hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 13 av 27Esaias 30:24 Esaias
neytini og eslini, ið arbeiða á markini, skulu eta saltað fóðurbland, sum reinsað er við skuplu og kvísl.
Esaias 30:25 Esaias
Á hvørjum høgum fjalli og hvørji brattari hædd skulu springa upp keldur við rennandi vatni – tann dagin hitt stóra blóðbað verður, táið tornini falla.
Esaias 30:26 Esaias
Ljós mánans skal verða sum ljós sólarinnar, og ljós sólarinnar skal verða sjey ferðir so bjart, sum ljós sjey daga – tann dag HARRIN bindur um skaða fólks Síns og grøðir sárini av sløgunum, tað fekk.
Esaias 30:27 Esaias
Navn HARRANS kemur úr fjarløgu; brennandi er vreiði Hansara, og tjúkkur er roykurin, ið upp stígur; varrar Hansara skúma av vreiði, og tunga Hansara er sum oyðandi eldur.
Esaias 30:28 Esaias
Vreiðiblástur Hansara er sum á í áarføri – maður stendur undir háls; Hann skal sálda fólkini í sáldi oyðingarinnar og leggja í munn tjóðanna boksl, sum fær tey at villast.
Esaias 30:29 Esaias
Songur tykkara skal ljóða, sum ta náttina høgtíðin byrjar, og hjartansgleði skal vera, sum táið við floytuspæli verður farið niðan á fjall HARRANS, til klett Ísraels.
Esaias 30:30 Esaias
HARRIN skal lata ljóða veldigu rødd Sína og vísa arm Sín, sum slær niður í brennandi vreiði og oyðandi loga, í stormi, grovregni og heglingi.
Esaias 30:31 Esaias
Assur skal ræðast rødd HARRANS, táið Hann slær hann við stavinum.
Esaias 30:32 Esaias
Hvørt slag av stavinum, ið HARRIN eftir ráði Sínum letur falla á hann, skal verða sligið við trummu- og sitaraljóði, og ferð eftir ferð skal Hann lyfta armi Sínum og stríða móti honum.
Esaias 30:33 Esaias
Tí eldstaður er langt síðani gjørdur til; eisini konginum er hann gjørdur til, og djúpur og víður er hann; bál hansara hevur eld og við í mongd; sum svávulstreymur fær andi HARRANS hann upp at loga.
Esaias 31:1 Esaias
Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali – men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.
Esaias 31:2 Esaias
Men eisini Hann er vísur; Hann letur vanlukkuna koma, og orð Síni tekur Hann ikki aftur; Hann reisir Seg móti húsi hinna óndu og móti hjálp teirra, ið gera órætt.
Esaias 31:3 Esaias
Egyptar eru menniskju og ikki Gud; hestar teirra eru hold og ikki andi; HARRIN skal rætta út hond Sína, og hjálparin skal snáva, og tann, ið hjálp hevur fingið, skal falla, og teir skulu umkomast, bæði annar og annar.
Esaias 31:4 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum – so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess.
Esaias 31:5 Esaias
Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerusalem, verja og frelsa, leypa um* og bjarga.
Esaias 31:6 Esaias
Vendið við til Hansara, sum tit so djúpt eru fallin frá, tit børn Ísraels!
Esaias 31:7 Esaias
Tí tann dag skal ein og hvør tykkara vraka silvurgudar og gullgudar sínar, teir, ið hendur tykkara hava gjørt tykkum at synda við.
Esaias 31:8 Esaias
Assur skal falla fyri svørði, ið ikki hoyrir manni til; svørð, ið ikki hoyrir menniskja til, skal gera enda á honum; hann skal flýggja fyri svørðinum, og ungu menn hansara skulu verða trælir.
Esaias 31:9 Esaias
Klettur hansara skal flýggja í ræðslu, og høvdingar hansara skulu verða ræddir burt frá hermerki sínum – sigur HARRIN, Hann, sum hevur eld Sín í Zion og ovn Sín í Jerusalem.
Esaias 32:1 Esaias
Við rættvísi skal kongurin ráða, og høvdingarnir skulu stýra við rætti;
Esaias 32:2 Esaias
ein og hvør teirra skal vera sum læ fyri stormi og lívd fyri skúrum, sum løkir í oyðimørk, sum skuggin av stórum hamri í vatnleysum landi.
Esaias 32:3 Esaias
Tá skulu eygu teirra, ið síggja, ikki vera blind, og oyru teirra, ið hoyra, skulu lurta;
Esaias 32:4 Esaias
hjarta hinna gáloysnu skal duga at skilja, og tunga teirra, ið stama, skal tala skilliga, reint.
