førleiki
595 versir um "førleiki"
Versir
Síða 6 av 12Sálmarnir 18:25 Sálmarnir
Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni, Hann hevði fyri eyga, at hendur mínar vóru reinar.
Sálmarnir 18:26 Sálmarnir
– Tú vísir Teg góðan móti hinum góða, rættsintan móti hinum rættsinta,
Sálmarnir 18:27 Sálmarnir
Tú vísir Teg reinan móti hinum reina og rangvørgan móti hinum rangvørga.
Sálmarnir 18:28 Sálmarnir
Tú veitir hinum ørmu frelsu, men eyðmýkir hini stoltu eygu.
Sálmarnir 18:29 Sálmarnir
Ja, lampu mína letur Tú lýsa; HARRIN Gud mín ger myrkur mítt ljóst!
Sálmarnir 18:30 Sálmarnir
Tí við Tær haldi eg á fíggindaskarar, við Gudi mínum leypi eg um múrar.
Sálmarnir 18:31 Sálmarnir
Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.
Sálmarnir 18:32 Sálmarnir
Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara,
Sálmarnir 18:33 Sálmarnir
tann Gud, sum gyrðir meg við styrki og javnar mær vegin,
Sálmarnir 18:34 Sálmarnir
gevur mær føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum,
Sálmarnir 18:35 Sálmarnir
venur hendur mínar til hernað, so armar mínir spenna koparbogan!
Sálmarnir 18:36 Sálmarnir
Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, høgra hond Tín styðjar meg, lítillæti Títt ger meg stóran.
Sálmarnir 18:37 Sálmarnir
Tú gert tað rúmt hjá mær at stíga, øklar mínir riða ikki.
Sálmarnir 18:38 Sálmarnir
Eg elti fíggindar mínar og fái teir aftur, vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum.
Sálmarnir 18:39 Sálmarnir
Eg slái teir niður, so teir eru ikki mentir at reisa seg, men liggja falnir undir fótum mínum.
Sálmarnir 18:40 Sálmarnir
Tú gyrðir meg við styrki til bardaga, boyggir mótstøðumenn mínar undir meg.
Sálmarnir 18:41 Sálmarnir
Tú letur fíggindar mínar flýggja fyri mær; eg týni teir, ið hata meg.
Sálmarnir 18:42 Sálmarnir
Teir rópa, men eingin hjálpir – til HARRAN, men Hann svarar teimum ikki.
Sálmarnir 18:43 Sálmarnir
Eg mylji teir sundur í dust fyri vindinum, sópi teir burt sum skarn á vegnum.
Sálmarnir 18:44 Sálmarnir
Tú frelsir meg frá fólkaófriði, setur meg til høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær.
Sálmarnir 18:45 Sálmarnir
Bert tey frætta um meg, verða tey mær lýðin, fremmand krúpa fyri mær;
Sálmarnir 18:46 Sálmarnir
fremmand følna burtur og fara skelvandi út úr borgum sínum.
Sálmarnir 18:47 Sálmarnir
HARRIN livir, hálovaður er klettur mín, høgt situr Frelsugud mín,
Sálmarnir 18:48 Sálmarnir
tann Gud, sum gevur mær hevnd og leggur fólkasløg undir meg,
Sálmarnir 18:49 Sálmarnir
frelsir meg frá fíggindum mínum! Ja, Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum!
Sálmarnir 18:50 Sálmarnir
Tí prísi eg Tær millum fólkasløg, HARRI, og lovsyngi navni Tínum,
Sálmarnir 18:51 Sálmarnir
Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir!
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 19:2 Sálmarnir
Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara.
Sálmarnir 19:3 Sálmarnir
Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað;
Sálmarnir 19:4 Sálmarnir
uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist,
Sálmarnir 19:5 Sálmarnir
gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis. Á himli reisti Hann sólini tjald.
Sálmarnir 19:6 Sálmarnir
Og hon er sum brúðgómur, ið kemur út úr brúðarkamari sínum; sum kappi gleðir hon seg til at renna skeið sítt.
Sálmarnir 19:7 Sálmarnir
Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara.
Sálmarnir 19:8 Sálmarnir
Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan;
Sálmarnir 19:9 Sálmarnir
fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni;
Sálmarnir 19:10 Sálmarnir
ótti HARRANS er skírur, hann stendur fastur allar ævir; lógboð HARRANS eru sannleiki, tey eru rættvís øll somul.
Sálmarnir 19:11 Sálmarnir
Tey eru dýrabarari enn gull, ja, enn mongd av fínum gulli, og søtari enn hunangur, ja, enn reinasti hunangur.
Sálmarnir 19:12 Sálmarnir
Eisini tænari Tín verður ámintur við teimum; tann, ið heldur tey, hevur stóra løn.
Sálmarnir 19:13 Sálmarnir
Hvør er varur við, hvussu mangan hann villist! Fyrigev mær loyniligu syndir mínar!
Sálmarnir 19:14 Sálmarnir
Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.
Sálmarnir 19:15 Sálmarnir
Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín!
Sálmarnir 20:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 20:2 Sálmarnir
HARRIN bønhoyri teg neyðardagin, navn Jákups Guds bjargi tær!
Sálmarnir 20:3 Sálmarnir
Hann sendi tær hjálp úr halgidóminum, av Zion styði Hann teg!
Sálmarnir 20:4 Sálmarnir
Hann minnist øll matoffur tíni og taki brennioffur títt fyri gott! – Sela.
Sálmarnir 20:5 Sálmarnir
Hann gevi tær tað, ið hjarta títt tráar eftir, og lati øll ráð tíni fáa framgongd
Sálmarnir 20:6 Sálmarnir
– so vit kunnu rópa av gleði um frelsu Tína, í navni Guds okkara lyfta sigursmerkið – HARRIN uppfylli allar bønir tínar!
Sálmarnir 20:7 Sálmarnir
Nú veit eg, at HARRIN frelsir salvaða Sín; úr heilaga Himli Sínum svarar Hann honum við frelsandi stórverkum høgru handar Sínar.
Sálmarnir 20:8 Sálmarnir
Summir líta á hestar, summir á vagnar, men vit sigra við navni HARRANS Guds okkara.