hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 12 av 27Esaias 28:27 Esaias
Tí ikki verður dild treskt við treskisleðu, ikki verða vagnhjól koyrd yvir kumman; nei, dild verður treskt við stavi, og kumman við putti.
Esaias 28:28 Esaias
Verður breyðkorn mult sundur! Nei, einki verður tað treskt uttan íhald; og táið ein koyrir vagnhjól síni og hestar sínar yvir tað, mylur hann tað ikki sundur.
Esaias 28:29 Esaias
– Eisini hetta kemur frá HARRANUM Gudi herskaranna; Hann er undurfullur í ráðum, stórur í vísdómi.
Esaias 29:1 Esaias
Vei tær, Ariel,* Ariel, tú býur, har Dávid reisti tjøld síni! Lat ár verða lagt aftrat ári, lat høgtíð fylgja eftir høgtíð!
Esaias 29:2 Esaias
Tá skal Eg treingja Ariel, og har skal vera sorg og venan; men so skal tað av sonnum verða Mær Ariel.
Esaias 29:3 Esaias
Eg skal taka støðu móti tær, Eg skal kringseta teg við vaktarmonnum og reisa hervirki móti tær.
Esaias 29:4 Esaias
Tá skalt tú lágmæltur tala úr jørðini, og úr dustinum skalt tú mutla orð tíni; rødd tín skal ljóða sum dreygsrødd úr jørðini, og úr dustinum skal tala tín teska.
Esaias 29:5 Esaias
Fíggindar tínir skulu verða sum tætta moldrok, flokkur yvirgangskroppanna sum dumba, ið fýkur. Knappliga, eftir eini løtu, skal tað henda:
Esaias 29:6 Esaias
Frá HARRANUM Gudi herskaranna skal koma heimsøking við toru, jarðskjálvta og nógvum duna, við stormi, hvirlum og oyðandi eldi.
Esaias 29:7 Esaias
Sum dreymur, sjón um náttina, so skal mongd alra tjóðanna vera, sum herja á Ariel, alra teirra, ið herja á tað og hervirki tess og treingja tað.
Esaias 29:8 Esaias
Verða skal, sum táið hin svangi droymir, at hann etur, men vaknar og kennir seg tóman, og sum táið hin tysti droymir, at hann drekkur, men vaknar linur og máttleysur; so skal gangast øllum fólkunum, ið herja á Zionsfjall.
Esaias 29:9 Esaias
Starið hvør upp á annan og verðið í ørviti! Starið tykkum blindar, ja, verðið blindir! Tit eru druknir, men ikki av víni; tit sløðra, men ikki av sterkum drykki.
Esaias 29:10 Esaias
Tí HARRIN hevur helt út yvir tykkum tungan svøvnanda, bundið fyri eygu tykkara, profetarnir, og ballað inn høvd tykkara, síggjararnir!
Esaias 29:11 Esaias
Tí er hvør sjón vorðin tykkum sum orðini í innsiglaðari bók; verður hon rætt einum, ið dugir at lesa, við hesum orðum: „Les hetta!“ svarar hann: „Tað fái eg ikki, hon er jú innsiglað!“
Esaias 29:12 Esaias
Og verður hon rætt einum, ið ikki dugir at lesa, við hesum orðum: „Les hetta!“ svarar hann: „Eg dugi ikki at lesa!“
Esaias 29:13 Esaias
HARRIN sigur: Við tað at hetta fólk heldur seg nær til Mín við munninum og heiðrar Meg við vørrunum, men heldur hjarta sítt langt burtur frá Mær, so at ótti teirra fyri Mær er menniskjaboð, sum tey hava lært,
Esaias 29:14 Esaias
ja, so skal Eg framvegis gera undarliga við hetta fólk, undarliga og merkiliga; vísdómur vísmanna teirra skal koma upp í einki, og vit vitigu manna teirra skal gleppa.
Esaias 29:15 Esaias
Vei teimum, sum í djúpinum ætla at dylja ráð síni fyri HARRANUM, sum fremja verk síni í myrkrinum, og sum siga: „Hvør sær okkum, og hvør ansar eftir okkum!“
Esaias 29:16 Esaias
– Sum tit eru rangvørg! Er tá leirið at meta javnt við leirsmiðin! Skal verkið siga um Hann, ið virkaði tað: „Hann hevur ikki skapt meg!“ og tað, sum smíðað er, um Hann, ið smíðaði tað: „Hann skilir einki!“
Esaias 29:17 Esaias
Bert lítla stund enn, so skal Libanon verða fruktbør mark, og hin fruktbara mark verða at meta sum skógur.
Esaias 29:18 Esaias
Tann dag skulu hini deyvu hoyra orð bókarinnar, og fríað frá niðu og myrkri skulu eygu hinna blindu síggja.
Esaias 29:19 Esaias
Hini eyðmjúku skulu gleðast enn meiri í HARRANUM, hini fátæku millum menniskjuni skulu fegnast í hinum Heilaga Ísraels.
Esaias 29:20 Esaias
Tí burtur er kúgarin, horvin spottarin, og týndir verða allir, ið eru árvaknir at gera órætt,
Esaias 29:21 Esaias
teir, sum við orðum sínum voldu, at sakleys vórðu feld, sum settu fellur fyri tann, ið framdi rætt á tingi, og sum við lygn boygdu rætt hins rættvísa.
