førleiki
595 versir um "førleiki"
Versir
Síða 2 av 12Sálmarnir 2:6 Sálmarnir
„Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!“
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Sálmarnir 2:8 Sálmarnir
Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
Sálmarnir 2:9 Sálmarnir
við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!““
Sálmarnir 2:10 Sálmarnir
Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini!
Sálmarnir 2:11 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan!
Sálmarnir 2:12 Sálmarnir
Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!
Sálmarnir 3:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann flýddi fyri Absalom, syni sínum.
Sálmarnir 3:2 Sálmarnir
HARRI – sum fíggindar mínir tó eru mangir! Mangir eru teir, ið reisa seg móti mær,
Sálmarnir 3:3 Sálmarnir
mangir teir, ið siga um sál mína: „Eingin frelsa er hjá Gudi fyri hann!“ – Sela.
Sálmarnir 3:4 Sálmarnir
Men, HARRI, Tú ert mær skjøldur, Tú ert dýrd mín og tann, sum letur meg bera høvdið høgt.
Sálmarnir 3:5 Sálmarnir
Eg rópi hart til HARRAN, og Hann svarar mær av heilaga fjalli Sínum. – Sela.
Sálmarnir 3:6 Sálmarnir
Eg legðist og sovnaði; eg vaknaði – tí HARRIN heldur mær uppi.
Sálmarnir 3:7 Sálmarnir
Eg óttist ikki tíggjutúsund av fólki, ið fylkja seg móti mær rundanum.
Sálmarnir 3:8 Sálmarnir
Reis Teg, HARRI, frels meg, Gud mín! Tí Tú hevur sligið allar fíggindar mínar undir vangan, Tú hevur brotið tenn hinna gudleysu.
Sálmarnir 3:9 Sálmarnir
Hjá HARRANUM er frelsan; yvir fólki Tínum veri signing Tín! – Sela.
Sálmarnir 4:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 4:2 Sálmarnir
Svara mær, táið eg rópi, Tú Gud rættvísi mínar! Í trongd gjørdi Tú mær rúm – ver mær náðigur og hoyr bøn mína!
Sálmarnir 4:3 Sálmarnir
Tit menn! Hvussu leingi skal æra mín vera til spott? Hvussu leingi fara tit at elska fáfongd, søkja lygn? – Sela.
Sálmarnir 4:4 Sálmarnir
Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er – táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg!
Sálmarnir 4:5 Sálmarnir
Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir! – Sela.
Sálmarnir 4:6 Sálmarnir
Ofrið rættvísioffur og lítið á HARRAN!
Sálmarnir 4:7 Sálmarnir
Mong siga: „Hvør letur okkum síggja tað, ið gott er!“ – Lyft Tú yvir okkum ljós andlits Tíns, HARRI!
Sálmarnir 4:8 Sálmarnir
Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð –
Sálmarnir 4:9 Sálmarnir
í friði leggist eg og sovni við tað sama, tí Tú, HARRI, letur meg búgva trygt, fyri meg sjálvan!
Sálmarnir 5:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Til nehilot. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 5:2 Sálmarnir
Vend oyranum til orð míni, HARRI, akta eftir suffi mínum,
Sálmarnir 5:3 Sálmarnir
lýð á neyðarróp mítt, kongur mín og Gud mín, tí til Tín biði eg!
Sálmarnir 5:4 Sálmarnir
HARRI, um morgunin hoyri Tú rødd mína, um morgunin leggi eg mál mítt fram fyri Teg – og bíði!
Sálmarnir 5:5 Sálmarnir
Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær.
Sálmarnir 5:6 Sálmarnir
Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt.
Sálmarnir 5:7 Sálmarnir
Tú letur tey, ið tala lygn, ganga til grundar; blóðdálkaður, falskur maður er HARRANUM andstygd.
Sálmarnir 5:8 Sálmarnir
Men eg sleppi av stóru miskunn Tíni inn í hús Títt, eg sleppi í ótta fyri Tær at tilbiðja, vendur móti heilaga templi Tínum.
Sálmarnir 5:9 Sálmarnir
HARRI, leið meg í rættvísi Tíni, fyri teirra skuld, sum eru eftir mær, ger veg Tín slættan fyri mær!
Sálmarnir 5:10 Sálmarnir
Tí sannleiki er ikki í munni teirra, hjarta teirra er avgrund, barki teirra opin grøv; tungu sína gera teir hála.
Sálmarnir 5:11 Sálmarnir
Døm teir sekar, Gud, lat teir falla fyri egnum svikaráðum, stoyt teimum oman fyri hinar mongu misgerðir teirra – teir standa jú Tær ímóti!
Sálmarnir 5:12 Sálmarnir
Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær!
Sálmarnir 5:13 Sálmarnir
Tí Tú signar hin rættvísa, HARRI, Tú heldur náði Tína sum skjøld fyri hann!
Sálmarnir 6:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Eftir hinum áttanda. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 6:2 Sálmarnir
HARRI, straffa meg ikki í vreiði Tíni, revsa meg ikki, meðan Tú ert illur!
Sálmarnir 6:3 Sálmarnir
Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri følnaður burtur, grøð meg, HARRI, tí liðir mínir skelva!
Sálmarnir 6:4 Sálmarnir
Sára skelvur sál mín – á HARRI, hvussu leingi enn?
Sálmarnir 6:5 Sálmarnir
Kom aftur, HARRI, fría sál mína út, hjálp mær fyri náði Tínar skuld!
Sálmarnir 6:6 Sálmarnir
Tí í deyðanum minnist eingin Teg; í deyðaríkinum – hvør man takka Tær har!
Sálmarnir 6:7 Sálmarnir
Eg eri so troyttur av at suffa, eg geri legu mína váta hvørja nátt, væti song mína í tárum!
Sálmarnir 6:8 Sálmarnir
Eyga mítt tærist burt av sorg, tað eldist fyri alra teirra skuld, sum eru ímóti mær!
Sálmarnir 6:9 Sálmarnir
Víkið frá mær, allir tit, ið gera órætt! HARRIN hevur hoyrt rødd gráts míns.
Sálmarnir 6:10 Sálmarnir
HARRIN hevur hoyrt eyðmjúku ákallan mína, HARRIN tekur ímóti bøn míni!
Sálmarnir 6:11 Sálmarnir
Til skammar skulu allir fíggindar mínir verða og stórliga skelva; teir skulu halda undan, snøggliga verða til skammar.
Sálmarnir 7:1 Sálmarnir
Songur. Eftir Dávid. Hann sang hann fyri HARRANUM av orðum Kuss Benjaminits.