Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hevnd

373 versir um "hevnd"

Versir

Síða 5 av 8
Lukas 22:24 Lukas

Eisini varð træta millum teirra um, hvør teirra ið skuldi verða roknaður størstur.

8
Lukas 22:25 Lukas

Tá segði Hann við teir: „Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn.

8
Lukas 22:26 Lukas

Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir!

8
Lukas 22:27 Lukas

Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.

8
Lukas 22:28 Lukas

Men tit eru teir, ið hava hildið út við Mær í freistingum Mínum;

8
Lukas 22:29 Lukas

og Eg lati tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur latið Mær tað,

8
Lukas 22:30 Lukas

so tit skulu eta og drekka við borð Mítt í ríki Mínum og sita í hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.

8
Lukas 22:31 Lukas

Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti.

8
Lukas 22:32 Lukas

Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!“

8
Lukas 22:33 Lukas

Tá segði hann við Hann: „Harri, eg eri til reiðar at fara við Tær, bæði í fangahús og í deyðan!“

8
Lukas 22:34 Lukas

Men Hann svaraði: „Pætur, Eg sigi tær: Hanin skal ikki gala í dag, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur noktað, at tú kennir Meg.“

8
Lukas 22:35 Lukas

So segði Hann við teir: „Táið Eg sendi tykkum út uttan pung, tasku og skógvar, fattaðist tykkum tá nakað?“ Teir svaraðu: „Nei, einki!“

8
Lukas 22:36 Lukas

Hann segði við teir: „Men nú – tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt!

8
Lukas 22:37 Lukas

Tí Eg sigi tykkum, at tað, ið skrivað er, má ganga út við Mær, hetta: „Hann varð roknaður millum lógloysingar.“ Tí tað, ið sagt er um Meg, er at enda.“

8
Lukas 22:38 Lukas

Tá søgdu teir: „Harri, hygg, her eru tvey svørð!“ Hann svaraði teimum: „Tað er nóg mikið.“

8
Lukas 22:39 Lukas

Hann fór nú út og fór, sum Hann var vanur, til Oljufjallið; og lærisveinarnir fóru eisini við Honum.

8
Lukas 22:40 Lukas

Táið Hann var komin til staðið, segði Hann við teir: „Biðið um ikki at koma í freisting!“

8
Lukas 22:41 Lukas

So fór Hann burtur frá teimum, okkurt um steinkast, fall á knæ, bað og segði:

8
Lukas 22:42 Lukas

„Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“

8
Lukas 22:43 Lukas

Tá vísti eingil av Himli seg fyri Honum og styrkti Hann.

8
Lukas 22:44 Lukas

Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina.

8
Lukas 22:45 Lukas

Táið Hann so reistist frá bønini og kom til lærisveinarnar, fann Hann teir sovandi av sorg.

8
Lukas 22:46 Lukas

Tá segði Hann við teir: „Hví sova tit! Reisist og biðið, fyri at tit skulu ikki koma í freisting!“

8
Lukas 22:47 Lukas

Meðan Hann enn talaði, kom flokkur av fólki, og hann, ið æt Judas, ein av hinum tólv, gekk undan teimum; hann nærkaðist Jesusi at kyssa Hann.

8
Lukas 22:48 Lukas

Men Jesus segði við hann: „Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!“

8
Lukas 22:49 Lukas

Táið nú teir, ið rundan um Hann vóru, sóu, hvussu fór at ganga, søgdu teir: „Harri, skulu vit sláa til við svørði?“

8
Lukas 22:50 Lukas

Og ein teirra høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum.

8
Lukas 22:51 Lukas

Men Jesus tók til orða og segði: „Latið teir gera hetta við!“ So nam Hann við oyra hansara og grøddi hann.

8
Lukas 22:52 Lukas

Síðani segði Jesus við høvuðsprestarnar, høvuðsmenninar fyri tempulvaktini og hinar elstu, sum komnir vóru móti Honum: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum!

8
Lukas 22:53 Lukas

Táið Eg hvønn dag var hjá tykkum í templinum, rættu tit ikki út hendur tykkara móti Mær. Men hetta er tími tykkara og vald myrkursins.“

8
Lukas 22:54 Lukas

So tóku teir Hann, fóru avstað við Honum og leiddu Hann inn í hús høvuðsprestsins; og Pætur fylgdi eftir langt aftaná.

8
Lukas 22:55 Lukas

Teir kyndu nú eld mitt í garðinum og sótu saman har, og Pætur sat mitt ímillum teirra.

8
Lukas 22:56 Lukas

Men ein arbeiðskona sá hann sita har í ljósinum frá eldinum; hon stardi upp á hann og segði: „Eisini hesin var við Honum!“

8
Lukas 22:57 Lukas

Men hann avnoktaði Hann og segði: „Eg kenni Hann ikki, kvinna!“

8
Lukas 22:58 Lukas

Eitt sindur seinni sá eitt annað, ein av monnunum, hann og segði: „Eisini tú ert ein av teimum!“ Men Pætur svaraði: „Maður, eg eri tað ikki!“

8
Lukas 22:59 Lukas

Okkurt um tíma eftir hetta gjørdi ein annar tað av og segði: „So sanniliga var eisini hesin við Honum! Hann er jú eisini Galileari.“

8
Lukas 22:60 Lukas

Tá svaraði Pætur: „Maður, eg skilji ikki, hvat tú sigur!“ Í tí sama, meðan hann enn talaði, gól hanin.

8
Lukas 22:61 Lukas

Og Harrin vendi Sær og hugdi upp á Pætur, og Pæturi kom orð Harrans í hug, hvussu Hann hevði sagt við hann: „Áðrenn hanin gelur í dag, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.“

8
Lukas 22:62 Lukas

Og hann fór út og græt beiskliga.

8
Lukas 22:63 Lukas

Menninir, ið hildu Jesusi, spottaðu og slógu Hann.

8
Lukas 22:64 Lukas

Teir kastaðu klæði yvir Hann og spurdu Hann: „Profetera – hvør var tað, ið sló Teg?“

8
Lukas 22:65 Lukas

Og mong onnur háðorð talaðu teir móti Honum.

8
Lukas 22:66 Lukas

Táið nú var vorðið dagur aftur, savnaðust hinir elstu fólksins og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu; teir leiddu Hann fram fyri ráð sítt

8
Lukas 22:67 Lukas

og søgdu: „Ert Tú Kristus, so sig okkum tað!“ Men Hann svaraði teimum: „Um Eg sigi tykkum tað, trúgva tit tí ikki,

8
Lukas 22:68 Lukas

og um Eg spyrji, svara tit ikki!

8
Lukas 22:69 Lukas

Men hereftir skal Menniskjasonurin sita við høgru hond kraftar Guds.“

8
Lukas 22:70 Lukas

Tá søgdu teir allir: „Ert Tú tá Sonur Guds?“ Hann svaraði teimum: „Tit siga tað; Eg eri tað.“

8
Lukas 22:71 Lukas

Tá søgdu teir: „Hvat nýtist okkum longur vitnisburð! Nú hava vit jú sjálvir hoyrt tað av Hansara egna munni!“

8
Lukas 23:1 Lukas

Allur hópurin fór nú á føtur, og teir leiddu Hann fyri Pilatus.

8
Lukas 23:2 Lukas

Har tóku teir at klaga Hann og søgdu: „Vit hava funnið, at hesin villleiðir fólk okkara, forbýður at lata skatt til keisaran og sigur Seg sjálvan vera Kristus, kong!“

8