Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 15 av 27
Esaias 36:11 Esaias

Tá søgdu Eljakim, Sebna og Jóa við Rabsake: „Tosa kortini áramaiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!“

2
Esaias 36:12 Esaias

Men Rabsake svaraði: „Er tað við harra tín og teg, harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!“

2
Esaias 36:13 Esaias

Og Rabsake steig fram og rópti hart á judeiskum máli: „Hoyrið tað, ið stóri kongur, kongurin í Assýria, talar!

2
Esaias 36:14 Esaias

So sigur kongur: „Latið ikki Ezekias villleiða tykkum, tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum!

2
Esaias 36:15 Esaias

Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: „HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin assýriakongi í hendur!““

2
Esaias 36:16 Esaias

Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: „Gerið frið við meg, og gevið tykkum upp til mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi sínum og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum

2
Esaias 36:17 Esaias

– inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum.

2
Esaias 36:18 Esaias

Latið ikki Ezekias villleiða tykkum við at siga: „HARRIN skal frelsa okkum!“ – Man nakar gudur tjóðanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond assýriakongs!

2
Esaias 36:19 Esaias

Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni!

2
Esaias 36:20 Esaias

Hvør av øllum gudunum í hesum londum hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerusalem undan hond míni!““

2
Esaias 36:21 Esaias

– Men teir tagdu og øntu honum ikki aftur; tí kongurin hevði givið hetta boð: „Tit mugu ikki svara honum!“

2
Esaias 36:22 Esaias

So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa søguskrivari, sonur Asaf, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt.

2
Esaias 37:1 Esaias

Táið Ezekias kongur hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, sveipaði syrgibúna um seg og fór inn í hús HARRANS.

2
Esaias 37:2 Esaias

Og hann sendi Eljakim hallarstjóra og Sebna ríkisskrivara og hinar elstu av prestunum, sveipaðar í syrgibúna, til Esaias profet, son Amoz.

2
Esaias 37:3 Esaias

Teir søgdu við hann: „Ezekias letur siga: „Hetta er neyðar-, revsingar- og vanærudagur; tí barnið er komið í burðarliðin, men eingin máttur er at bera tað í heim.

2
Esaias 37:4 Esaias

Kanska HARRIN Gud tín vil hoyra tað, ið Rabsake hevur sagt, hann, sum harri hansara, kongurin í Assýria, hevur sent at háða hin livandi Gud, og kanska Hann fer at straffa hann fyri orðini, ið HARRIN Gud tín hevur hoyrt – send tí upp bøn fyri leivdini, ið enn er eftir!““

2
Esaias 37:5 Esaias

Táið menn Ezekiasar kongs komu til Esaias,

2
Esaias 37:6 Esaias

segði hann við teir: „So skulu tit svara harra tykkara: So sigur HARRIN: Óttast ikki orðini, ið tú hevur hoyrt, sum tænarar assýriakongs hava háðað Meg við!

2
Esaias 37:7 Esaias

Eg skal geva anda í hann, og hann skal fáa tíðindi at hoyra, so hann vendir aftur til land sítt, og í hansara egna landi skal Eg lata hann falla fyri svørði!“

2
Esaias 37:8 Esaias

Rabsake vendi so aftur og hitti kongin í Assýria, sum tá var farin at kringseta Libna; tí hann hevði frætt, at kongurin var farin avstað úr Lakis.

2
Esaias 37:9 Esaias

So fekk hann tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann. Táið hann frætti tað, sendi hann Ezekiasi boð og segði:

2
Esaias 37:10 Esaias

„So skulu tit siga við Ezekias kong í Juda: „Lat ikki Gud tín, sum tú setur álit títt á, fáa villleitt teg, so tú hugsar sum so: „Jerusalem skal ikki falla í hendur assýriakongs!“

2
Esaias 37:11 Esaias

– Tú hevur jú kortini hoyrt, hvat kongarnir í Assýria hava gjørt við øll lond, hvussu teir hava lagt tey í oyði – og tú skuldi sloppið undan!

2
Esaias 37:12 Esaias

Hava gudar tjóðanna frelst tey, sum fedrar mínir løgdu í oyði: Gozan, Karan, Rezef og Edensmenn í Telazzar!

2
Esaias 37:13 Esaias

Hvar er nú kongurin í Hamat, kongurin í Arpad ella kongurin í býnum Sefarvajim, í Hena og Ivva!““

2
Esaias 37:14 Esaias

Táið Ezekias hevði tikið við brævinum frá sendimonnunum og lisið tað, fór hann niðan í hús HARRANS, og har breiddi Ezekias tað út fyri ásjón HARRANS.

