hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 21 av 27Esaias 49:5 Esaias
Og nú sigur HARRIN, sum frá móðurlívi hevur gjørt Meg til tænara Sín, til at leiða Jákup aftur til Sín og savna Ísrael fyri Seg – og Eg eri dýrmætur í eygum HARRANS, og Gud Mín er vorðin styrki Mín –
Esaias 49:6 Esaias
Hann sigur: „Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels – nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!“
Esaias 49:7 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari Ísraels, hin heilagi í Ísrael, við Hann, sum er vanvirdur av hvørjum menniskja, við Hann, sum býður fólki ímóti, við Hann, sum er trælur kúgara: Kongar skulu síggja tað og reisa seg, høvdingar skulu síggja tað og kasta seg niður – fyri HARRANS skuld, Hansara, sum er trúfastur, fyri hins Heilaga Ísraels skuld, Hansara, sum útvaldi Teg.
Esaias 49:8 Esaias
So sigur HARRIN: Í náðistundini bønhoyri Eg Teg, frelsudagin hjálpi Eg Tær, og Eg skal varðveita Teg og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, so Tú skalt fáa landið aftur á føtur, skifta sundur arvalutirnar, sum liggja í oyði,
Esaias 49:9 Esaias
og siga við fangarnar: „Farið út!“ við tey, sum í myrkri eru: „Komið fram!“ Gras skulu tey finna fram við vegnum, og allir hinir naknu heyggjar skulu vera teimum beiti.
Esaias 49:10 Esaias
Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skal saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum.
Esaias 49:11 Esaias
Og Eg skal gera øll fjøll Míni til vegir, og allar gøtur Mínar skulu hækkast.
Esaias 49:12 Esaias
Hygg, tey koma úr fjarløgu, summi norðaneftir, summi vestaneftir, og summi úr Sinimslandi!
Esaias 49:13 Esaias
Lovsyngið, tit Himlar, fegnast, tú jørð! Tit fjøll, skerið í gleðiróp! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, og hinum ørmu Sínum vísir Hann miskunn.
Esaias 49:14 Esaias
Zion segði: „HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!“
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Esaias 49:16 Esaias
Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!
Esaias 49:17 Esaias
Børn tíni koma rennandi; teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, skulu fara frá tær.
Esaias 49:18 Esaias
Lyft eygunum og hygg rundan um teg: Tey savna seg øll somul, tey koma til tín! So satt sum Eg livi – sigur HARRIN – skalt tú lata teg í tey øll somul sum prýði og binda tey um teg sum brúður!
Esaias 49:19 Esaias
Tí toftir tínar og oyðistøð tíni og herjaða land títt – sanniliga, nú skalt tú vera teimum ov trong, sum búgva har, og teir, sum løgdu teg í oyði, skulu vera langt burtur!
Esaias 49:20 Esaias
Enn skalt tú fáa at hoyra børnini frá døgunum, ið tú satst barnleys, siga: „Plássið er mær ov trongt – førka teg, so eg fái búð her!“
Esaias 49:21 Esaias
Tá skalt tú siga í hjartanum: „Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og ófruktbør, í útlegd og burtrikin! Og hvør hevur fostrað hesi? Eg sat jú einslig eftir! Hvar vóru tá hesi?“
Esaias 49:22 Esaias
So sigur Harrin HARRIN: Eg skal lyfta hond Míni til heidningarnar og reisa merki Mítt fyri fólkasløgunum, og tey skulu koma við sonum tínum í favninum, og døtur tínar skulu tey bera á økslini.
Esaias 49:23 Esaias
Kongar skulu vera fosturfedrar tínir, drotningar teirra daddur tínar; tey skulu kasta seg á andlitið til jarðar fyri tær og sleikja dust fóta tína; og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN, og at tey, sum bíða eftir Mær, skulu ikki verða til skammar.
Esaias 49:24 Esaias
Kann nakar taka herfongin frá hinum sterka, ella kunnu fangar sleppa frá honum, sum teir av røttum tilhoyra!
Esaias 49:25 Esaias
Ja! Tí so sigur HARRIN: Bæði skulu fangarnir verða tiknir frá hinum sterka, og herfongur yvirgangskropsins skal sleppa, og Eg skal standa teimum ímóti, sum standa tær ímóti, og børn tíni skal Eg frelsa.
Esaias 49:26 Esaias
Eg skal lata teir, ið kúga teg, eta sítt egna kjøt, og av sínum egna blóði skulu teir verða druknir sum av vínberjaløgi, og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, at hin veldigi Jákups er endurloysari tín.
Esaias 50:1 Esaias
So sigur HARRIN: Hvar er skilnaðarbræv móður tykkara, sum Eg havi rikið hana burtur við! Ella hvørjum av teimum, ið hava nakað at krevja Meg eftir, havi Eg selt tykkum! Nei, aftur fyri misbrot tykkara eru tit seld, og aftur fyri synd tykkara er móðir tykkara rikin burtur!
Esaias 50:2 Esaias
Hví var eingin har, táið Eg kom? Hví svaraði eingin, táið Eg rópti? Er hond Mín ov stutt til at frelsa! Er eingin máttur hjá Mær til at bjarga! Við hóttan Míni turki Eg upp havið, geri Eg áir til oyðimørk, so fiskarnir í teimum rotna, tí einki vatn er, og doyggja av tosta;
Esaias 50:3 Esaias
Eg klæði himmalin í svart og sveipi hann í syrgibúna.
