Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Ezekiel

345 versir um "Ezekiel"

Versir

Síða 5 av 7
Ezekiel 16:21 Ezekiel

síðani tú drapst børn Míni og gavst tey burtur – lætst tey ganga gjøgnum eldin, teimum til heiður!

2
Ezekiel 16:22 Ezekiel

Í øllum andstygdum og hori tínum mintist tú ikki ungdómsdagar tínar, táið tú vart nakin og ber og lást og spraklaði í blóði tínum.

2
Ezekiel 16:23 Ezekiel

Og oman á allan henda óndskap tín – vei, vei tær! sigur Harrin HARRIN –

2
Ezekiel 16:24 Ezekiel

reisti tú tær hvølv* og gjørdi tær offurheyggj á hvørjum torgi.**

2
Ezekiel 16:25 Ezekiel

Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær offurheyggj og vanærdi vakurleika tín; tú legði sundur beinini fyri øllum, ið framvið komu, ja, tú dreivst hor í heilum.

2
Ezekiel 16:26 Ezekiel

Tú dreivst hor við Egyptum, limastóru grannum tínum, ja, tú dreivst hor í heilum og eggjaði Meg soleiðis til vreiði.

2
Ezekiel 16:27 Ezekiel

Men tá rætti Eg út hondina móti tær og minkaði um tað, ið Eg hevði ætlað tær, og Eg læt tær, ið hataðu teg, sleppa at gera við teg, sum tær vildu – Filistaradøturnar, sum høvdu skomm av skemdaratburði tínum.

2
Ezekiel 16:28 Ezekiel

Síðani dreivst tú hor við Assýringum – tí ikki mettaðist tú; tú dreivst hor við teimum og mettaðist ikki kortini.

2
Ezekiel 16:29 Ezekiel

Og tú útbreiddi horulív títt líka til keypmannalandið – Kaldea; men heldur ikki tá mettaðist tú.

2
Ezekiel 16:30 Ezekiel

– Sum hjarta títt var følið – sigur Harrin HARRIN – táið tú gjørdi alt hetta, slíkt, sum eingin uttan skammleys skøkja ger

2
Ezekiel 16:31 Ezekiel

– táið tú á hvørjum vegamóti reisti tær hvølv og á hvørjum torgi gjørdi tær offurheyggj! Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, tí tú legði líka í skøkjuløn –

2
Ezekiel 16:32 Ezekiel

horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum!

2
Ezekiel 16:33 Ezekiel

Øllum skøkjum geva teir løn; men tú gavst øllum ástvinum tínum gávur og keypti teir til at koma til tín úr øllum ættum og dríva hor við tær.

2
Ezekiel 16:34 Ezekiel

Og við tær var tað, tvørturímóti sum er við øðrum kvinnum: Eingin rann eftir tær til at dríva hor, men tú lætst skøkjuløn og fekst onga sjálv – tú gjørdi, tvørturímóti sum aðrar.

2
Ezekiel 16:35 Ezekiel

Hoyr tí orð HARRANS, skøkja tín!

2
Ezekiel 16:36 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú hevur verið so óstýrilig í ólevnaði tínum og lyft hevur verðið burtur av blygd tíni, táið tú dreivst hor við bólarum tínum, og aftur fyri allar hinar viðurstyggiligu avgudar, ið tú hevur, og blóð barna tína, sum tú hevur givið teimum

2
Ezekiel 16:37 Ezekiel

– ja, tí skal Eg savna saman allar bólarar tínar, sum tú vart til gleði, bæði allar teir, ið tú elskaði, og allar teir, ið tú hataði – Eg skal savna teir saman ímóti tær úr øllum ættum og lyfta burtur av blygd tíni framman fyri teimum, so teir síggja hana, alla sum hon er.

2
Ezekiel 16:38 Ezekiel

Eg skal døma teg, sum kvinnur verða dømdar, ið dríva hor og úthella blóð, og Eg skal í vreiði Míni og álvara Mínum gera teg til blóð.

2
Ezekiel 16:39 Ezekiel

Eg skal geva teg í hendur teirra, og teir skulu ríva niður hvølv títt, bróta niður offurheyggjar tínar, lata teg úr klæðunum, taka dýra skart títt og lata teg liggja har nakna og bera.

2
Ezekiel 16:40 Ezekiel

Teir skulu kalla saman fólkaskara móti tær og steina teg og høgga teg sundur við svørðum sínum.

2
Ezekiel 16:41 Ezekiel

Teir skulu brenna hús tíni av og halda dóm yvir tær, so mangar kvinnur síggja. Eg skal gera enda á horulívi tínum, og tú skalt ikki hereftir koma at lata skøkjuløn.

