hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 20 av 27Esaias 46:5 Esaias
Hvønn ætla tit at líkna Meg við og meta Meg javnt við? Hvønn ætla tit at líkna Meg saman við, so vit skuldu verið líka?
Esaias 46:6 Esaias
Teir stoyta gull úr punginum og viga silvur á vektini; so leiga teir gullsmið, sum skal gera tað til gud, sum teir kunnu falla niður fyri og tilbiðja;
Esaias 46:7 Esaias
teir lyfta honum; teir bera hann á økslini og seta hann, har sum hann skal standa; har stendur hann og flytur seg ikki úr staði; um onkur rópar til hansara, svarar hann ikki og bjargar honum ikki úr neyð.
Esaias 46:8 Esaias
– Minnist til hetta og latið tykkum siga! Leggið tykkum tað á hjarta, tit fráfalnu!
Esaias 46:9 Esaias
Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum – at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er sum Eg,
Esaias 46:10 Esaias
Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: „Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!“
Esaias 46:11 Esaias
– Eg, sum rópi rovfugl eystaneftir, úr landi langt burtur mann, ið skal útinna ráð Mítt; Eg havi sagt tað, og Eg skal eisini lata tað koma, Eg havi upphugsað tað, og Eg skal eisini fullføra tað.
Esaias 46:12 Esaias
Lurtið eftir Mær, tit sterku andar, tit, sum eru langt burtur frá rættvísi!
Esaias 46:13 Esaias
Eg lati rættvísi Mína koma nær, hon er ikki langt burtur; og frelsa Mín drálar ikki; Eg gevi frelsu í Zion og gevi Ísrael dýrd Mína.
Esaias 47:1 Esaias
Kom niður og set teg í dustið, tú moyggin, dóttir Bábel! Set teg á jørðina hásætisleysa, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt hin fína, vandna.
Esaias 47:2 Esaias
Far á kvørnina og mal korn, legg burtur slørið, tak klæðini upp um teg, ger beinið bert og vaða um áir!
Esaias 47:3 Esaias
Skomm tín skal verða ber, og vanæra tín skal verða sædd; hevnd skal Eg taka og einki menniskja spara.
Esaias 47:4 Esaias
Endurloysari okkara – navn Hansara er HARRIN Gud herskaranna, hin heilagi í Ísrael.
Esaias 47:5 Esaias
Sit tigandi og far inn í myrkrið, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt drotning ríkjanna.
Esaias 47:6 Esaias
Eg var illur við fólk Mítt, vanhalgaði arv Mín og gav tey í hendur tínar; tú vísti teimum onga miskunn – enntá hin gamla mannin lætst tú ok títt níva hart!
Esaias 47:7 Esaias
Og tú segði: „Til ævigar tíðir skal eg sita sum drotning!“ – so tú legði tær ikki hetta* á hjarta og hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða.
Esaias 47:8 Esaias
Hoyr tí nú hetta, tú, sum livir í lystum tínum, sum situr so trygg, tú, sum sigur í hjartanum: „Eg og eingin annar! Eg skal ikki sita einkja og ikki vita, hvat tað er at vera barnleys!“
Esaias 47:9 Esaias
– Men bæði hesi skulu koma á teg snøggliga – sama dag – tú skalt verða bæði barnleys og einkja; í fullum máli skal tað koma á teg, hvussu nógv tú so roynir teg í gandabrøgdum tínum og hinum mongu gyklingum tínum!
Esaias 47:10 Esaias
Tú heltst teg sita trygga í óndskapi tínum, tú segði: „Eingin sær meg!“ Vísdómur tín og kunnskapur tín, teir hava villleitt teg, so tú segði í hjartanum: „Eg og eingin annar!“
Esaias 47:11 Esaias
Tí skal koma á teg vanlukka, sum tú ikki ert ment at gykla burtur; oyðing skal ráma teg, sum tú ikki ert ment at venda frá tær, og undirgangur skal knappliga koma á teg, táið tú minst varir tað.
Esaias 47:12 Esaias
Stíg tá fram við gyklingum tínum og hinum mongu gandabrøgdum tínum, sum tú hevur pøst teg við, frá tí tú vart ung! Kanska tú kanst hjálpa tær við teimum, kanska tú kundi stygt burt vanlukkuna!
Esaias 47:13 Esaias
Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum – lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma!
Esaias 47:14 Esaias
Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um!
Esaias 47:15 Esaias
So gongst tær við teimum, ið tú hevur gjørt tær ómak fyri, teimum, ið hava handlað við teg, frá tí tú vart ung – teir renna higar og hagar, hvør í ætt sína, og har er eingin, ið frelsir teg.
Esaias 48:1 Esaias
Hoyrið hetta, tit av húsi Jákups, tit, sum eru nevnd við navni Ísraels og eru runnin úr keldu Juda, tit, sum svørja um navn HARRANS og prísa Gudi Ísraels, men ikki í sannleika og rættvísi!
Esaias 48:2 Esaias
– Tí eftir hinum heilaga staði kalla tey seg, og á Gud Ísraels styðja tey seg, á Hann, hvørs navn er HARRIN Gud herskaranna –.