Esaias 50:4 Esaias
Harrin HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við orði Mínum; hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt, Hann vekur tað, so Eg skal hoyra, sum lærisveinar hoyra.
Esaias 50:5 Esaias
Harrin HARRIN hevur latið upp oyra Mítt, og Eg stóð ikki ímóti, Eg bar Meg ikki undan;
Esaias 50:6 Esaias
bak Mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu Meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti.
Esaias 50:7 Esaias
Men Harrin HARRIN skal hjálpa Mær! Tí verði Eg ikki til skammar; tí havi Eg gjørt andlit Mítt hart sum stein, og Eg veit, at Eg skal ikki standa vónbrotin.
Esaias 50:8 Esaias
Hann er nær, sum hjálpir Mær til rætt Mín – hvør ætlar at stríðast við Meg? Latið okkum stíga fram saman! Hvør er mótpartur Mín? Hann komi higar til Mín!
Esaias 50:9 Esaias
Harrin HARRIN skal hjálpa Mær – hvør er tann, ið ætlar at dómfella Meg! Teir skulu allir samlir detta sundur sum gamalt plagg, mølur skal eta teir upp.
Esaias 50:10 Esaias
Hvør er millum tykkara, sum óttast HARRAN, sum lurtar eftir tænara Hansara? – Táið hann gongur í myrkri, og einki ljós lýsir honum, líti hann tá á navn HARRANS og styði seg á Gud sín!
Esaias 50:11 Esaias
Men allir tit, sum kveikja eld, sum vápna tykkum við brennandi pílum – farið sjálvir inn í loga elds tykkara og millum pílarnar, ið tit fingu at brenna! – Frá hond Míni skal hetta ráma tykkum: Í pínu skulu tit koma at liggja!
Esaias 51:1 Esaias
Hoyrið Meg, tit, sum stevna eftir rættvísi, tit, sum søkja HARRAN! Skoðið bergið, sum tit eru brotin úr, og námið, sum tit eru høgd út úr!
Esaias 51:2 Esaias
Hyggið á Ábraham, faðir tykkara, og á Sáru, sum føddi tykkum! Tí meðan hann enn ikki var meir enn ein, kallaði Eg hann, og Eg signaði hann og gjørdi hann til mong.
Esaias 51:3 Esaias
Tí HARRIN troystar Zion, troystar allar toftirnar har; Hann ger oyðimørkina har Eden líka og heiðina har sum urtagarð HARRANS; frøi og gleði skulu vera har, tøkk og lovsongur.
Esaias 51:4 Esaias
Hoyr Meg, fólk Mítt! Lurta eftir Mær, tú samkoma Mín! Tí lóg skal ganga út frá Mær, og rætt Mín skal Eg seta tjóðunum til ljós.
Esaias 51:5 Esaias
Rættvísi Mín er nær, frelsa Mín kemur undan, og armar Mínir skulu hjálpa fólkunum til rætt; eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra.
Esaias 51:6 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey, sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa Mín skal vara til ævigar tíðir, og rættvísi Mín skal aldri halda uppat.
Esaias 51:7 Esaias
Lurtið eftir Mær, tit, sum kenna rættvísi, tú fólk, sum hevur lóg Mína í hjartanum! Óttist ikki spott menniskjanna, og ræðist ikki háðorð teirra!
Esaias 51:8 Esaias
Tí mølur skal eta tey upp sum plagg, og maðkur skal eta tey upp sum ull; men rættvísi Mín skal vara til ævigar tíðir, og frelsa Mín mann eftir mann.
Esaias 51:9 Esaias
Vakna, vakna, lat teg í styrki, tú armur HARRANS! Vakna, sum í gomlum døgum, sum í fornum tíðum! Var tað ikki tú, sum feldi Rahab og stakst havódýrið!
Esaias 51:10 Esaias
Var tað ikki tú, sum turkaði upp havið, vatnið í hinum stóra djúpi, og sum gjørdi havsbotnin til veg, so hitt frelsta fólkið fekk gingið ígjøgnum tað!
Esaias 51:11 Esaias
Ja, endurloystu HARRANS skulu koma aftur og koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði skulu tey fáa, sorg og suff skulu flýggja.
Esaias 51:12 Esaias
Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum. – Hvør ert tú, at tú ræðist menniskjað, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt,
Esaias 51:13 Esaias
og gloymir HARRAN, skapara tín, Hann, sum tandi út himmalin og grundfesti jørðina, og altíð – allan dagin – óttast vreiði kúgarans, táið hann ger seg til at oyða! – Hvar er tá vreiði kúgarans?
Esaias 51:14 Esaias
Skjótt skal tann verða loystur, sum í leinkjum liggur; hann skal ikki doyggja og fara í grøvina, og honum skal ikki fattast breyð.
Esaias 51:15 Esaias
Tí Eg eri HARRIN Gud tín, sum øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
Esaias 51:16 Esaias
Og Eg legði orð Míni í munn tín og fjaldi teg undir skugga handar Mínar – til at planta himmalin og grundfesta jørðina og siga við Zion: „Tú ert fólk Mítt!“
Esaias 51:17 Esaias
Vakna, vakna, reis teg, Jerusalem, tú, sum av hond HARRANS hevur fingið vreiðiskál Hansara at drekka! Hina stóru sløðriskál hevur tú drukkið úr – til síðsta dropa.