hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 19 av 27Esaias 44:8 Esaias
Óttist ikki og ræðist ikki! Havi Eg ikki langt síðani latið teg hoyra tað og kunngjørt tær tað! Tit eru vitni Míni. Er nakar annar Gud enn Eg! Eingin klettur er, Eg veit ongan!
Esaias 44:9 Esaias
Teir, ið gera útskornar myndir, eru einki allir samlir; kæru gudar teirra eru til onga nyttu, og tey, sum geva teimum vitnisburð, síggja ikki og vita ikki – fyri at tey skulu verða til skammar!
Esaias 44:10 Esaias
Hvør hevur gjørt gud og stoypt mynd – til onga nyttu?
Esaias 44:11 Esaias
Nei, allir teir, ið halda seg til hana, skulu verða til skammar – og meistararnir eru jú menniskju sjálvir! Lat teir koma saman allar samlar, lat teir stíga fram! Teir skulu ræðast, teir skulu verða til skammar – hvør ein!
Esaias 44:12 Esaias
Jarnsmiðurin nýtir meitil sín og arbeiðir við koleld; hann evnar myndina til við homrum og arbeiðir upp á hana við sterka armi sínum; hann verður svangur, meðan hann arbeiðir, og máttleysur; hann drekkur ikki vatn, og verður linur.
Esaias 44:13 Esaias
Træsmiðurin strekkir út máliband og merkir fyri við stift, telgir træið til við knívi og merkir fyri við passara; hann ger tað vorðið sum menniskju, sum vakran mann, at standa í húsi.
Esaias 44:14 Esaias
Ein fer og høggur sedristrø, tekur steineik og eik og velur sær eitt av trøunum í skóginum; hann plantar furutræ, og regnið ger, at tað veksur.
Esaias 44:15 Esaias
Og maðurin nýtir tað til brenni; hann tekur av tí og vermir seg við tí; hann kyndir eisini upp og bakar breyð við tí – og so ger hann eisini gud av tí og tilbiður hann, hann ger útskorna mynd av tí og leggur seg á knæ fyri tí!
Esaias 44:16 Esaias
Helvtina av tí brennir hann upp; við ta helvtina steikir hann kjøtið, sum hann skal eta; hann steikir steik og mettar seg; hann vermir seg eisini og sigur: „Á, nú varð eg heitur, eg kenni hitan!“
Esaias 44:17 Esaias
– Og av tí, ið eftir er, ger hann gud, útskorna mynd, sum hann leggur seg á knæ fyri og tilbiður, biður til og sigur við: „Frels meg, tú ert Gud mín!“
Esaias 44:18 Esaias
– Teir skilja einki, teir fata einki, tí Hann* hevur klínt eygu teirra saman, so teir síggja einki, hert hjarta teirra, so teir skilja einki!
Esaias 44:19 Esaias
Hann* leggur sær tað ikki á hjarta, og hann hevur ikki so frægt vit og skil, at hann sigur: „Helvtina av tí havi eg brent; eg havi eisini bakað breyð við gløðurnar; eg havi steikt kjøt og etið – og tað, ið eftir er, skuldi eg gjørt til andstygd,** fyri træspreki skuldi eg lagt meg á knæ!“
Esaias 44:20 Esaias
– Tann, ið heldur seg til tað, sum einki er uttan øska, hevur dárað hjarta fingið av leið, so hann bjargar ikki sál síni og sigur: „Tað er jú lygn, hetta, sum eg haldi í høgru hond!“
Esaias 44:21 Esaias
– Minst til hetta, Jákup, tú Ísrael, tí tú ert tænari Mín! Eg havi skapt teg, tú ert tænari Mín; Ísrael, tú skalt ikki verða gloymt av Mær!
Esaias 44:22 Esaias
Sum toku havi Eg latið misgerðir tínar hvørva og sum skýggj syndir tínar – vend við til Mín, tí Eg havi frelst teg!
Esaias 44:23 Esaias
Fegnist, tit Himlar! Tí HARRIN hevur útint verk Sítt. Frøist, tit djúp jarðarinnar! Skerið í gleðiróp, tit fjøll, tú skógur og hvørt træ í tær! Tí HARRIN hevur frelst Jákup og opinberar dýrd Sína á Ísrael.
Esaias 44:24 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari tín, Hann, sum longu í móðurlívi skapti teg: Eg eri HARRIN, sum ger alt, sum einsamallur tandi út himmalin og breiddi út jørðina – hvør hjálpti Mær! –
Esaias 44:25 Esaias
sum ger til einkis tekin lygnaranna og ger spámenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og ger vísdóm teirra til dárskap,
Esaias 44:26 Esaias
sum staðfestir orð tænara Sína og fullførir ráð sendiboða Sína, sum sigur um Jerusalem: „Har skal fólk búgva!“ og um býirnar í Juda: „Teir skulu byggjast upp aftur, toftirnar har reisi Eg aftur!“ –
Esaias 44:27 Esaias
sum sigur við djúpið: „Verð turt, streymar tínar lati Eg torna upp!“ –
Esaias 44:28 Esaias
sum sigur um Kýrus: „Hann er hirði Mín!“ Allan vilja Mín skal hann fullføra og siga um Jerusalem: „Tað skal byggjast upp aftur, og templið skal verða grundað!“
Esaias 45:1 Esaias
So sigur HARRIN við salvaða Sín, við Kýrus, sum Eg haldi í høgru hond á, til at leggja tjóðirnar til jarðar fyri ásjón hansara og loysa beltið av lendum konga, til at lata honum dyr upp, so eingi portur skulu vera stongd:
Esaias 45:2 Esaias
Eg skal sjálvur ganga undan tær, og heyggjar skal Eg javna; koparportur skal Eg bróta, og jarnsláir skal Eg høgga sundur.
