førleiki

595 versir um "førleiki"

Versir

Síða 4 av 12
Sálmarnir 10:3 Sálmarnir

Tí hin gudleysi reypar av tí, ið sál hansara hevur hug til; tann, ið elskar rán, sigur HARRANUM farvæl, háðar Hann.

3
Sálmarnir 10:4 Sálmarnir

Hin gudleysi sigur í hugmóði sínum: „Hann heimsøkir ikki!“ „Eingin Gud er!“ – so eru allar hugsanir hansara.

3
Sálmarnir 10:5 Sálmarnir

Fyritøkur hansara eydnast altíð; langt burtur frá honum – høgt uppi – eru dómar Tínir; hann blæsur eftir øllum fíggindum sínum.

3
Sálmarnir 10:6 Sálmarnir

Hann sigur í hjartanum: „Eg skal ikki vikast; mann eftir mann skal eg onga neyð koma í!“

3
Sálmarnir 10:7 Sálmarnir

Muður hansara er fullur av illbønum, sviki og yvirgangi; vanlukka og órættur er undir tungu hansara.

3
Sálmarnir 10:8 Sálmarnir

Hann liggur og lúrir við bygdirnar; á loyniligum støðum drepur hann hin sakleysa; eygu hansara eru eftir hinum verjuleysa.

3
Sálmarnir 10:9 Sálmarnir

Hann lúrir á loyniligum staði, sum leyvan, har hon krógvar seg; eftir at grípa hin arma lúrir hann; hann grípur hin arma, dregur hann inn í garn sítt.

3
Sálmarnir 10:10 Sálmarnir

Hann kreppir seg, liggur og lúrir, og hini verjuleysu falla í kløur hansara.

3
Sálmarnir 10:11 Sálmarnir

Hann sigur í hjartanum: „Gud hevur gloymt tað; Hann fjalir ásjón Sína, Hann sær tað aldri!“

3
Sálmarnir 10:12 Sálmarnir

Reis Teg, HARRI! Gud, lyft hondini, gloym ikki hini ørmu!

3
Sálmarnir 10:13 Sálmarnir

Hví skal hin gudleysi vanvirða Gud og siga í hjartanum, at Tú heimsøkir ikki!

3
Sálmarnir 10:14 Sálmarnir

Tú hevur jú sæð tað; tí Tú skoðar neyð og hjartasorg og tekur tað í hond Tína; Tær upp í hendur gevur hin verjuleysi mál sítt, Tú ert hinum faðirleysa ein hjálpari!

3
Sálmarnir 10:15 Sálmarnir

Brót sundur arm hins gudleysa, hins ónda, heimsøk gudloysi hansara, so tað er ikki til longur!

3
Sálmarnir 10:16 Sálmarnir

HARRIN er kongur í aldur og allar ævir; heidningarnir verða oyddir av landi Hansara.

3
Sálmarnir 10:17 Sálmarnir

Tú hoyrir tað, sum hini eyðmjúku ynskja sær, HARRI, Tú styrkir hjarta teirra, vendir oyrað til

3
Sálmarnir 10:18 Sálmarnir

– fyri at døma í søk hins faðirleysa og kúgaða. Ikki skal menniskjað, sum er av mold, longur volda ræðslu.

3
Sálmarnir 11:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Hjá HARRANUM søki eg mær skjól; hvussu kunnu tit tá siga við sál mína: „Flýggja sum fuglur í fjøllini!“

3
Sálmarnir 11:2 Sálmarnir

Tí hygg, hinir gudleysu spenna bogan, leggja pílin á strongin, fyri í myrkrinum at skjóta eftir teimum, sum hava sannleik í hjartanum.

3
Sálmarnir 11:3 Sálmarnir

Táið sjálvur grundvøllurin verður upp skræddur, hvat fær tá hin rættvísi gjørt!

3
Sálmarnir 11:4 Sálmarnir

HARRIN er í heilaga templi Sínum, hásæti HARRANS er í Himli; eygu Hansara skoða menniskjabørnini, Hann hyggur á tey og rannsakar tey.

