hevnd
373 versir um "hevnd"
Versir
Síða 2 av 8Lukas 19:7 Lukas
Táið tey sóu hetta, knarraðu tey øll og søgdu: „Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!“
Lukas 19:8 Lukas
Men Zakeus steig fram og segði við Harran: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“
Lukas 19:9 Lukas
Tá segði Jesus um hann: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham.
Lukas 19:10 Lukas
Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“
Lukas 19:11 Lukas
Meðan tey lurtaðu eftir hesum, legði Hann eisini líknilsi aftrat, við tað at Hann var nær við Jerusalem, og tey hugsaðu, at ríki Guds fór at koma til sjóndar tá við tað sama.
Lukas 19:12 Lukas
Hann segði tá: „Háborin maður fór til land langt burtur at fáa kongavald og so koma aftur.
Lukas 19:13 Lukas
Hann kallaði tá til sín tíggju av tænarum sínum, gav teimum tíggju pund og segði við teir: „Handlið við hesum, inntil eg komi aftur!“
Lukas 19:14 Lukas
Men landsmenn hansara hataðu hann og lótu sendiboð fara aftan á honum við hesum boðum: „Vit vilja ikki, at hesin skal vera kongur yvir okkum!“
Lukas 19:15 Lukas
Táið hann so hevði fingið kongavaldið og kom aftur, beyð hann, at hesir tænarar, sum hann hevði latið fingið peningin, skuldu verða kallaðir fram fyri hann, so hann kundi fáa at vita, hvat hvør teirra hevði vunnið.
Lukas 19:16 Lukas
Tá steig hin fyrsti fram og segði: „Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær!“
Lukas 19:17 Lukas
Hann segði við hann: „Gott, tú góði tænari! Við tað at tú hevur verið trúgvur í hinum minsta, skalt tú ráða yvir tíggju býum.“
Lukas 19:18 Lukas
So kom hin annar og segði: „Harri, pund títt hevur givið fimm pund!“
Lukas 19:19 Lukas
Tá segði hann eisini við hann: „Tú skalt vera yvir fimm býum.“
Lukas 19:20 Lukas
Ein annar kom og segði: „Harri, hygg, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turriklæði!
Lukas 19:21 Lukas
Tí eg ræddist teg, av tí at tú ert strangur maður; tú tekur tað, ið tú ikki lætst á goymslu, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.“
Lukas 19:22 Lukas
Hann segði við hann: „Eftir tínum egna munni dømi eg teg, ringi tænari tín! Tú visti, at eg eri strangur maður, sum taki tað, ið eg ikki læt á goymslu, og heysti tað, sum eg ikki sáaði.
Lukas 19:23 Lukas
Hví setti tú tá ikki pening mín inn í banka, so eg kundi fingið hann aftur við rentum, táið eg kom heim!“
Lukas 19:24 Lukas
Síðani segði hann við teir, ið hjá honum stóðu: „Takið pundið av honum og latið tann fáa tað, sum hevur hini tíggju pundini!“
Lukas 19:25 Lukas
Teir søgdu við hann: „Harri, hann hevur jú tíggju pund!“
Lukas 19:26 Lukas
– „Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
Lukas 19:27 Lukas
Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur yvir teimum, leiðið teir higar og høggið teir niður fyri eygum mínum!““
Lukas 19:28 Lukas
Táið Hann hevði sagt hetta, gekk Hann undan á ferð Síni til Jerusalem.
Lukas 19:29 Lukas
Táið Hann nú nærkaðist Betfage og Betania við fjallið, ið kallast Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði:
Lukas 19:30 Lukas
„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Táið tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar!
Lukas 19:31 Lukas
Spyr onkur tykkum: „Hví loysa tit tað?“ – skulu tit siga so: „Harrin skal nýta tað.““
Lukas 19:32 Lukas
Teir, ið sendir vóru, fóru tá avstað og funnu tað, so sum Hann hevði sagt teimum.
Lukas 19:33 Lukas
Táið teir loystu fylið, søgdu teir, ið áttu tað, við teir: „Hví loysa tit fylið?“
Lukas 19:34 Lukas
Teir svaraðu: „Harrin skal nýta tað.“
Lukas 19:35 Lukas
So leiddu teir tað til Jesus; og teir løgdu klæði síni á fylið og lótu Jesus seta Seg á tað.
Lukas 19:36 Lukas
Sum Hann nú helt fram, breiddu tey klæði síni á vegin undir Hann.
Lukas 19:37 Lukas
Táið Hann nú nærkaðist staðnum, har sum oman verður gingið av Oljufjallinum, fór allur flokkurin av lærisveinum glaður at prísa Gudi hart fyri allar kraftargerðirnar, ið teir høvdu sæð; teir søgdu:
Lukas 19:38 Lukas
„Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni Harrans! Friður í Himli, og dýrd á hæddini!“
Lukas 19:39 Lukas
Nakrir av Farisearunum í fólkahópinum søgdu við Hann: „Meistari, hav at lærisveinum Tínum!“
Lukas 19:40 Lukas
Men Hann svaraði teimum: „Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.“
Lukas 19:41 Lukas
Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði:
Lukas 19:42 Lukas
„Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.
Lukas 19:43 Lukas
Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum.
Lukas 19:44 Lukas
Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.“
Lukas 19:45 Lukas
Hann fór nú inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu;
Lukas 19:46 Lukas
og Hann segði við teir: „Skrivað er: „Hús Mítt er bønhús.“ Men tit gera tað til ránsmannabøli.“
Lukas 19:47 Lukas
Hann lærdi hvønn dag í templinum. Men høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og hinir fremstu menn fólksins royndu at fáa Hann beindan av vegnum.
Lukas 19:48 Lukas
Men teir vistu sær eingi ráð, hvat teir skuldu gera; tí alt fólkið hekk uppi í Honum og lurtaði eftir Honum.
Lukas 20:1 Lukas
Sum Hann nú ein dagin lærdi fólkið í templinum og kunngjørdi evangeliið, stigu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu fram saman við hinum elstu;
Lukas 20:2 Lukas
og teir talaðu so til Hansara: „Sig okkum: Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør er tað, ið hevur givið Tær henda myndugleika?“
Lukas 20:3 Lukas
Hann svaraði teimum: „Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; sigið Mær tað:
Lukas 20:4 Lukas
Dópur Jóhannesar, var hann frá Himli ella frá menniskjum?“
Lukas 20:5 Lukas
Tá tosaðu teir saman um tað og søgdu: „Siga vit: „Frá Himli“, so sigur Hann: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
Lukas 20:6 Lukas
Men siga vit: „Frá menniskjum“, so steinar alt fólkið okkum; tí tey trúgva fult og fast, at Jóhannes var profetur.“
Lukas 20:7 Lukas
Teir svaraðu tí, at teir vistu ikki, hvaðani hann var.
Lukas 20:8 Lukas
Tá segði Jesus við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.“