hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 14 av 27Esaias 33:12 Esaias
fólkasløg skulu verða brend til kálk; tey skulu verða sum avhøgdir tornakvistar, ið verða uppbrendir.
Esaias 33:13 Esaias
Hoyrið, tit, sum langt burtur eru, hvat Eg havi gjørt, og kennið styrki Mína, tit, sum nær eru!
Esaias 33:14 Esaias
Syndarar nøtra á Zion, skjálvti er komin á hini gudleysu: „Hvør kann búgva hjá oyðandi eldi! Hvør kann búgva hjá ævigum bálum!“
Esaias 33:15 Esaias
Tann, sum livir í rættvísi og talar av sonnum hjarta; tann, ið vanvirðir tað, sum vinst við órætti og yvirgangi; tann, ið ristir hendurnar, so hann nemur ikki gávu, sum stingur aftur í oyruni, so hann lurtar ikki eftir blóðráðum, og sum letur aftur eyguni, so hann hyggur ikki á tað, ið ónt er.
Esaias 33:16 Esaias
Hann skal búgva høgt; fjallaborgir skulu vera vernd hansara; breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum.
Esaias 33:17 Esaias
Eygu tíni skulu fáa Kongin at síggja í dýrd Hansara, tey skulu skoða vítt land.
Esaias 33:18 Esaias
Hjarta títt skal minnast aftur á ræðsluna: „Hvar er nú hann, sum skrivaði upp! Hvar er hann, sum vigaði peningin! Hvar er hann, sum taldi tornini!“
Esaias 33:19 Esaias
Hitt villa fólkið skalt tú ikki síggja meir, fólkið við hinum torføra máli, ið fatast ikki, við hini stamandi tungu, ið skilst ikki.
Esaias 33:20 Esaias
Hygg Zion, býurin, har hátíðarstevnur okkara verða hildnar! Eygu tíni skulu síggja Jerusalem sum tryggan bústað, sum tjald, ið ikki verður flutt; hælirnir verða aldri upptiknir, og togini verða aldri sundurslitin.
Esaias 33:21 Esaias
Men har skulu vit hava HARRAN, hin veldiga, í staðin fyri breiðar áir og streymar; eingin róðrarskúta skal fara har, einki veldigt langskip skal sigla har.
Esaias 33:22 Esaias
Tí HARRIN er dómari okkara, HARRIN er lóggevari okkara, HARRIN er kongur okkara – Hann skal frelsa okkum.
Esaias 33:23 Esaias
Lin hanga spenni tíni, tey styðja ikki mastrina, tey halda ikki seglunum uppi – tá verður mongd av rændum fongi skift, ja, um tað so eru lamin, røva og ræna tey.
Esaias 33:24 Esaias
Og eingin, sum býr har, skal siga: „Eg eri sjúkur.“ – Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna.
Esaias 34:1 Esaias
Komið higar, tit tjóðir, og hoyrið, tit fólkasløg, gevið gætur! Jørðin hoyri, og tað, sum hana fyllir, jarðarríki og alt tað, sum har veksur!
Esaias 34:2 Esaias
Tí HARRIN er illur við allar heidningar, og vreiði Hansara er yvir øllum heri teirra; Hann slær teir við banni og gevur teir til at verða slaktaðar.
Esaias 34:3 Esaias
Hini dripnu teirra liggja kastað burt, og dampurin stendur upp av líkunum; fjøllini flóta av blóði teirra.
Esaias 34:4 Esaias
Allur herur himmalsins skal farast; sum bókrulla verður himmalin rullaður saman, og allur herur hansara skal følna og falla niður, sum blaðið fellur av víntrænum, og hitt følnaða leyv av fikutrænum.
Esaias 34:5 Esaias
Tí svørð Mítt er vorðið drukkið í Himli, ja, og tað skal sláa niður á Edom til dóm, á fólkið, ið Eg havi sligið við banni.
Esaias 34:6 Esaias
Svørð HARRANS er fult av blóði – fitin dryppar av tí – av seyðablóði og bukkablóði, av nýrumørunum úr veðrum; tí HARRIN heldur sláturoffur í Bozra, Hann heldur stórt slakt í Edom.
Esaias 34:7 Esaias
Villtarvar skulu falla saman við teimum, ungneyt saman við tarvum; land teirra skal verða drukkið av blóði, og jørð teirra taðað av fiti.
