hevnd
373 versir um "hevnd"
Versir
Síða 4 av 8Lukas 21:12 Lukas
Men framman undan øllum hesum skulu teir leggja hond á tykkum, søkja at tykkum og geva tykkum upp til sýnagogur og fangahús; og tit skulu verða førdir fram fyri kongar og landshøvdingar fyri navns Míns skuld.
Lukas 21:13 Lukas
Tað skal verða tykkum til vitnisburð.
Lukas 21:14 Lukas
Leggið tykkum tí á hjarta, at tit skulu ikki frammanundan grunda á, hvussu tit skulu verja tykkum!
Lukas 21:15 Lukas
Tí Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga.
Lukas 21:16 Lukas
Tit skulu verða sviknir enntá av foreldrum, brøðrum, frændum og vinum, og tey skulu drepa nakrar av tykkum.
Lukas 21:17 Lukas
Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld.
Lukas 21:18 Lukas
Men ikki hár á høvdi tykkara skal farast.
Lukas 21:19 Lukas
Við at vera áhaldandi skulu tit vinna sálir tykkara.
Lukas 21:20 Lukas
Men táið tit síggja Jerusalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær.
Lukas 21:21 Lukas
Tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tey, sum inni í staðnum eru, skulu fara út úr honum, og tey, sum úti á bygdunum eru, skulu ikki fara inn í hann.
Lukas 21:22 Lukas
Tí hetta eru hevndardagarnir, táið alt tað, ið skrivað er, skal ganga út.
Lukas 21:23 Lukas
Men vei teimum, sum eru við barn, og teimum, sum geva bróst á teimum døgum! Tí tá skal vera stór neyð í landinum, og vreiði yvir hesum fólki.
Lukas 21:24 Lukas
Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerusalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.
Lukas 21:25 Lukas
Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,
Lukas 21:26 Lukas
og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast.
Lukas 21:27 Lukas
Tá skal Menniskjasonurin verða sæddur koma í skýnum við mátti og miklari dýrd.
Lukas 21:28 Lukas
Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!“
Lukas 21:29 Lukas
Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Hyggið fikutræið og øll trøini!
Lukas 21:30 Lukas
So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.
Lukas 21:31 Lukas
Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.
Lukas 21:32 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.
Lukas 21:33 Lukas
Himmal og jørð skulu forganga; men orð Míni skulu als ikki forganga.
Lukas 21:34 Lukas
Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
Lukas 21:35 Lukas
Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Lukas 21:37 Lukas
Um dagarnar lærdi Hann í templinum, men um næturnar fór Hann út á fjallið, ið kallast Oljufjallið, og varð har.
Lukas 21:38 Lukas
Og alt fólkið kom tíðliga um morgunin til Hansara í templinum at lurta eftir Honum.
Lukas 22:1 Lukas
Høgtíðin hini ósúrgaðu breyðini, sum rópast páskir, var nú nær.
Lukas 22:2 Lukas
Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann av døgum; tí teir ræddust fólkið.
Lukas 22:3 Lukas
Men Satan fór í Judas, sum kallaðist Iskariot og var ein av hinum tólv.
Lukas 22:4 Lukas
Hann fór og tosaði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar um, hvussu hann skuldi geva Hann í vald teirra.
Lukas 22:5 Lukas
Tá vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening.
Lukas 22:6 Lukas
Hann gav teimum so orð sítt og hevði nú í huga, nær best bar til at geva Hann í vald teirra, uttan at tað voldi nakran ófrið millum fólkið.
Lukas 22:7 Lukas
So kom dagurin í hinum ósúrgaðu breyðunum, táið páskalambið skuldi verða dripið.
Lukas 22:8 Lukas
Tá sendi Hann Pætur og Jóhannes avstað og segði: „Farið og gerið okkum páskalambið til, so vit kunnu eta tað!“
Lukas 22:9 Lukas
Teir spurdu Hann: „Hvar vilt Tú, at vit skulu gera tað til?“
Lukas 22:10 Lukas
Hann svaraði teimum: „Táið tit koma inn í staðin, skal maður, ið ber vatnkrukku, møta tykkum; fylgið honum til húsið, sum hann fer inn í,
Lukas 22:11 Lukas
og sigið við húsbóndan í húsinum: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergið, sum Eg kann eta páskalambið í við lærisveinum Mínum?““
Lukas 22:12 Lukas
So skal hann vísa tykkum stóran sal, til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera tað til.“
Lukas 22:13 Lukas
Teir fóru tá avstað og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; og teir gjørdu páskalambið til.
Lukas 22:14 Lukas
Táið so tímin kom, settist Hann til borðs, og ápostlarnir við Honum.
Lukas 22:15 Lukas
Hann segði við teir: „Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði.
Lukas 22:16 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds.“
Lukas 22:17 Lukas
Hann tók nú kalik, takkaði og segði: „Takið hetta og býtið tað millum tykkara!
Lukas 22:18 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur.“
Lukas 22:19 Lukas
So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Lukas 22:20 Lukas
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.
Lukas 22:21 Lukas
Men hond hansara, sum svíkur Meg, er við Mær á borðinum.
Lukas 22:22 Lukas
Tí víst fer Menniskjasonurin burtur, soleiðis sum avgjørt er; men vei tí menniskja, sum Hann verður svikin við!“
Lukas 22:23 Lukas
Tá fóru teir at tala hvør við annan um, hvør teirra tað tó mundi vera, sum skuldi gera hetta.