skarn.

2
Esaias 57:21 Esaias

– Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Gud mín.

2
Esaias 58:1 Esaias

Rópa, tað tú ert mentur, spar ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki Mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra!

2
Esaias 58:2 Esaias

Og Meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir Mínar at vita, sum tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki svikið rætt Guds síns. Tey krevja Meg eftir rættvísum dómum; tey vilja, at Gud skal koma teimum nær:

2
Esaias 58:3 Esaias

„Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?“ – Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum!

2
Esaias 58:4 Esaias

Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini.

2