Esaias 32:5 Esaias
Dárin skal ikki longur verða kallaður skilamaður, og hin svikafulli skal ikki verða kallaður harri.
Esaias 32:6 Esaias
Tí dárin talar einki uttan dárskap, og hjarta hansara upphugsar ilt; hann ger tað, ið vanheilagt er, og talar tað, ið rangvørgt er, um HARRAN; hann letur hin hungrandi svølta og sýtir hinum tysta vatn.
Esaias 32:7 Esaias
Og vápn hins svikafulla eru ónd; hann leggur skammilig ráð, til at leiða hini spakføru í vanlukku við følskum orðum, og tað, táið hin fátæki talar tað, ið rætt er.
Esaias 32:8 Esaias
Men edilingurin hugsar sum edilingur, og hann stendur fastur í tí, sum aðalkyn er í.
Esaias 32:9 Esaias
Upp, tit tryggu kvinnur, hoyrið, hvat eg sigi! Tit óhygnu døtur, lurtið eftir talu míni!
Esaias 32:10 Esaias
Um ár og dag skulu tit skelva, tit tryggu! Tí tað er úti við vínheystinum, og fruktheyst kemur einki.
Esaias 32:11 Esaias
Nøtrið, tit tryggu, skelvið, tit óhygnu! Latið tykkum úr og latið tykkum naknar, bindið tykkum sekk um lendarnar!
Esaias 32:12 Esaias
Tey sláa seg fyri bróstið og vena seg um hinar føgru markir, um hini fruktbøru víntrø.
Esaias 32:13 Esaias
Á jørð fólks Míns vaksa upp tornir og tistlar, ja, í hvørjum gleðihúsi í hinum stuttleikaóða býi!
Esaias 32:14 Esaias
Tí hallirnar eru tómar, hin fólkaríki staður liggur í oyði, Ofel við torninum er eyrdungi til ævigar tíðir, villeslum gleði, kríatúrum beiti
Esaias 32:15 Esaias
– inntil Andin av hæddini verður útheltur yvir okkum; tá verður oyðimørkin fruktbør mark, og hin fruktbara markin verður mett javnt við skóg.
Esaias 32:16 Esaias
Og rættur skal búgva í oyðimørkini, og rættvísi skal hava heim sítt á hini fruktbøru mark;
Esaias 32:17 Esaias
ávøkstur rættvísinnar skal vera friður, og vinningur rættarins skal vera ró og trygd – til ævigar tíðir.
Esaias 32:18 Esaias
Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.
Esaias 32:19 Esaias
Men hegla skal, táið skógurin fellur, og djúpt skal býurin søkka niður!
Esaias 32:20 Esaias
Sæl eru tit, sum sáa við øll vøtn, sum sleppa neyti og esli leysum!
Esaias 33:1 Esaias
Vei tær, oyðari tín, sum sjálvur ikki ert oyddur, ránsmaður tín, sum eingin hevur rænt frá! Táið tú ert liðugur at oyða, skalt tú verða oyddur; táið tú ert givin uppat at ræna, skal verða rænt frá tær!
Esaias 33:2 Esaias
HARRI, ver okkum náðigur! Eftir Tær bíða vit – ver armur okkara hvønn morgun, ja, frelsa okkara á neyðarstund!
Esaias 33:3 Esaias
Fyri torurøddini flýggja fólkini; táið Tú reisir Teg, spjaðast fólkasløgini.
Esaias 33:4 Esaias
Fongur tykkara verður tikin upp, eins og grashoppan hentar; teir kasta seg yvir hann sum grashoppuflokkar.
Esaias 33:5 Esaias
Høgur er HARRIN, tí Hann býr á hæddini; Hann fyllir Zion við rætti og rættvísi.
Esaias 33:6 Esaias
Og tryggar tíðir skulu koma hjá tær, ríkdómur av frelsu, av vísdómi og kunnskapi; ótti HARRANS skal vera skattur tín.
Esaias 33:7 Esaias
Hoyr, kappar teirra rópa harúti, friðarboðini gráta sárt!
Esaias 33:8 Esaias
Vegirnir eru oydnir, einki ferðafólk er longur – hann* hevur brotið sáttmálan, vanvirt býirnar, menniskju roknar hann fyri einki.
Esaias 33:9 Esaias
Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær.
Esaias 33:10 Esaias
Nú rísi Eg upp, sigur HARRIN, nú reisist Eg; Eg verði ikki sitandi longur nú.
Esaias 33:11 Esaias
Tit ganga við hoyggi og føða hálm; andablástur tykkara er eldur, ið etur tykkum sjálv upp;