hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 22 av 27Esaias 51:18 Esaias
– Av øllum børnunum, ið hon hevur føtt, er eingin, sum leiðir hana, og av øllum sonunum, ið hon hevur fostrað, er eingin, sum tekur í hond hennara.
Esaias 51:19 Esaias
Hesi bæði rámtu teg: – hvørjum tykist synd í tær! – Oyðing og undirgangur, hungur og svørð – hvussu skal Eg troysta teg!
Esaias 51:20 Esaias
Børn tíni lógu máttleys á hvørjum vegamóti, sum hjørturin í netinum – full av brennandi vreiði HARRANS, av hóttum Guds tíns.
Esaias 51:21 Esaias
Hoyr tí hetta, tú arma, tú, sum ert drukkin – men ikki av víni –!
Esaias 51:22 Esaias
So sigur HARRIN, Harri tín, Gud tín, Hann, sum flytur mál fólks Síns: Eg taki sløðriskálina úr hond tíni, hini stóru vreiðiskál Míni skalt tú ikki drekka meiri úr;
Esaias 51:23 Esaias
og Eg gevi kúgarum tínum hana í hondina, teimum, sum søgdu við teg: „Legg teg niður, so vit fáa gingið á tær!“ – Og tú gjørdi rygg tín jørðini líkan, teimum til veg, sum gingu eftir honum!
Esaias 52:1 Esaias
Vakna, vakna, lat teg í styrki tína, Zion! Lat teg í hátíðarbúna tín, Jerusalem, tú hin heilagi staður! Tí eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma inn í teg.
Esaias 52:2 Esaias
Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerusalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion!
Esaias 52:3 Esaias
Tí so sigur HARRIN: Fyri einki vórðu tit seld, og uttan pening skulu tit verða leyskeypt.
Esaias 52:4 Esaias
Ja, so sigur Harrin HARRIN: Í forðum fór fólk Mítt til Egyptalands at búgva har sum fremmant, og seinni kúgaði Assur tað við ongum rætti.
Esaias 52:5 Esaias
Og hvat skal Eg nú gera her? sigur HARRIN; fólk Mítt er jú flutt burtur fyri einki; teir, ið ráða yvir tí, reypa – sigur HARRIN – og uttan íhald verður navn Mítt spottað líðilangan dagin.
Esaias 52:6 Esaias
Tí skal fólk Mítt læra navn Mítt at kenna; tí skal tað tann dag læra at kenna, at Eg eri tann, ið sigur: „Hygg, her eri Eg!“
Esaias 52:7 Esaias
Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“
Esaias 52:8 Esaias
Hoyr! Vaktarar tínir lyfta upp røddina, teir fegnast allir samlir; tí beint fyri eygum sínum síggja teir HARRAN koma aftur til Zion.
Esaias 52:9 Esaias
Skerið í fagnaðarsong allar samlar, tit toftir Jerusalems! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, Hann endurloysir Jerusalem.
Esaias 52:10 Esaias
HARRIN ger beran heilaga arm Sín fyri eygum alra tjóða, og allir endar jarðarinnar fáa frelsu Guds okkara at síggja.
Esaias 52:11 Esaias
Avstað, avstað! Farið út haðani, nemið einki óreint! Farið út haðani, reinsið tykkum, tit, sum bera íløt HARRANS!
Esaias 52:12 Esaias
Tí ikki skulu tit fara út í skundi, og ikki skulu tit leypa avstað sum tey, ið flýggja; nei, HARRIN gongur undan tykkum, og Gud Ísraels gongur aftastur í flokki tykkara!
Esaias 52:13 Esaias
Tænari Mín skal bera Seg vísiliga at; Hann skal verða stórur og settur høgt og verða ógvuliga høgur.
Esaias 52:14 Esaias
Eins og mong ræddust at síggja Hann – so ómenniskjaliga vesalur sá Hann út, Hann líktist ikki menniskjabørnum –
Esaias 52:15 Esaias
so skal Hann fáa mong fólkasløg at hvøkka upp,* fyri Honum skulu kongar verða málleysir; tí tað, sum aldri var teimum sagt, hava tey sæð, og tað, sum tey aldri høvdu hoyrt, hava tey fingið at royna.
Esaias 53:1 Esaias
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Esaias 53:4 Esaias
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Esaias 53:8 Esaias
Við treinging og dómi varð Hann tikin burt – men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!
Esaias 53:9 Esaias
Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum – tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara.
Esaias 53:10 Esaias
Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara.
Esaias 53:11 Esaias
Afturfyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra.
Esaias 53:12 Esaias
Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong – afturfyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum.
Esaias 54:1 Esaias
Fegnast, tú ófruktbara, tú, ið ikki hevur føtt! Sker í gleðisong og ver fró, tú, sum ikki hevur havt verkir! Tí børn hinnar einsligu kvinnu eru fleiri enn hennara, sum hevur mann – sigur HARRIN.
Esaias 54:2 Esaias
Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!
Esaias 54:3 Esaias
Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir.
Esaias 54:4 Esaias
Óttast ikki – tú skalt ikki verða til skammar! Lat ikki spottið gera tær mun – tú skalt ikki standa vónbrotin! Nei, skomm ungdóms tíns skalt tú gloyma, og vanæru einkjutíðar tínar skalt tú ikki minnast longur.
Esaias 54:5 Esaias
Tí skapari tín er ektamaður tín – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara – og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.
Esaias 54:6 Esaias
Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður – hvør fer at havna hana! sigur Gud tín.
Esaias 54:7 Esaias
Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg.
Esaias 54:8 Esaias
Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær – sigur HARRIN, endurloysari tín.
Esaias 54:9 Esaias
Sum nóaflóð er hetta Mær; so sum Eg svór, at nóaflóð skuldi ikki koma yvir jørðina uppaftur, havi Eg nú svorið, at Eg skal ikki verða illur við teg ella deila teg.
Esaias 54:10 Esaias
Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast – sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.
Esaias 54:11 Esaias
Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;
Esaias 54:12 Esaias
Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!
Esaias 54:13 Esaias
Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.
Esaias 54:14 Esaias
Við rættvísi skalt tú verða grundfest; lat angist vera langt frá tær, tí tú skalt einki hava at óttast! Ver trygg fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma tær nær!
Esaias 54:15 Esaias
Taka teir seg saman ímóti tær, er tað ikki eftir vilja Mínum; teir, sum taka seg saman ímóti tær, skulu falla fyri tær.
Esaias 54:16 Esaias
Tað eri Eg, ið skapi smiðin, sum blæsur í koleldin og framleiðir amboð til verk sítt, og tað eri Eg, ið skapi oyðaran til at forkoma.
Esaias 54:17 Esaias
Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.