førleiki

595 versir um "førleiki"

Versir

Síða 5 av 12
Sálmarnir 16:1 Sálmarnir

Songur. Eftir Dávid. Varðveit meg, Gud, tí eg søki mær skjól hjá Tær!

3
Sálmarnir 16:2 Sálmarnir

Eg sigi við HARRAN: „Tú ert Harri mín, eg havi einki gott uttan Teg.

3
Sálmarnir 16:3 Sálmarnir

Hini heilagu, sum í landinum eru, tey eru hini dýru, sum eg havi alla gleði mína í.“

3
Sálmarnir 16:4 Sálmarnir

Mangar sorgir ráma tey, ið velja sær aðrar*; eg ofri ikki drykkjuoffur teirra av blóði og taki ikki nøvn teirra á varrarnar.

3
Sálmarnir 16:5 Sálmarnir

HARRIN er parturin, ið mær lutaðist, Hann er bikar mítt; Tú heldur luti mínum uppi.

3
Sálmarnir 16:6 Sálmarnir

Mær lutaðist lívsælur partur, ja, arvur, sum líkar mær væl!

3
Sálmarnir 16:7 Sálmarnir

Eg skal lova HARRANUM, sum var ráðgevari mín – líka um náttina minna nýru míni meg um tað!

3
Sálmarnir 16:8 Sálmarnir

Eg havi altíð HARRAN fyri eyga; Hann er við høgru lið Mína, Eg vikist ikki!

3
Sálmarnir 16:9 Sálmarnir

Tí gleðist hjarta Mítt, æra Mín rópar av frøi; um tað so er hold Mítt, skal tað búgva trygt.

3
Sálmarnir 16:10 Sálmarnir

Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.

3
Sálmarnir 16:11 Sálmarnir

Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.

3
Sálmarnir 17:1 Sálmarnir

Bøn. Eftir Dávid. HARRI, hoyr rættvíst málevni, lurta eftir sorgarrópi mínum, læn bøn míni oyra – hon kemur ikki av følskum vørrum!

3
Sálmarnir 17:2 Sálmarnir

Lat rætt mín koma frá ásjón Tíni, lat eygu Tíni skoða tað, ið rætt er!

3
Sálmarnir 17:3 Sálmarnir

Tú hevur roynt hjarta mítt, vitjað tað um náttina, Tú hevur rannsakað meg – Tú fanst einki; muður mín víkur ikki frá tonkum mínum!

3
Sálmarnir 17:4 Sálmarnir

Hvat so menniskjuni gera, havi eg, eftir orði varra Tína, varðað meg fyri leið yvirgangsmansins.

3
Sálmarnir 17:5 Sálmarnir

Stig míni hildu fast við fótaspor Tíni, føtur mínir óku ikki.

3
Sálmarnir 17:6 Sálmarnir

So rópi eg nú til Tín, tí Tú, Gud, skalt svara mær! Boygg oyrað til mín, hoyr orð míni!

3
Sálmarnir 17:7 Sálmarnir

Vís undurfullu náði Tína, Tú, sum við høgru hond Tíni frelsir tey, ið søkja sær skjól hjá Tær, frá fíggindum teirra!

3
Sálmarnir 17:8 Sálmarnir

Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum

3
Sálmarnir 17:9 Sálmarnir

– fyri hinum gudleysu, ið ætla at oyða meg, glúpsku fíggindum mínum, ið kringseta meg!

3
Sálmarnir 17:10 Sálmarnir

Teir steingja hjarta sítt við fiti, við munninum tala teir stór orð.

3
Sálmarnir 17:11 Sálmarnir

Nú eru teir rundan um meg, hvar vit so fara; teir miða eftir mær fyri at fella meg til jarðar;

3
Sálmarnir 17:12 Sálmarnir

ja, hesin er líkur leyvu, ið stundar eftir at skræða sundur, ungari leyvu, ið liggur og lúrir!

3
Sálmarnir 17:13 Sálmarnir

Reis Teg, HARRI, far ímóti honum, slá hann til jarðar, bjarga við svørði Tínum sál míni frá hinum gudleysa,

3
Sálmarnir 17:14 Sálmarnir

frá menniskjunum, HARRI, við hond Tíni, frá menniskjum heimsins, sum hava lut sín í lívinum, og hvørja búk Tú fyllir við skattum Tínum, sum hava nógvar synir og lata yvirflóð sína eftir til børnini!

3
Sálmarnir 17:15 Sálmarnir

– Men eg skal í rættvísi skoða ásjón Tína; eg skal, táið eg vakni, mettast av at síggja Teg!

3
Sálmarnir 18:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir tænara HARRANS Dávid. Hann sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls.

3
Sálmarnir 18:2 Sálmarnir

Hann sang:

3
Sálmarnir 18:3 Sálmarnir

HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!

3
Sálmarnir 18:4 Sálmarnir

Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum!

3
Sálmarnir 18:5 Sálmarnir

Tog deyðans vóru um meg, streymar oyðingarinnar ræddu meg.

3
Sálmarnir 18:6 Sálmarnir

Tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur.

3
Sálmarnir 18:7 Sálmarnir

Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara.

3
Sálmarnir 18:8 Sálmarnir

Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir fjallanna ristust, teir skakaðust – tí vreiði Hansara tendraðist.

3
Sálmarnir 18:9 Sálmarnir

Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum.

3
Sálmarnir 18:10 Sálmarnir

Hann lækkaði Himmalin og kom niður, myrkur var undir fótum Hansara;

3
Sálmarnir 18:11 Sálmarnir

borin av kerúbum fleyg Hann, streyk fram á veingjum vindsins;

3
Sálmarnir 18:12 Sálmarnir

myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn, tjúkk skýggj.

3
Sálmarnir 18:13 Sálmarnir

Úr ljómanum fyri andliti Hansara fóru skýggj Hansara fram, heglingur og eldsgløður.

3
Sálmarnir 18:14 Sálmarnir

HARRIN tornaði av himli, hin Hægsti læt rødd Sína ljóða – hegling og eldsgløður.

3
Sálmarnir 18:15 Sálmarnir

Hann skeyt pílar Sínar og spjaddi teir,* snarljós í mongd og loypti ræðslu á teir.

3
Sálmarnir 18:16 Sálmarnir

Tá kom botnur vatnanna undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir – fyri hóttan Tíni, HARRI, fyri vreiðiblástri Tínum.

3
Sálmarnir 18:17 Sálmarnir

Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum,

3
Sálmarnir 18:18 Sálmarnir

bjargaði mær undan sterka fígginda mínum og undan teimum, ið hataðu meg – teir vóru mær ov sterkir.

3
Sálmarnir 18:19 Sálmarnir

Teir lupu á meg vanlukkudag mín, men HARRIN styðjaði meg.

3
Sálmarnir 18:20 Sálmarnir

Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín.

3
Sálmarnir 18:21 Sálmarnir

HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar.

3
Sálmarnir 18:22 Sálmarnir

Tí eg helt meg til vegir HARRANS og fall ikki í óndskapi frá Gudi mínum;

3
Sálmarnir 18:23 Sálmarnir

øll boð Hansara hevði eg fyri eyga, lóg Hansara læt eg ikki víkja frá mær;

3
Sálmarnir 18:24 Sálmarnir

ólastandi var eg fyri Honum og varðaði meg væl fyri synd míni.

3