hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 17 av 27Esaias 40:21 Esaias
Fata tit einki? Hoyra tit einki? Er hetta ikki líka frá upphavi kunngjørt tykkum! Hava tit ikki skilt tað, frá tí grundvøllur jarðarinnar varð lagdur?
Esaias 40:22 Esaias
Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
Esaias 40:23 Esaias
Tað er Hann, ið letur høvdingar verða til einkis og ger dómarar jarðarinnar til beran tómleika.
Esaias 40:24 Esaias
Teir eru ikki meir enn plantaðir, teir eru ikki meir enn sáaðir, nóg illa hevur stelkur teirra rótfest seg í jørðini – tá blæsur Hann á teir, og teir følna, og sum hálm sópar stormur teir burtur.
Esaias 40:25 Esaias
Hvønn ætla tit tá at líkna Meg við, so Eg skuldi verið sum hann? – sigur hin Heilagi.
Esaias 40:26 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!
Esaias 40:27 Esaias
– Hví manst tú tá siga, Jákup, og tala so, Ísrael: „Leið mín er HARRANUM duld, og rættur mín er gloppin Gudi mínum úr hondum“?
Esaias 40:28 Esaias
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
Esaias 40:29 Esaias
Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
Esaias 40:30 Esaias
Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Esaias 41:1 Esaias
Tigið og lurtið eftir Mær, tit oyggjar! Og fólkini lati seg í nýggja kraft, tey komi higar og taki til orða – latið okkum saman stíga fram fyri rættin!
Esaias 41:2 Esaias
Hvør hevur vakt upp henda* í eystri, henda, sum sigurin fylgir, hvar hann so setur fót sín! Hvør leggur fólkasløg undir vald hansara og letur hann ráða yvir kongum! Hvør ger svørð teirra til dust, bogar teirra til hálm, sum vindurin blæsur burt!
Esaias 41:3 Esaias
Hann* eltir teir, heldur fram í trygd tann veg, sum føtur hansara aldri áður hava stigið á.
Esaias 41:4 Esaias
Hvør hevur útint og gjørt hetta! – Hann, sum í upphavi kallaði ættirnar fram, Eg, HARRIN, sum eri hin fyrsti, og sum eisini hjá hinum síðstu eri hin sami!
Esaias 41:5 Esaias
Oyggjar síggja tað og ræðast; jørðin, so víð sum hon er, skelvur. Teir nærkast hvør øðrum og koma saman.
Esaias 41:6 Esaias
Hvør hjálpir øðrum og sigur við bróður sín: „Ver hugreystur!“
Esaias 41:7 Esaias
Træsmiðurin setur mót í gullsmiðin, koparsmiðurin í jarnsmiðin; hann sigur um loddingina: „Hon er góð!“ og festir síðani myndina við nøglum, so hon dettur ikki umkoll.
Esaias 41:8 Esaias
– Og tú Ísrael, tænari Mín, Jákup, sum Eg útvaldi, tú, ið ert ættaður frá Ábrahami, vini Mínum,
Esaias 41:9 Esaias
tú, ið Eg tók frá endum jarðarinnar og rópti frá ytstu hornum hennara, tú, ið Eg segði við: „Tú ert tænari Mín, Eg havi útvalt teg og ikki vrakað teg!“
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Esaias 41:11 Esaias
Teir skulu verða til spott og skomm, allir, ið eru hatskir á teg; teir skulu verða til einkis og ganga til grundar, menninir, sum eru ímóti tær.
Esaias 41:12 Esaias
Tú skalt leita eftir teimum og ikki finna teir, menninar, ið kjakaðust við teg; teir skulu verða til einkis, menninir, ið herja á teg; endi skal verða á teimum.
Esaias 41:13 Esaias
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: „Óttast ikki! Eg hjálpi tær!“
Esaias 41:14 Esaias
– Óttast ikki, Jákup, maðkur tín, tú lítli flokkur Ísraels. Eg hjálpi tær! sigur HARRIN, og frelsari tín er hin Heilagi Ísraels.
Esaias 41:15 Esaias
Eg geri teg til treskisleðu, nýggja við nógvum tonnum; tú skalt treskja fjøll og mylja tey smátt, og heyggjar skalt tú gera sum sáðir;
Esaias 41:16 Esaias
tú skalt skumpa tey við skuplu, og vindurin skal hava tey avstað fyri sær, stormurin spjaða tey sundur. Men tú skalt fegnast í HARRANUM, rósa tær av hinum Heilaga Ísraels.
Esaias 41:17 Esaias
Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennur av tosta. – Eg, HARRIN, skal bønhoyra tey, Eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin.