Esaias 45:3 Esaias
Eg skal geva tær skattir, ið eru fjaldir í myrkri, og ríkidømi, ið er hult á loyniligum støðum – so tú kanst sanna, at tað eri Eg, HARRIN, sum hevur kallað teg við navni – Eg, Gud Ísraels.
Esaias 45:4 Esaias
Fyri Jákups, tænara Míns, skuld, og fyri Ísraels, útvalda Míns, skuld, kallaði Eg teg við navni, gav tær heiðursnavn, tóat tú kendi Meg ikki.
Esaias 45:5 Esaias
Eg eri HARRIN, og eingin annar, eingin annar Gud er enn Eg; Eg vápnaði teg, tóat tú kendi Meg ikki –
Esaias 45:6 Esaias
so tey bæði í eystri og í vestri skulu sanna, at eingin annar er enn Eg; Eg eri HARRIN, og eingin annar,
Esaias 45:7 Esaias
Eg, sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku – Eg, HARRIN, eri tann, ið ger alt hetta.
Esaias 45:8 Esaias
Dryppið, tit himlar, omanífrá, og rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opnist og lati spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp! Eg, HARRIN, skapi hetta.
Esaias 45:9 Esaias
Vei honum, ið trætir við skapara sín – pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: „Hvat kanst tú gera!“ Og kann verk títt siga um teg: „Hann hevur ongar hendur!“
Esaias 45:10 Esaias
Vei honum, ið sigur við faðir sín: „Hvørji børn kanst tú fáa!“ og við konuna: „Hvørji børn kanst tú eiga!“
Esaias 45:11 Esaias
So sigur HARRIN, hin heilagi í Ísrael, Hann, sum skapti tað: Spyrjið Meg um tað, ið kemur! Latið Meg hava umsorgan fyri børnum Mínum og fyri handaverki Mínum!
Esaias 45:12 Esaias
Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.
Esaias 45:13 Esaias
Eg havi vakt hann* upp í rættferð, og allar vegir hansara skal Eg javna; hann skal byggja upp bý Mín og leysgeva fólk Mítt, sum burt er flutt, ikki fyri løn og ikki fyri gávu – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 45:14 Esaias
So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: „Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!“
Esaias 45:15 Esaias
– Sanniliga, Tú ert Gud, sum fjalir Seg, Tú Gud Ísraels, Tú frelsari!
Esaias 45:16 Esaias
Teir verða allir til spott og til skammar, allir noyðast teir at ganga har við vanæru, avgudasmiðirnir!
Esaias 45:17 Esaias
Ísrael verður frelst í HARRANUM við ævigari frelsu; í allar ævir skulu tit ikki verða til spott og til skammar.
Esaias 45:18 Esaias
Tí so sigur HARRIN, sum skapti himmalin, Hann, sum er Gud, Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana – ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana: Eg eri HARRIN, og eingin annar!
Esaias 45:19 Esaias
Ikki í loyndum havi Eg talað, ikki á staði í myrkum landi; Eg havi ikki sagt við ætt Jákups: „Søkið Meg til einkis!“ – Eg, HARRIN, tali rættvísi, kunngeri tað, ið rætt er.
Esaias 45:20 Esaias
Savnið tykkum og komið, stígið fram øll somul, tit, sum undansloppin eru av tjóðunum! Teir vita einki, teir, ið bera træmyndir sínar og biðja til gud, ið ikki er mentur at frelsa.
Esaias 45:21 Esaias
Kunngerið og sigið frá! Ja, ráðføri teir seg hvør við annan! Hvør hevur boðað hetta frá fornum tíðum, kunngjørt tað langt síðani! Man tað ikki vera Eg, HARRIN! Og eingin annar Gud er enn Eg, eingin rættvísur og frelsandi Gud er uttan Eg.
Esaias 45:22 Esaias
Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar!
Esaias 45:23 Esaias
Um Meg sjálvan havi Eg svorið, av munni Mínum er sannleiki gingin út, orð, ið ikki skal verða tikið aftur: Fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, Mær skal hvør tunga svørja trúskap!
Esaias 45:24 Esaias
„Bert í HARRANUM“ – skulu tey siga – „er rættvísi og styrki!“ Til Hansara skulu teir koma við skomm, allir teir, sum brenna av vreiði móti Honum.
Esaias 45:25 Esaias
Í HARRANUM skulu tey fáa rætt sín, og av Honum skulu tey rósa sær, alt fólk Ísraels.
Esaias 46:1 Esaias
Bel* hoknar, Nebo* dettur umkoll; myndir teirra verða givnar dýrum og fæi; teir, ið tit bóru,** verða lagdir sum byrði á móð kríatúr.
Esaias 46:2 Esaias
Teir detta umkoll, hokna allir samlir; teir fáa ikki bjargað byrðini, og sjálvir noyðast teir at fara í útlegd.
Esaias 46:3 Esaias
Lurtið eftir Mær, tit av húsi Jákups og øll tit, sum eftir eru av húsi Ísraels, tit, ið frá móðurlívi eru løgd á Meg, og sum Eg frá móðurfangi havi borið!
Esaias 46:4 Esaias
Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.