hevnd
373 versir um "hevnd"
Versir
Síða 6 av 8Lukas 23:3 Lukas
Tá spurdi Pilatus Hann: „Ert Tú kongur Jødanna?“ Hann svaraði honum: „Tú sigur tað!“
Lukas 23:4 Lukas
Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og fólkið: „Eg finni einki misbrot hjá hesum manni!“
Lukas 23:5 Lukas
Tá góvu teir enn meiri á og søgdu: „Hann øsir við læru Síni fólkið upp um alt Judea, úr Galilea, har sum Hann byrjaði, og líka higar.“
Lukas 23:6 Lukas
Táið Pilatus hoyrdi um Galilea, spurdi hann, um maðurin var Galileari.
Lukas 23:7 Lukas
Og táið hann fekk at vita, at Hann hoyrdi undir Heródes, sendi hann Hann til hansara; tí eisini Heródes var í Jerusalem teir dagarnar.
Lukas 23:8 Lukas
Táið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí hann hevði í langa tíð ynskt eftir at sæð Hann, av tí at hann hevði hoyrt um Hann; og hann vónaði at fáa at síggja okkurt tekin gjørt av Honum.
Lukas 23:9 Lukas
Hann setti Honum nú spurningar við mongum orðum; men Hann svaraði honum einki.
Lukas 23:10 Lukas
Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu og klagaðu Hann harðliga.
Lukas 23:11 Lukas
Heródes og hermenn hansara háðaðu og spottaðu Hann; síðani kastaði hann skínandi klæði um Hann og sendi Hann so aftur til Pilatus.
Lukas 23:12 Lukas
Tann dagin gjørdust Heródes og Pilatus vinmenn; men frammanundan høvdu teir ligið í fíggindskapi hvør við annan.
Lukas 23:13 Lukas
Nú kallaði Pilatus saman høvuðsprestarnar, ráðharrarnar og fólkið
Lukas 23:14 Lukas
og segði við teir: „Tit hava ført henda mann fyri meg sum ein, ið villleiðir fólkið til fráfall; og nú havi eg avhoyrt Hann, meðan tit hava verið hjá, og eg havi ikki funnið henda mann sekan í nøkrum av tí, sum tit klaga Hann fyri;
Lukas 23:15 Lukas
Heródes heldur ikki; eg sendi tykkum jú til hansara; tit síggja tá, at Hann hevur einki gjørt, sum er deyða vert.
Lukas 23:16 Lukas
Eg skal tí revsa Hann og so geva Hann leysan.“
Lukas 23:17 Lukas
Men hann var noyddur at geva teimum ein leysan um høgtíðina.
Lukas 23:18 Lukas
Tá rópti allur hópurin: „Burt við hesum, og gev okkum Barabbas leysan!“
Lukas 23:19 Lukas
– Hetta var ein, ið var settur fastur fyri uppreistur, sum verið hevði í staðnum, og fyri manndráp.
Lukas 23:20 Lukas
Pilatus talaði tá uppaftur til teirra; tí hann vildi fegin geva Jesus leysan.
Lukas 23:21 Lukas
Men tey róptu til hansara: „Krossfest, krossfest Hann!“
Lukas 23:22 Lukas
Tá segði hann triðju ferð við tey: „Hvat ilt hevur hesin maður tá gjørt? Eg havi ikki funnið Hann sekan í nakrari deyðasøk; tí skal eg revsa Hann og so geva Hann leysan.“
Lukas 23:23 Lukas
Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at Hann skuldi verða krossfestur – og róp teirra vórðu við yvirlutan.
Lukas 23:24 Lukas
Pilatus feldi tann dóm, at so skuldi verða, sum tey kravdu.
Lukas 23:25 Lukas
Hann gav tann leysan, sum tey bóðu um, hann, ið var settur fastur fyri uppreistur og manndráp; men Jesus gav hann upp til vilja teirra.
Lukas 23:26 Lukas
Táið teir so fóru avstað við Honum, løgdu teir hendur á ein mann, ið æt Símun, úr Kýrene; hann kom av markini. Teir løgdu krossin á hann, fyri at hann skuldi bera hann aftan á Jesusi.
Lukas 23:27 Lukas
Stórur skari av fólkinum fylgdi Honum, og nógvar kvinnur, ið venaðu seg og grótu um Hann.
Lukas 23:28 Lukas
Tá vendi Jesus Sær móti teimum og segði: „Døtur Jerusalems! Grátið ikki um Meg, nei, grátið um tykkum sjálvar og børn tykkara!
Lukas 23:29 Lukas
Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: „Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.“
Lukas 23:30 Lukas
Tá fer at verða sagt við fjøllini: „Fallið yvir okkum!“ og við heyggjarnar: „Fjalið okkum!“
Lukas 23:31 Lukas
Tí verður gjørt so við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra!“
Lukas 23:32 Lukas
Eisini tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu leiddir út saman við Honum at verða tiknir av døgum.
Lukas 23:33 Lukas
Táið teir so vóru komnir til staðið, ið kallaðist Skallin, krossfestu teir Hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Lukas 23:35 Lukas
Fólkið stóð og hugdi at. Eisini ráðharrarnir spottaðu Hann og søgdu: „Onnur hevur Hann frelst; frelsi Hann nú Seg sjálvan, er Hann Kristus Guds, hin útvaldi!“
Lukas 23:36 Lukas
Eisini hermenninir spottaðu Hann; teir komu og rættu Honum edik og søgdu:
Lukas 23:37 Lukas
„Ert Tú kongur Jødanna, so frels Teg sjálvan!“
Lukas 23:38 Lukas
Eisini var yvirskrift sett uppi yvir Honum: „Hetta er kongur Jødanna.“
Lukas 23:39 Lukas
Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: „Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!“
Lukas 23:40 Lukas
Men hin hevði at honum og svaraði: „Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi?
Lukas 23:41 Lukas
Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.“
Lukas 23:42 Lukas
So segði hann við Jesus: „Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!“
Lukas 23:43 Lukas
Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
Lukas 23:44 Lukas
Tað var nú um sætta tíman; tá varð myrkur um alt landið, líka til níggjunda tíman;
Lukas 23:45 Lukas
tí sólin myrknaði. Forhangið í templinum skrædnaði eftir miðjuni.
Lukas 23:46 Lukas
Og Jesus rópti við harðari rødd: „Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.“ Táið Hann hetta hevði sagt, andaðist Hann.
Lukas 23:47 Lukas
Men táið høvuðsmaðurin sá tað, ið hendi, gav hann Gudi dýrd og segði: „Sanniliga var hesin Maður rættvísur!“
Lukas 23:48 Lukas
Og alt fólkið, sum saman var komið at síggja hetta, sló seg fyri bróstið og fór avstað aftur, táið tey sóu tað, ið hendi.
Lukas 23:49 Lukas
Allir kunningar Hansara stóðu langt burtur og sóu hetta, eisini kvinnurnar, ið høvdu fylgt Honum úr Galilea.
Lukas 23:50 Lukas
Nú var maður, ið æt Jósef; hann var ráðharri og var góður og rættvísur maður.
Lukas 23:51 Lukas
Hann hevði ikki samtykt í ráði og verki teirra. Hann var úr hinum jødiska býnum Arimatea, og hann væntaði ríki Guds.
Lukas 23:52 Lukas
Hann fór til Pilatus og bað um likam Jesusar.