Esaias 41:18 Esaias
Eg skal lata áir vella upp á naknum heyggjum og keldur mitt í dølum; Eg skal gera oyðimørkina til tjørn og turt land til vatnríkar keldur.
Esaias 41:19 Esaias
Eg skal lata vaksa upp í oyðimørkini sedristrø, akasiur, myrtutrø og oljutrø; Eg skal lata grógva á heiðini sypristrø, alm og bukstræ
Esaias 41:20 Esaias
– so tey øll somul kunnu síggja og sanna, leggja sær á hjarta og skilja, at hond HARRANS hevur gjørt hetta, at hin Heilagi Ísraels hevur skapt tað!
Esaias 41:21 Esaias
Berið nú fram málevni tykkara! sigur HARRIN; komið fram við prógvum tykkara! sigur kongur Jákups.
Esaias 41:22 Esaias
Lat teir* nú stíga fram og kunngera okkum tað, ið fer at henda! Sigið, hvat tað er, ið tit áður hava spátt, so vit kunnu akta eftir tí og síggja, hvussu tað royndist! Ella latið okkum hoyra tað, ið fer at koma!
Esaias 41:23 Esaias
Kunngerið, hvat ið fer at henda hereftir, so vit kunnu síggja, at tit eru Gudar! Ja, gerið okkurt gott ella okkurt ilt, so vit kunnu standa bilsnir og síggja tað alt samalt!
Esaias 41:24 Esaias
– Nei, tit eru einki, og verk tykkara er púrt einki! Andstygd er tann, ið velur tykkum!
Esaias 41:25 Esaias
Eg vakti hann* úr norðri, og hann kom, ja, frá upprisi sólar tann, ið skal ákalla navn Mítt; hann skal traðka niður høvdingar sum leir, eins og leirkerasmiðurin traðkar leir sítt.
Esaias 41:26 Esaias
Hvør hevur kunngjørt hetta frá fyrstum av, so vit fingu tað at vita, frammanundan, so vit kundu siga: „Hann hevði rætt!“ – Nei, eingin hevur kunngjørt nakað, eingin hevur sagt frá nøkrum, og eingin hevur hoyrt tykkum siga nakað!
Esaias 41:27 Esaias
Eg eri hin fyrsti, sum sigur við Zion: „Hygg, hygg, har eru tey!“ og sum sendir Jerusalem gleðiboð.
Esaias 41:28 Esaias
Eg hyggi rundan um Meg – men har er eingin! Eingin teirra veit ráð, so Eg kundi spurt teir, og teir kundu givið Mær svar.
Esaias 41:29 Esaias
Hygg teir allir! Verk teirra eru einki – púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki!
Esaias 42:1 Esaias
Hygg tænari Mín, sum Eg styði, útvaldi Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg leggi Anda Mín á Hann, Hann skal bera rætt út til fólkini.
Esaias 42:2 Esaias
Hann skal ikki rópa og vera harðmæltur, og Hann skal ikki lata mál Sítt hoyrast á gøtuni.
Esaias 42:3 Esaias
Hitt brotna rør skal Hann ikki sora, og hitt rúkandi skar skal Hann ikki sløkkja; í trúfesti skal Hann boða rættin.
Esaias 42:4 Esaias
Hann skal ikki møðast og ikki leggjast fyri, fyrrenn Hann hevur fingið grundað rættin á jørðini; eftir lóg Hansara bíða oyggjar.
Esaias 42:5 Esaias
So sigur Gud HARRIN, sum skapti himmalin og tandi hann út, sum breiddi út jørðina við tí, ið á henni veksur, sum gevur fólkunum á henni andadrátt, og teimum anda, sum ganga har:
Esaias 42:6 Esaias
Eg, HARRIN, havi kallað Teg í rættferð og tikið fast í hond Tína; Eg skal vera vernd Tín og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, til ljós fyri heidningar,
Esaias 42:7 Esaias
so Tú skalt lata upp hini blindu eygu og leiða hini bundnu út úr fangahúsinum, leiða tey, sum í myrkri sita, út úr varðhaldinum.
Esaias 42:8 Esaias
Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!
Esaias 42:9 Esaias
Tað, sum Eg áður havi kunngjørt, er komið, og nú kunngeri Eg nakað nýtt; áðrenn tað vísir seg, lati Eg tykkum hoyra um tað.
Esaias 42:10 Esaias
Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara frá enda jarðarinnar, tit, sum út á havið fara, og alt tað, sum í havinum er, tit oyggjar og tit, ið har búgva!