Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 18 av 27
Esaias 42:11 Esaias

Oyðimørkin og býir hennara skulu lyfta upp røddina, tjaldbýirnir, har Kedar býr; tey, sum á fjøllunum búgva, skulu fegnast; av fjallatindunum skulu tey rópa hart.

2
Esaias 42:12 Esaias

Tey skulu geva HARRANUM dýrd og kunngera prís Hansara á oyggjunum.

2
Esaias 42:13 Esaias

HARRIN heldur avstað sum hetja; Hann skal eggja upp vreiði Sína sum bardagamaður; Hann skal rópa hart, ja brøla; móti fíggindum Sínum skal Hann vísa mátt Sín.

2
Esaias 42:14 Esaias

Eg havi tagt langa tíð, Eg talaði ikki, Eg helt Mær. Men nú skal Eg rópa sum kvinnan, ið føðir, Eg skal tiva og kikka eftir ondini.

2
Esaias 42:15 Esaias

Eg skal leggja fjøll og heyggjar í oyði og lata allar urtir har torna upp; Eg skal gera áir til land og turka upp tjarnir.

2
Esaias 42:16 Esaias

Eg skal leiða blind á veg, ið tey kenna ikki; á gøtum, ið tey kenna ikki, skal Eg lata tey ganga; Eg skal fyri ásjón teirra gera myrkur til ljós og hitt óslætta land til slætta – hetta er tað, ið Eg skal gera, vissuliga skal Eg ikki lata tað vera ógjørt.

2
Esaias 42:17 Esaias

Víkja skulu tey og stórliga verða til skammar, tey, sum líta á útskornar myndir og siga við stoyptar myndir: „Tit eru gudar okkara!“

2
Esaias 42:18 Esaias

Tit deyvu, hoyrið! Og tit blindu, latið upp eyguni og hyggið!

2
Esaias 42:19 Esaias

Hvør er blindur, um ikki tænari Mín, og deyvur sum sendiboð Mítt! Hvør er blindur sum trúnaðarmaður Mín, blindur sum tænari HARRANS!

2
Esaias 42:20 Esaias

Tú hevur sæð mangt, men tú gevur tí ikki gætur! – Hann hevur upplatin oyru, men hann hoyrir ikki!

2
Esaias 42:21 Esaias

Fyri rættvísi Sínar skuld er tað vilji HARRANS at lyfta lógini til stórleika og heiður.

2
Esaias 42:22 Esaias

Men hetta er rænt og herjað fólk; tey liggja øll somul bundin í holum og fjald í fangahúsum; tey vórðu til rán, og eingin frelsti tey, til herfong, og eingin segði: „Slepp teimum!“

2
Esaias 42:23 Esaias

Hvør tykkara vil lurta eftir hesum, geva tí ans og hoyra tað hereftir?

2
Esaias 42:24 Esaias

Hvør hevur givið Jákup til rán, og hvør gav ránsmonnum Ísrael! Er tað ikki HARRIN, Hann, sum vit syndaðu móti, hvørs vegir tey vildu ikki ganga, og hvørs lóg tey vildu ikki lurta eftir!

2
Esaias 42:25 Esaias

So læt Hann stoytast út yvir tey brennandi vreiði Sína og veldi bardagans, sum logaði rundan um tey – men tey skiltu tað ikki! – sum brendi tey – men tey løgdu sær tað ikki á hjarta!

2
Esaias 43:1 Esaias

Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!

2
Esaias 43:2 Esaias

Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.

2
Esaias 43:3 Esaias

Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín.

2
Esaias 43:4 Esaias

Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt.

2
Esaias 43:5 Esaias

Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg.

2
Esaias 43:6 Esaias

Eg skal siga við norðrið: „Kom higar við teimum!“ við suðrið: „Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar,

2
Esaias 43:7 Esaias

hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!“

2
Esaias 43:8 Esaias

Lat koma fram hitt blinda fólk, sum tó hevur eygu, hini deyvu, sum tó hava oyru!

2
Esaias 43:9 Esaias

Lat øll fólkini savna seg, lat øll fólkasløgini koma saman! Hvør teirra* er mentur at kunngera slíkt! Lat teir siga okkum, hvat teir áður hava spátt! Lat teir koma við vitnum sínum, so teir kunnu fáa rætt, lat tey** hoyra og siga: „Tað er satt!“

2
Esaias 43:10 Esaias

Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Hann – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma.