3
Sálmarnir 11:5 Sálmarnir

HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara;

3
Sálmarnir 11:6 Sálmarnir

Hann letur snerrur regna á hini gudleysu; eldur, svávul og gløðandi vindur verður teimum máldur í steypið.

3
Sálmarnir 11:7 Sálmarnir

Tí HARRIN er rættvísur, elskar rættvísi; hin sannhjartaði skal skoða ásjón Hansara.

3
Sálmarnir 12:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir hinum áttanda. Sálmur. Eftir Dávid.

3
Sálmarnir 12:2 Sálmarnir

Frels, HARRI! Tí tey, ið óttast Gud, eru burtur, hini trúføstu millum menniskjabørnini eru horvin!

3
Sálmarnir 12:3 Sálmarnir

Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey.

3
Sálmarnir 12:4 Sálmarnir

HARRIN oyði allar falskar varrar, tunguna, ið talar stór orð,

3
Sálmarnir 12:5 Sálmarnir

tey, sum siga: „Tunga okkara ger okkum sterk, varrar okkara eru við okkum – hvør er harri okkara!“

3
Sálmarnir 12:6 Sálmarnir

„Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“

3
Sálmarnir 12:7 Sálmarnir

Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri.

3
Sálmarnir 12:8 Sálmarnir

Tú, HARRI, skalt varða tey, Tú skalt goyma hesi ætt tey í allar ævir.

3
Sálmarnir 12:9 Sálmarnir

Hini gudleysu sveima rundanum, táið skarn verður sett høgt millum menniskjabørnini.

3
Sálmarnir 13:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.

3
Sálmarnir 13:2 Sálmarnir

Hvussu leingi fert Tú at gloyma meg, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi fert Tú at fjala andlitið fyri mær?

3
Sálmarnir 13:3 Sálmarnir

Hvussu leingi skal eg hýsa stúran í sálini, angist í hjartanum dag eftir dag? Hvussu leingi skal fíggindin gera seg stóran yvir meg?

3
Sálmarnir 13:4 Sálmarnir

Hygg niður, svara mær, HARRI Gud mín, lýs upp eygu míni, so eg sovni ikki í deyðanum,

3
Sálmarnir 13:5 Sálmarnir

so fíggindi mín skal ikki siga: „Eg vann hann!“ so óvinir mínir skulu ikki rópa av gleði, táið eg riði!

3
Sálmarnir 13:6 Sálmarnir

Men eg líti á náði Tína; hjarta mítt skal gleðast í frelsu Tíni, eg skal lovsyngja HARRANUM fyri, at Hann var mær góður!

3
Sálmarnir 14:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.

3
Sálmarnir 14:2 Sálmarnir

HARRIN skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, sum søkir Gud.

3
Sálmarnir 14:3 Sálmarnir

Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!

3
Sálmarnir 14:4 Sálmarnir

Hava teir tá einki vit, allir hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ikki ákalla HARRAN?

3
Sálmarnir 14:5 Sálmarnir

– Tá grípur ræðsla teir; tí Gud er við hini rættvísu ætt.

3
Sálmarnir 14:6 Sálmarnir

Gerið bert hin arma til skammar við ráðum hansara! – Gud er skjól hansara!

3
Sálmarnir 14:7 Sálmarnir

Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! – Táið HARRIN vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup fegnast, Ísrael gleðast!

3
Sálmarnir 15:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hvør skal vera gestur í tjaldi Tínum, hvør skal búgva á heilaga fjalli Tínum?

3
Sálmarnir 15:2 Sálmarnir

Tann, ið livir ólastandi, ger tað, ið rætt er, og talar sannleik í hjartanum,

3
Sálmarnir 15:3 Sálmarnir

ikki baktalar við tunguni, ikki voldir næsta sínum ilt, ikki dregur skomm oman yvir tann, ið stendur honum nær,

3
Sálmarnir 15:4 Sálmarnir

roknar hin vrakaða fyri einki, men heiðrar tey, sum óttast HARRAN, ei brýtur eiðin, ið hann svór sær sjálvum til skaða,

3
Sálmarnir 15:5 Sálmarnir

ikki lænir pening sín út fyri okur og ikki tekur mutur móti hinum sakleysa. – Tann, ið hetta ger, skal ikki vikast í allar ævir!

3