førleiki

595 versir um "førleiki"

Versir

Síða 3 av 12
Sálmarnir 7:2 Sálmarnir

HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól, frels meg og bjarga mær frá øllum, ið liggja eftir mær,

3
Sálmarnir 7:3 Sálmarnir

so at fíggindin ikki eins og leyva skræðir sál mína sundur, rívur hana burt, uttan at nakar bjargar!

3
Sálmarnir 7:4 Sálmarnir

HARRI Gud mín, havi eg borið meg so at, er órættur í hondum mínum,

3
Sálmarnir 7:5 Sálmarnir

havi eg lønt honum við illum, sum livdi í friði við meg, ella gjørt teimum skaða, sum uttan grund vóru óvinir mínir

3
Sálmarnir 7:6 Sálmarnir

– so elti fíggindin sál mína og fái hana aftur, traðki lív mítt til jarðar og leggi æru mína í dustið! – Sela.

3
Sálmarnir 7:7 Sálmarnir

HARRI! Reis Teg í vreiði Tíni, rís upp móti øði fígginda mína, vakna, mær til hjálpar – Tú hevur jú givið boð um dóm!

3
Sálmarnir 7:8 Sálmarnir

Lat fólkasløgini savnast rundan um Teg, og far Tú yvir teimum aftur upp á hæddina!

3
Sálmarnir 7:9 Sálmarnir

HARRIN heldur dóm yvir fólkasløgum. Lat meg náa rætti mínum, HARRI, eftir rættvísi míni og sakloysi mínum, sum í mær er!

3
Sálmarnir 7:10 Sálmarnir

Ger enda á óndskapi hinna gudleysu, og lat hin rættvísa standa fastan! Tú ert jú tann, ið rannsakar hjørtu og nýru, rættvísi Gud!

3
Sálmarnir 7:11 Sálmarnir

Skjøldur mín er hjá Gudi, sum frelsir hini sannhjartaðu.

3
Sálmarnir 7:12 Sálmarnir

Gud er rættvísur dómari og Gud, ið vreiðist hvønn dag.

3
Sálmarnir 7:13 Sálmarnir

Vendir hann* ikki við, so hvessir Hann** svørð Sítt, spennir bogan og miðar,

3
Sálmarnir 7:14 Sálmarnir

ger til reiðar móti honum drepandi vápn; pílar Sínar ger Hann brennandi.

3
Sálmarnir 7:15 Sálmarnir

Hygg, nú føðir hann misgerð, hann gongur við vanlukku og føðir lygn!

3
Sálmarnir 7:16 Sálmarnir

Grøv hevur hann grivið og gjørt hana djúpa; men hann fellur sjálvur í grøvina, sum hann hevur gjørt.

3
Sálmarnir 7:17 Sálmarnir

Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin.

3
Sálmarnir 7:18 Sálmarnir

Eg skal takka HARRANUM fyri rættferð Hansara, lovsyngja navni HARRANS, hins hægsta.

3
Sálmarnir 8:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid.

3
Sálmarnir 8:2 Sálmarnir

HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!

3
Sálmarnir 8:3 Sálmarnir

Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.

3
Sálmarnir 8:4 Sálmarnir

Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,

3
Sálmarnir 8:5 Sálmarnir

hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí!

3
Sálmarnir 8:6 Sálmarnir

Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiðuri og dýrd krýndi Tú tað;

3
Sálmarnir 8:7 Sálmarnir

Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,

3
Sálmarnir 8:8 Sálmarnir

smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,

3
Sálmarnir 8:9 Sálmarnir

fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.

3
Sálmarnir 8:10 Sálmarnir

– HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!

3
Sálmarnir 9:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir mutlabbén. Sálmur. Eftir Dávid.

3
Sálmarnir 9:2 Sálmarnir

Eg skal takka HARRANUM av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni,

3
Sálmarnir 9:3 Sálmarnir

gleðast og frøast í Tær, lovsyngja navni Tínum, Tú hin hægsti

3
Sálmarnir 9:4 Sálmarnir

– tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni.

3
Sálmarnir 9:5 Sálmarnir

Ja, Tú hjálpti mær til rætt og dóm, Tú setti Teg í hásætið sum rættvísur dómari!

3
Sálmarnir 9:6 Sálmarnir

Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði Tú út í allar ævir.

3
Sálmarnir 9:7 Sálmarnir

Burtur er fíggindin, oyddur í allar ævir, býirnar hevur Tú brotið á grund – eingin minnist teir longur!

3
Sálmarnir 9:8 Sálmarnir

Og HARRIN situr í hásæti allar ævir, Hann reisti hásæti Sítt til dóms;

3
Sálmarnir 9:9 Sálmarnir

Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.

3
Sálmarnir 9:10 Sálmarnir

HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.

3
Sálmarnir 9:11 Sálmarnir

Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI!

3
Sálmarnir 9:12 Sálmarnir

Lovsyngið HARRANUM, sum býr á Zion, kunngerið millum fólkini tað, ið Hann hevur gjørt!

3
Sálmarnir 9:13 Sálmarnir

Tí Hann, sum hevnir blóð, minnist hini ørmu, Hann gloymir ikki róp teirra.

3
Sálmarnir 9:14 Sálmarnir

Ver mær náðigur, HARRI, hygg tað, ið eg má líða av teimum, ið hata meg, Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans,

3
Sálmarnir 9:15 Sálmarnir

fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions, rópa av gleði um frelsu Tína.

3
Sálmarnir 9:16 Sálmarnir

Heidningarnir sukku í grøvina, teir gróvu, fótur teirra kom fastur í garnið, teir settu!

3
Sálmarnir 9:17 Sálmarnir

HARRIN varð opinberur, Hann helt dóm; Hann letur hin gudleysa verða fastan í hansara egna handaverki. – Higgajon. Sela.

3
Sálmarnir 9:18 Sálmarnir

Í deyðaríkið fara hini gudleysu niður, allir heidningar, ið gloyma Gud.

3
Sálmarnir 9:19 Sálmarnir

Tí ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur, ikki skal vón hinna eyðmjúku í allar ævir verða til einkis.

3
Sálmarnir 9:20 Sálmarnir

Reis Teg, HARRI, lat ikki menniskju verða við yvirlutan, lat heidningarnar verða dømdar fyri ásjón Tíni!

3
Sálmarnir 9:21 Sálmarnir

Slá teir við ræðslu, HARRI, lat heidningarnar sanna, at teir eru menniskju! – Sela.

3
Sálmarnir 10:1 Sálmarnir

Hví stendur Tú so langt burtur, HARRI, hví fjalir Tú Teg á neyðartíðum?

3
Sálmarnir 10:2 Sálmarnir

Av hugmóði hins gudleysa eru hini ørmu í angist, tey verða fangað í teimum óndu ráðum, hann upphugsar.

3