2
Esaias 43:11 Esaias

Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin!

2
Esaias 43:12 Esaias

Eg havi boðað tað og frelst, Eg havi kunngjørt tað, og har var eingin fremmandur gudur millum tykkara; tit eru vitni Míni – sigur HARRIN – Eg eri Gud!

2
Esaias 43:13 Esaias

Ja, og enn í dag eri Eg hin einasti, og eingin frelsir av hond Míni; Eg virki – og hvør ger tað ógjørt!

2
Esaias 43:14 Esaias

So sigur HARRIN, frelsari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Fyri tykkara skuld sendi Eg boð til Bábel og noyði teir allar at flýggja; Eg skal reka Kaldearar oman á skipini, ið teir høvdu til stuttleika.

2
Esaias 43:15 Esaias

Eg, HARRIN, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels, kongur tykkara.

2
Esaias 43:16 Esaias

So sigur HARRIN, sum gjørdi veg í havinum, gøtu í hinum veldigu vøtnum,

2
Esaias 43:17 Esaias

sum leiddi út vagnar og hestar, her og høvuðsmann – teir liggja har, hvør ein, teir reisast ikki aftur, teir eru sløknaðir, sum veikur sløknaðu teir:

2
Esaias 43:18 Esaias

Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!

2
Esaias 43:19 Esaias

Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.

2
Esaias 43:20 Esaias

Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.

2
Esaias 43:21 Esaias

Fólkið, ið Eg havi skapt Mær, skal kunngera prís Mítt.

2
Esaias 43:22 Esaias

Men á Meg hevur tú ikki kallað, Jákup, so tú møddi teg fyri Mær, Ísrael!

2
Esaias 43:23 Esaias

Tú hevur ikki givið Mær brennioffurseyðir tínar og ikki ært Meg við sláturofrum tínum; Eg havi ikki plágað teg eftir matofrum og ikki troyttað teg eftir roykilsi;

2
Esaias 43:24 Esaias

tú hevur ikki keypt Mær kalmus fyri silvur og ikki mettað Meg við hinum feita av sláturofrum tínum! Nei, tú hevur plágað Meg við syndum tínum, troyttað Meg við misbrotum tínum!

2
Esaias 43:25 Esaias

– Eg, Eg eri tann, sum – fyri Mína skuld – striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.

2
Esaias 43:26 Esaias

Minn Meg, lat søk okkara ganga til dóms! Tala tú, so tú kanst fáa rætt!

2
Esaias 43:27 Esaias

Fyrsti forfaðir tín syndaði, og talsmenn tínir fullu frá Mær.

2
Esaias 43:28 Esaias

– So vanærdi Eg hinar heilagu høvdingar og gav Jákup upp til bann, Ísrael til spott!

2
Esaias 44:1 Esaias

Men hoyr nú, Jákup, tænari Mín, Ísrael, sum Eg havi útvalt!

2
Esaias 44:2 Esaias

So sigur HARRIN, sum skapti teg og úr móðurlívi myndaði teg – Hann, sum hjálpir tær: Óttast ikki, Jákup, tænari Mín, Jesurun*, sum Eg havi útvalt!

2
Esaias 44:3 Esaias

Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra lendi; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt,

2
Esaias 44:4 Esaias

so tey vaksa upp sum gras millum vøtn, sum pílatrø fram við løkjum.

2
Esaias 44:5 Esaias

Ein skal siga: „Eg hoyri HARRANUM til!“ Annar skal kalla seg við navni Jákups, og uppaftur ein annar skal skriva á hond sína: „Eg hoyri HARRANUM til!“ og „Ísrael“ skal hann nýta sum heiðursnavn.

2
Esaias 44:6 Esaias

So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN Gud herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg!

2
Esaias 44:7 Esaias

Hvør kunnger – eins og Eg – tað, ið henda skal! Lat hann siga tað og leggja tað fram fyri Meg, tað, ið hann hevur kunngjørt, líka síðani Eg skapti fornaldarfólkið! Og tað, sum í framtíðini skal koma – lat teir kunngera tað!

2