Esaias 29:22 Esaias
Tí sigur HARRIN so við hús Jákups, HARRIN, sum loysti út Ábraham: Nú skal Jákup ikki verða til skammar, nú skal ásjón hansara ikki blikna;
Esaias 29:23 Esaias
tí táið hann – børn hansara – síggja handaverk Mítt millum sín, skulu tey halga navn Mítt, halda hin Heilaga Jákups heilagan og óttast Gud Ísraels;
Esaias 29:24 Esaias
tey, sum viltust í anda sínum, skulu læra vit, og tey, sum knarra, skulu taka við læru.
Esaias 30:1 Esaias
Vei hinum fráfalnu børnum, sigur HARRIN, teimum, sum fullføra ráð ið ikki eru frá Mær, og gera sáttmála, uttan at Andi Mín er við, so tey dunga synd oman á synd,
Esaias 30:2 Esaias
tey, sum fara suður til Egyptalands uttan at hava ráðlagt við Meg, at leita sær eftir vernd hjá Farao og søkja sær lívd í skugga Egyptalands!
Esaias 30:3 Esaias
Men vernd Faraos skal verða tykkum til skomm, og lívdin í skugga Egyptalands til skemd.
Esaias 30:4 Esaias
– Tí høvdingar teirra* eru komnir til Zoan, og sendiboð teirra koma líka til Hanes.
Esaias 30:5 Esaias
– Allir verða teir til skammar av tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum, ikki er til gagn og bata, men eina til skomm og vanæru.
Esaias 30:6 Esaias
Spádómur um dýrini, sum fara suðureftir. Um land við vanda og angist, sum honleyva og leyva hava tilhald í, haraftrat høggormur og flogdreki, føra teir á eslabaki góðs sítt og á kamelakúlum skattir sínar til tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum!
Esaias 30:7 Esaias
Aldri nakrantíð skal Egyptaland hjálpa! Tí kalli Eg tað: „Stórskrólarin, ið einki avrikar!“
Esaias 30:8 Esaias
Far nú og skriva tað á talvu, so tey síggja, og merk tað upp í bók, so tað á komandi tíðum og í allar ævir kann standa sum vitnisburður!
Esaias 30:9 Esaias
Tí tað er ólýðið fólk, trúleys børn, børn, ið ikki vilja hoyra lóg HARRANS,
Esaias 30:10 Esaias
sum siga við síggjararnar: „Síggið ongar sjónir!“ og við profetarnar: „Tit skulu ikki profetera fyri okkum tað, ið rætt er! Talið okkum smikrandi orð, skoðið okkum tað, ið svikaligt er,
Esaias 30:11 Esaias
víkið burt av leiðini, sneiðið av gøtuni, latið okkum vera í friði fyri hinum Heilaga Ísraels!“
Esaias 30:12 Esaias
Tí sigur hin Heilagi Ísraels so: „Við tað at tit vraka hetta orð og líta á yvirgang og sniðgøtur – og styðja tykkum á slíkt –
Esaias 30:13 Esaias
skal hetta misbrot verða tykkum sum hóttandi, vaksandi riva á høgum múri, sum knappliga, í eygnabragdi, raplar niður;
Esaias 30:14 Esaias
hann verður brotin sundur, eins og leirílat verður sorað og ikki spart, so ikki so frægt brot fæst av molunum, sum eldur berst við av eldstaðnum, ella vatn oysist við úr brunninum.“
Esaias 30:15 Esaias
Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: „Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.“ – Men tit vildu ikki!
Esaias 30:16 Esaias
Tit søgdu: „Nei, á hestum skulu vit fúka!“ – Tí skulu tit flýggja! – „Og á kvikum gangarum skulu vit ríða!“ – Tí skulu teir, ið jagstra tykkum, vera kvikir!
Esaias 30:17 Esaias
Túsund skulu flýggja fyri hóttan eins mans; bert fimm menn hótta, skulu tit flýggja, inntil tað, ið eftir er av tykkum, er sum flaggstong á fjalstindi og sum hermerki á heyggi.
Esaias 30:18 Esaias
Tí drálar HARRIN at náða tykkum, og tí heldur Hann Seg langt burtur – á hæddini – við miskunn Síni móti tykkum; tí HARRIN er Gud dómsins – sæl eru øll tey, sum bíða eftir Honum.
Esaias 30:19 Esaias
Ja, tú fólk, sum býrt í Zion, í Jerusalem, tú skalt ikki støðugt gráta; Hann skal vera tær náðigur, táið tú rópar; táið Hann hoyrir tað, svarar Hann tær.
Esaias 30:20 Esaias
Harrin skal geva tykkum neyðarbreyð og trongdarvatn; og tá skulu lærarar tínir ikki fjala seg longur, nei, eygu tíni skulu síggja lærarar tínar.
Esaias 30:21 Esaias
Og táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: „Hetta er vegurin, gangið eftir honum!“
Esaias 30:22 Esaias
Tá skalt tú meta óreinar silvurpláturnar á útskornu myndum tínum og gullpláturnar á stoyptu myndum tínum; tú skalt kasta tær burt sum skarn; „út hiðani!“ skalt tú siga við tær.
Esaias 30:23 Esaias
Tá skal Hann geva sáðnum, ið tú sáar í jørðina, regn, og breyðið, ið jørð tín ber, skal geva sterka og góða føði. Tann dag skal fæ títt liggja og eta á víðum grasfløtum;