Esaias 48:3 Esaias
Tað, sum áður hevur hent, havi Eg langt síðani kunngjørt; av munni Mínum gekk tað út, og Eg boðaði tað; skundisliga setti Eg tað í verk, og tað kom.
Esaias 48:4 Esaias
Av tí at Eg visti, at tú ert harður, at hálsur tín er jarnsina, og panna tín av kopari,
Esaias 48:5 Esaias
so kunngjørdi Eg tær tað langt síðani; áðrenn tað kom, boðaði Eg tær tað, so tú skuldi ikki siga: „Gudamynd mín hevur gjørt tað, útskorna og stoypta mynd mín hevur stýrt tí so!“
Esaias 48:6 Esaias
Tú hevur hoyrt tað – nú kanst tú síggja tað alt samalt! Og tit, noyðast tit ikki at viðganga tað! Nú kunngeri Eg tær nakað nýtt, tað, sum dult er, og sum tú ikki hevur vitað um.
Esaias 48:7 Esaias
Nú er tað skapt, og ikki langt síðani, og fyrrenn í dag hevði tú ikki hoyrt tað – so tú skuldi ikki siga: „Hatta visti eg!“
Esaias 48:8 Esaias
Tú hevur hvørki hoyrt tað ella vitað tað, ei heldur er oyra títt langt síðani upplatið; tí Eg visti, at tú ert trúleysur og hevur frá móðurlívi verið róptur fráfallin.
Esaias 48:9 Esaias
Fyri navns Míns skuld eri Eg langmóðigur, og fyri lovs Míns skuld haldi Eg vreiði Míni aftur, so tú verður ikki týndur.
Esaias 48:10 Esaias
Eg reinsi teg, men ikki sum silvur, Eg royni teg í líðingarovni.
Esaias 48:11 Esaias
Fyri Mína skuld, fyri Mína skuld geri Eg tað; tí hvussu skuldi Eg kunnað latið navn Mítt verðið vanhalgað! – Og dýrd Mína gevi Eg ongum øðrum.
Esaias 48:12 Esaias
Lurta eftir Mær, Jákup, og tú Ísrael, sum Eg havi kallað! Eg eri Gud; Eg eri hin fyrsti, Eg eri eisini hin síðsti.
Esaias 48:13 Esaias
Hond Mín hevur grundað jørðina, og høgra hond Mín hevur tant út himmalin; Eg kalli á tey, og so standa tey har bæði.
Esaias 48:14 Esaias
Savnið tykkum øll saman og hoyrið! Hvør teirra* hevur kunngjørt hetta! Hann, sum HARRIN elskar**, skal fullføra vilja Hansara á Bábel og vera armur Hansara móti Kaldearum.
Esaias 48:15 Esaias
Eg, Eg havi talað; Eg havi eisini kallað hann; Eg havi leitt hann fram, so at eydnan hevur fylgt honum.
Esaias 48:16 Esaias
Komið higar til Mín og hoyrið hetta! Frá upphavi havi Eg ikki talað í loyndum; táið tíðin kom, at tað skuldi henda, var Eg har. – Og nú hevur Harrin HARRIN sent meg* og Anda Sín.
Esaias 48:17 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari tín, hin heilagi í Ísrael: Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga.
Esaias 48:18 Esaias
Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar;
Esaias 48:19 Esaias
tá skuldi avkom títt verðið sum sandurin, lívsfrukt tín sum sandkornini; navn hennara skuldi ikki verðið oytt og ikki útstrikað fyri ásjón Míni.
Esaias 48:20 Esaias
Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldearum! Boðið hetta, kunngerið tað við fagnaðarrødd, útbreiðið tað líka at enda jarðarinnar, sigið: „HARRIN hevur endurloyst Jákup, tænara Sín!“
Esaias 48:21 Esaias
Tey tystu ikki; um oyðimørkina leiddi Hann tey; vatn úr klettinum læt Hann renna til teirra; Hann kleyv klettin, og vatn rann fram.
Esaias 48:22 Esaias
– Hini gudleysu hava ongan frið! sigur HARRIN.
Esaias 49:1 Esaias
Hoyrið Meg, tit oyggjar, lurtið eftir, tit fólk langt burtur! HARRIN hevur frá móðurlívi kallað Meg, Hann hevur frá móðurfangi nevnt navn Mítt.
Esaias 49:2 Esaias
Hann hevur gjørt munn Mín til hvast svørð og fjalt Meg í skugga handar Sínar! Hann hevur gjørt Meg til blankan píl og loynt Meg í pílahúsa Sínum.
Esaias 49:3 Esaias
Og Hann segði við Meg: „Tú ert tænari Mín, Tú ert Ísrael, sum eg skal opinbera dýrd Mína á!“
Esaias 49:4 Esaias
Men Eg segði: „Til einkis havi Eg arbeitt Meg móðan, til onga nyttu havi Eg oytt kraft Mína!“ – Men kortini er rættur Mín hjá HARRANUM, og løn Mín hjá Gudi Mínum!