Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 16 av 27
Esaias 38:1 Esaias

Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias, sonur Amoz, profeturin, til hansara og segði við hann: „So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!“

2
Esaias 38:2 Esaias

Tá vendi Ezekias sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN:

2
Esaias 38:3 Esaias

„Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum gott er í eygum Tínum!“ – Og Ezekias græt hart.

2
Esaias 38:4 Esaias

Tá kom orð HARRANS til Esaias; Hann segði:

2
Esaias 38:5 Esaias

„Far og sig við Ezekias: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal leggja fimtan ár aftrat lívi tínum.

2
Esaias 38:6 Esaias

Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum assýriakongs, ja, Eg skal verja henda stað!

2
Esaias 38:7 Esaias

Og hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM, at HARRIN skal halda tað, ið Hann nú hevur lovað:

2
Esaias 38:8 Esaias

Eg skal lata skuggan ganga tær strikurnar aftur, sum hann hevur førkað seg við sólini á sóluri Akazar, tíggju strikur!“ Og sólin gekk aftur tær tíggju strikurnar, ið hon hevði førkað seg á sólurinum.

2
Esaias 38:9 Esaias

Songur, sum Ezekias kongur í Juda skrivaði, táið hann hevði verið sjúkur og var vorðin frískur aftur av sjúkuni:

2
Esaias 38:10 Esaias

„Eg segði: „Á besta aldri mínum má eg fara inn um portur deyðaríkisins, eg má bøta við tí, ið eftir er av árum mínum!“

2
Esaias 38:11 Esaias

Eg segði: „Eg fái ikki meiri HARRAN at síggja, HARRAN í landi teirra, sum liva; hjá teimum, sum búgva í skuggaríkinum, fái eg ikki meiri menniskju at síggja!

2
Esaias 38:12 Esaias

Bústaður mín verður ryktur upp og borin burtur frá mær sum tjald hirðans; eins og vevari havi eg rullað lív mítt saman; frá avsetrunum sker Hann* meg; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg.“

2
Esaias 38:13 Esaias

Eg fekk sál mína at vera stilla til morguns; sum leyva sorar Hann øll bein míni; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg.

2
Esaias 38:14 Esaias

Eg eymkaði meg sum svala, sum trani, kurraði sum dúva; við tárum hugdi eg móti Himli: „HARRI, eg eri neyðstaddur – gakk í ábyrgd fyri meg!“

2
Esaias 38:15 Esaias

– Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað, og sjálvur hevur Hann gjørt tað – eyðmjúkur skal eg liva øll ár míni eftir beisku sálarsorg mína!

2
Esaias 38:16 Esaias

Harri! Av teimum* livir menniskjan, og tey halda uppi øllum lívi anda míns – so ger meg tá frískan og lat meg liva!

2
Esaias 38:17 Esaias

Ja, til frið varð mær hitt beiska, ja, hitt beiska, og í kærleika bjargaði Tú sál míni frá undirgangsgrøvini, tí allar syndir mínar kastaði Tú aftur um bak!

2
Esaias 38:18 Esaias

Tí deyðaríkið takkar Tær ikki, deyðin lovar Tær ikki; ikki vóna tey á miskunn Tína, tey, sum søkka í grøvina.

2
Esaias 38:19 Esaias

Tey, sum liva, tey, sum liva, tey prísa Tær – sum eg í dag – faðir lærir børn síni um trúfesti Tína!

2
Esaias 38:20 Esaias

HARRIN skal frelsa meg, og songir mínar skulu vit spæla allar lívsdagar okkara í húsi HARRANS.“

2
Esaias 38:21 Esaias

Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur.

2
Esaias 38:22 Esaias

Men Ezekias segði: „Hvat skal eg hava til merki um, at eg skal fara niðan í hús HARRANS?“

2
Esaias 39:1 Esaias

Um hesa tíðina sendi Merodak-Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávu til Ezekias, við tað at hann frætti, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin frískur aftur.

2
Esaias 39:2 Esaias

Ezekias var glaður um, at teir komu, og vísti teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru olju, alt vápnahús sítt og alt, sum í skattkømurum hansara var; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum.

2
Esaias 39:3 Esaias

Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: „Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?“ Ezekias svaraði: „Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel.“

2
Esaias 39:4 Esaias

Tá spurdi hann: „Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?“ Ezekias svaraði: „Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum.“

2
Esaias 39:5 Esaias

Nú segði Esaias við Ezekias: „Hoyr orð HARRANS Guds herskaranna!

2
Esaias 39:6 Esaias

Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða flutt til Bábel; einki skal verða eftir – sigur HARRIN.

2
Esaias 39:7 Esaias

Og av sonum tínum, sum koma av tær, og sum tú fært, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.“

2
Esaias 39:8 Esaias

Men Ezekias segði við Esaias: „Gott er orð HARRANS, ið tú hevur talað!“ Og síðani segði hann: „So verður tó mín tíð at ganga í friði og náðum!“

2
Esaias 40:1 Esaias

Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara.

2
Esaias 40:2 Esaias

Talið milt við Jerusalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin, at tað av hond HARRANS hevur fingið tvífalt fyri allar syndir sínar!

2
Esaias 40:3 Esaias

Hoyr! Ein er, sum rópar: „Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!

2
Esaias 40:4 Esaias

Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi!

2
Esaias 40:5 Esaias

Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja – tí muður HARRANS hevur talað.“

2
Esaias 40:6 Esaias

Hoyr! Rødd er, sum sigur: „Rópa!“ Og ein svarar: „Hvat skal eg rópa?“ – „Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini;

2
Esaias 40:7 Esaias

grasið verður turt, blóman følnar, táið andi HARRANS blæsur á tey – ja, sanniliga, fólkið er gras!

2
Esaias 40:8 Esaias

Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!“

2
Esaias 40:9 Esaias

Far niðan á høgt fjall, tú gleðiboð Zions! Lyft upp rødd tína við kraft, tú gleðiboð Jerusalems! Lat hana hoyrast, óttast ikki! Sig við býirnar í Juda: „Hyggið Gud tykkara!“

2
Esaias 40:10 Esaias

Ja, Harrin HARRIN kemur við veldi, og armur Hansara vísir mátt sín! – Og løn Sína hevur Hann við Sær, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!

2
Esaias 40:11 Esaias

Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann.

2
Esaias 40:12 Esaias

Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumáli og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum?

2
Esaias 40:13 Esaias

Hvør hevur rættleitt Anda HARRANS, og hvør gevur Honum ráð og lærdóm!

2
Esaias 40:14 Esaias

Hvønn hevur Hann ráðført Seg við, so hann gav Honum vit og lærdi Hann hin rætta veg, gav Honum kunnskap og lærdi Hann at kenna veg vísdómsins!

2
Esaias 40:15 Esaias

Nei, sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru tey at rokna; ja, oyggjarnar letur Hann fúka upp sum hitt fína dust!

2
Esaias 40:16 Esaias

Libanon er ikki nóg mikið til offurvið, og dýrini har røkka ikki til til brennioffur.

2
Esaias 40:17 Esaias

Fólkini eru øll somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey.

2
Esaias 40:18 Esaias

Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við? Hvat ætla tit at seta javnsíðis við Hann?

2
Esaias 40:19 Esaias

Gudamynd? – Hana stoypir meistarin, og gullsmiður klæðir hana við gulli og stoypir silvurketur á hana!

2
Esaias 40:20 Esaias

Tann, ið ikki hevur ráð til slíka gávu, velur sær við, sum ikki rotnar, og leitar sær kønan meistara, sum kann reisa mynd, ið ikki dettur umkoll.

2