hevnd

373 versir um "hevnd"

Versir

Síða 3 av 8
Lukas 20:9 Lukas

Hann setti tá fram fyri fólkið hetta líknilsi: „Maður plantaði víngarð, leigaði víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land og var leingi burtur.

8
Lukas 20:10 Lukas

Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu geva honum av ávøksti víngarðsins. Men víngarðsmenninir bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.

8
Lukas 20:11 Lukas

Hann gavst ikki, men sendi ein annan tænara; men teir bankaðu hann við og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.

8
Lukas 20:12 Lukas

Hann helt á og sendi hin triðja; men eisini hann bankaðu teir, so hann bløddi, og kastaðu hann út.

8
Lukas 20:13 Lukas

Tá segði víngarðsharrin: „Hvat skal eg gera? Eg skal senda son mín, hin elskaða; teir fara kortini at hava virðing fyri honum!“

8
Lukas 20:14 Lukas

Men táið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir upp ráð hvør við annan og søgdu: „Hetta er arvingin; latið okkum drepa hann, so arvurin kann verða okkara!“

8
Lukas 20:15 Lukas

Teir kastaðu hann tá út úr víngarðinum og drópu hann. Hvat fer nú víngarðsharrin at gera við teir?

8
Lukas 20:16 Lukas

Hann fer at koma og gera enda á hesum víngarðsmonnum og lata aðrar fáa víngarðin.“ Táið teir hoyrdu hetta, søgdu teir: „Tað verði aldri!“

8
Lukas 20:17 Lukas

Men Hann hugdi upp á teir og segði: „Hvat er tá hetta, ið skrivað er: „Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur“?

8
Lukas 20:18 Lukas

Hvør tann, ið dettur um henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið Hann fellur á, skal Hann sora.“

8
Lukas 20:19 Lukas

Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu høvdu fegnir viljað lagt hond á Hann tá við tað sama; men teir ræddust fólkið. Tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsi.

8
Lukas 20:20 Lukas

Og táið teir høvdu havt eyguni eftir Honum eina tíð, sendu teir lúrarar, sum lótust at vera rættvísir, til at fanga Hann í orðum, so teir kundu geva Hann upp til yvirvøldina og í hendur landshøvdingans.

8
Lukas 20:21 Lukas

Teir spurdu Hann: „Meistari! Vit vita, at Tú talar og lærir rætt og gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika.

8
Lukas 20:22 Lukas

Er okkum loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“

8
Lukas 20:23 Lukas

Men Hann var varur við svik teirra og segði við teir: „Hví freista tit Meg?

8
Lukas 20:24 Lukas

Vísið Mær ein denar! – Hvørs mynd og yvirskrift ber hann?“ Teir svaraðu: „Keisarans.“

8
Lukas 20:25 Lukas

Tá segði Hann við teir: „So gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“

8
Lukas 20:26 Lukas

Teir vóru tá ikki førir fyri at fanga Hann í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar Hansara og tagdu.

8
Lukas 20:27 Lukas

Men nakrir Saddukearar – teir, sum nokta, at nøkur uppreisn er – komu til Hansara og spurdu Hann:

8
Lukas 20:28 Lukas

„Meistari! Móses skrivaði okkum tað boð, at um onkur eigur bróður, ið er giftur, men doyr barnleysur, so skal bróðir hansara taka konuna og reisa bróður sínum upp avkom.

8
Lukas 20:29 Lukas

Nú vóru sjey brøður. Hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur.

8
Lukas 20:30 Lukas

Somuleiðis hin annar.

8
Lukas 20:31 Lukas

Og hin triði tók hana, og á sama hátt allir sjey; teir doyðu uttan at lata avkom eftir seg.

8
Lukas 20:32 Lukas

Til endan doyði konan við.

8
Lukas 20:33 Lukas

Hvør teirra fær hana nú til konu í uppreisnini? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu.“

8
Lukas 20:34 Lukas

Jesus svaraði teimum: „Børnini av hesum heimi taka til ekta og verða givin til ekta.

8
Lukas 20:35 Lukas

Men tey, sum verða hildin verd at fáa lut í hinum heimi og í uppreisnini frá hinum deyðu, tey hvørki taka til ekta ella verða givin til ekta.

8
Lukas 20:36 Lukas

Tey kunnu jú heldur ikki doyggja meir; tí tey eru einglunum lík og eru børn Guds, við tað at tey eru børn uppreisnarinnar.

8
Lukas 20:37 Lukas

Men at hini deyðu rísa upp, hevur Móses eisini víst, har sum talast um tornarunnin, táið hann kallar Harran Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups.

8
Lukas 20:38 Lukas

Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi; tí fyri Honum liva øll.“

8
Lukas 20:39 Lukas

Tá svaraðu nakrir av hinum skriftlærdu: „Meistari, Tú talaði væl!“

8
Lukas 20:40 Lukas

Og teir tordu ikki at spyrja Hann um nakað uppaftur.

8
Lukas 20:41 Lukas

Men Hann segði við teir: „Hvussu kann verða sagt, at Kristus er sonur Dávids?

8
Lukas 20:42 Lukas

Dávid sigur jú sjálvur í Sálmabókini: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,

8
Lukas 20:43 Lukas

inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!““

8
Lukas 20:44 Lukas

So kallar nú Dávid Hann Harra; hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!“

8
Lukas 20:45 Lukas

Og Hann segði við lærisveinarnar, so alt fólkið hoyrdi:

8
Lukas 20:46 Lukas

„Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og gjarna vilja verða heilsaðir á torgunum, hava hinar fremstu sessirnar í sýnagogunum og sita ovastir til borðs í veitslunum –

8
Lukas 20:47 Lukas

teir, ið eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! – Hesir skulu fáa tess harðari dóm!“

8
Lukas 21:1 Lukas

Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.

8
Lukas 21:2 Lukas

Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.

8
Lukas 21:3 Lukas

Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.

8
Lukas 21:4 Lukas

Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“

8
Lukas 21:5 Lukas

Táið nakrir søgdu um templið, at tað var prýtt við vøkrum steinum og tempulgávum, segði Hann:

8
Lukas 21:6 Lukas

„Hetta, sum tit síggja – dagar skulu koma, táið ikki steinur skal verða latin eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“

8
Lukas 21:7 Lukas

Teir spurdu Hann: „Meistari, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið fyri, at hetta fer at henda?“

8
Lukas 21:8 Lukas

Hann svaraði: „Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Tað eri eg!“ og: „Tíðin er nær!“ – Farið ikki eftir teimum!

8
Lukas 21:9 Lukas

Men táið tit hoyra um hernað og uppreistur, tá ræðist ikki! Tí hetta má fyrst henda, men endin kemur ikki við tað sama.“

8
Lukas 21:10 Lukas

So segði Hann við teir: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.

8
Lukas 21:11 Lukas

Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

8