2
Esaias 37:15 Esaias

Síðani bað Ezekias hesa bøn fyri ásjón HARRANS:

2
Esaias 37:16 Esaias

„HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum! Eingin uttan Tú er Gud yvir øllum ríkjum á jørðini, Tú hevur gjørt himmal og jørð!

2
Esaias 37:17 Esaias

Boygg nú oyra Títt, HARRI, og hoyr! Lat nú upp eygu Tíni, HARRI, og hygg! Hoyr øll orðini, ið Sankerib hevur sent at háða hin livandi Gud við!

2
Esaias 37:18 Esaias

Tað er satt, HARRI, at kongarnir í Assýria hava lagt í oyði allar tjóðir og lond teirra

2
Esaias 37:19 Esaias

og kastað gudar teirra í eldin – men teir eru ikki Gudar, teir eru handaverk manna, viður og steinur, tí fingu teir forkomið teimum!

2
Esaias 37:20 Esaias

Men frels okkum nú, HARRI Gud okkara, undan hond hansara, so øll ríki á jørðini kunnu sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og eingin uttan Tú!“

2
Esaias 37:21 Esaias

Nú sendi Esaias, sonur Amoz, Ezekiasi boð og læt siga: „So sigur HARRIN Gud Ísraels, sum tú hevur biðið til viðvíkjandi Sankerib kongi í Assýria:

2
Esaias 37:22 Esaias

Hetta er orðið, ið HARRIN hevur talað móti honum: Hon háðar, hon spottar teg, moyggin, dóttir Zion, dóttir Jerusalem ristir við høvdinum eftir tær!

2
Esaias 37:23 Esaias

Hvønn hevur tú háðað og spottað! Hvørjum hevur tú lyft rødd tína móti! Móti hinum Heilaga Ísraels hevur tú í hugmóði lyft eygunum!

2
Esaias 37:24 Esaias

Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: „Við mongu vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg upp á hægsta tindin har, inn í skógin, har hann er tættastur.

2
Esaias 37:25 Esaias

Eg gróv brunnar og drakk vatn úr teimum, við iljum mínum turki eg upp allar áir Egyptalands!“

2
Esaias 37:26 Esaias

– Hevur tú* ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað koma, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur.

2
Esaias 37:27 Esaias

Og tey, sum búðu har, gjørdust máttleys, tey ræddust og stóðu til skammar; tey vórðu sum grasið á markini og sum hinar grønu urtir, sum grasið á tekjunum og sum korn, ið er svidnað, áðrenn tað er staðið.

2
Esaias 37:28 Esaias

Eg síggi, táið tú setur og reisir teg, Eg veit, táið tú fert og kemur, og hvussu tú leikar óður móti Mær.

2
Esaias 37:29 Esaias

Men aftur fyri at tú leikar óður móti Mær, og Eg hoyri, hvussu hugmóðigur og tryggur tú ert, skal Eg seta ring Mín í nøs tína og boksl Mítt í munn tín og leiða teg aftur, sama veg sum tú komst!

2
Esaias 37:30 Esaias

Og hetta skalt tú* hava til tekin: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta, planta víngarðar og eta ávøkst teirra.

2
Esaias 37:31 Esaias

Og hin bjargaða leivd av húsi Juda skal av nýggjum festa røtur niðureftir og bera ávøkst í erva.

2
Esaias 37:32 Esaias

Tí úr Jerusalem skal ganga út leivd, og undansloppin av Zionsfjalli – álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta.

2
Esaias 37:33 Esaias

Tí sigur HARRIN so um kongin í Assýria: Hann skal ikki koma inn í henda stað og ikki skjóta píl inn í hann; hann skal ikki herja á hann við skjøldum og ongan virkisvegg laða móti honum!

2
Esaias 37:34 Esaias

Sama veg sum hann kom, skal hann fara avstað aftur, og inn í henda stað skal hann ikki koma – sigur HARRIN!

2
Esaias 37:35 Esaias

Eg skal verja henda stað og frelsa hann – fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld.“

2
Esaias 37:36 Esaias

So fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík.

2
Esaias 37:37 Esaias

Tá fór hann avstað, Sankerib kongur í Assýria; hann fór heimaftur og helt seg síðani í friði í Nineve.

2
Esaias 37:38 Esaias

Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann.

2