Esaias 34:8 Esaias
Tí hevndardag hevur HARRIN til reiðar, endurgjaldsár til at fáa Zion rætt.
Esaias 34:9 Esaias
Løkir Edoms skulu verða til bik, og jørðin har til svávul, ja, landið har skal verða til brennandi bik.
Esaias 34:10 Esaias
Hvørki nátt ella dag skal tað sløkna, til ævigar tíðir skal roykurin frá tí stíga upp; mann eftir mann skal tað liggja í oyði, aldri í allar ævir skal nakar ferðast har.
Esaias 34:11 Esaias
Pelikanur og pinnsvín skulu eiga tað, ugla og ravnur skulu búgva har; HARRIN skal strekkja yvir tað málisnøri oyðingarinnar og nýta lodd tómleikans.
Esaias 34:12 Esaias
Har eru eingir stórmenn, ið kunnu útrópa nakran til kong, og øllum høvdingum har er úti við.
Esaias 34:13 Esaias
Hallirnar har skulu ganga undir í tornum, borgirnar í tistlum og notum, og tað skal vera sjakalum bústaður og strutsum tilhald.
Esaias 34:14 Esaias
Villir hundar og onnur dýr oyðimarkarinnar skulu har koma saman, og skógartrøll skulu rópa hvørt á annað, ja, har skal náttargrýlan fáa frið og leggja seg til hvíldar.
Esaias 34:15 Esaias
Har ger pílormurin sær reiður, verpur og klekir út ungarnar og savnar teir í skugga sínum, ja, har flokkast griparnir, ein hjá øðrum.
Esaias 34:16 Esaias
Hyggið í bók HARRANS og lesið! Ikki so mikið sum eitt teirra fattast, eitt saknar ikki annað; tí muður Hansara gav boð um tað, og Andi Hansara hevur savnað tað saman;
Esaias 34:17 Esaias
Hann hevur kastað lut fyri tey, og hond Hansara hevur skift teimum út land við snørinum; til ævigar tíðir skulu tey eiga tað, mann eftir mann skulu tey búgva har.
Esaias 35:1 Esaias
Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.
Esaias 35:2 Esaias
Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara.
Esaias 35:3 Esaias
Styrkið hinar máttleysu hendur, gerið hini riðandi knø sterk!
Esaias 35:4 Esaias
Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki! Hyggið, har er Gud tykkara! Hann kemur við hevnd, endurgjald kemur frá Gudi, Hann kemur sjálvur og frelsir tykkum.
Esaias 35:5 Esaias
Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp;
Esaias 35:6 Esaias
tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði;
Esaias 35:7 Esaias
hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur; á tí staði har sjakalar hvíldu, veksur rør og sev.
Esaias 35:8 Esaias
Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður – um tað so er dári – skal villast.
Esaias 35:9 Esaias
Har skulu ongar leyvur vera, og einki rovdýr skal koma inn á hann, tey skulu ikki vera at finna har; nei, frelst fólk skal ganga á honum.
Esaias 35:10 Esaias
Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja.
Esaias 36:1 Esaias
Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib kongur í Assýria móti øllum hinum víggirdu býunum í Juda og tók teir.
Esaias 36:2 Esaias
Kongurin í Assýria sendi so Rabsake við stórum heri úr Lakis til Jerusalem móti Ezekiasi kongi; hann gjørdi steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll.
Esaias 36:3 Esaias
Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til hansara saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa søguskrivara, syni Asaf.
Esaias 36:4 Esaias
Rabsake segði við teir: „Sigið við Ezekias: „So sigur stóri kongur, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin?
Esaias 36:5 Esaias
Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki í hernaði! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær?
Esaias 36:6 Esaias
Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann.
Esaias 36:7 Esaias
Ella tú sigur kanska við meg: „Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!“ – Men er tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, Ezekias hevur tikið burt, táið hann segði við Juda og Jerusalem: „Framman fyri hetta altar skulu tit tilbiðja“?“
Esaias 36:8 Esaias
Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria: Eg skal lata teg fáa 2000 hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum!
Esaias 36:9 Esaias
Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns? Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani.
Esaias 36:10 Esaias
Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at leggja tað í oyði, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: „Far móti hesum landi og legg tað í oyði!““