2
Ezekiel 16:42 Ezekiel

Soleiðis skal Eg svala bræði Míni á tær, og so skal vreiði Mín víkja frá tær, og Eg skal halda Meg stillan og ikki vera illur longur.

2
Ezekiel 16:43 Ezekiel

Aftur fyri at tú mintist ikki ungdómsdagar tínar, men eggjaði Meg til vreiði við øllum hesum, ja, so skal Eg eisini lata atburð tín koma yvir títt egna høvd – sigur Harrin HARRIN – tí hevur tú ikki gjørt hetta skemdarverk oman á allar viðurstygdir tínar!

2
Ezekiel 16:44 Ezekiel

Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: „Sum móðir, so dóttir!“

2
Ezekiel 16:45 Ezekiel

Tú ert dóttir móður tína, sum ikki vildi vita av manni og børnum sínum, og tú ert systir systrar tínar, sum ikki vildu vita av monnum og børnum sínum – hetitisk kvinna var móðir tykkara, og Amoritur faðir tykkara.

2
Ezekiel 16:46 Ezekiel

Eldra systir tín er Samaria við døtrum sínum, hon, ið býr vinstrumegin teg, og yngra systir tín – hon, ið býr høgrumegin teg – er Sodoma við døtrum sínum.

2
Ezekiel 16:47 Ezekiel

Tað var ikki leiðir teirra, tú gekst, og ikki eftir viðurstygdum teirra, tú gjørdi – lítla løtu, so bart tú teg verri at enn tær á øllum leiðum tínum.

2
Ezekiel 16:48 Ezekiel

So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – Sodoma, systir tín, við døtrum sínum hevur ikki borið seg so at, sum tú og døtur tínar hava.

2
Ezekiel 16:49 Ezekiel

Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina;

2
Ezekiel 16:50 Ezekiel

tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað.

2
Ezekiel 16:51 Ezekiel

Heldur ikki Samaria hevur syndað til helvtar móti tær; tú gjørdi mangan meiri viðurstyggiligt enn tær, og tú rættvísgjørdi systrar tínar við øllum viðurstygdunum, sum tú gjørdi.

2
Ezekiel 16:52 Ezekiel

Ber tí eisini tú skomm tína, tú, sum hevur dømt systrum tínum til bata! Við tað at tú hevur gjørt enn viðurstyggiligari syndir enn tær, standa tær rættvísari enn tú; skammast tí, eisini tú, og ber skemd tína, tú, sum rættvísgert systrar tínar!

2
Ezekiel 16:53 Ezekiel

Men Eg skal venda lagnu teirra – lagnu Sodoma og døtra hennara og lagnu Samaria og døtra hennara – og Eg skal venda lagnu tíni millum teirra

2
Ezekiel 16:54 Ezekiel

– fyri at tú skalt bera skomm tína og skammast við alt tað, ið tú hevur gjørt – og soleiðis troysta tær.

2
Ezekiel 16:55 Ezekiel

Systrar tínar, Sodoma og døtur hennara, skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum; Samaria og døtur hennara skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum – og tú og døtur tínar, tit skulu aftur verða tað, sum tit vóru í forðum.

2
Ezekiel 16:56 Ezekiel

Hevði tú ikki systur tína Sodoma at taka til hugmóðsdagar tínar,

2
Ezekiel 16:57 Ezekiel

áðrenn óndskapur tín kom fyri ein dag – eins og ta tíðina kvinnurnar í Áram og allar tær, ið har rundanum búðu, háðaðu teg, og Filistarakvinnurnar, sum spottaðu teg úr øllum ættum!

2
Ezekiel 16:58 Ezekiel

Horulív títt og viðurstygdir tínar skalt tú bera sjálv – sigur HARRIN.

2
Ezekiel 16:59 Ezekiel

Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera við teg, sum tú hevur gjørt, tú, ið vanvirdi eiðin og breytst sáttmálan!

2
Ezekiel 16:60 Ezekiel

Men so skal Eg minnast sáttmála Mín við teg ungdómsdagar tínar, og Eg skal gera ævigan sáttmála við teg.

2
Ezekiel 16:61 Ezekiel

Og tú skalt minnast atburð tín og skammast, táið tú tekur ímóti systrum tínum, bæði teimum, ið størri eru enn tú, og teimum, ið smærri eru enn tú, og Eg gevi tær tær til døtur, tóat tær vóru ikki við í sáttmála tínum.

2
Ezekiel 16:62 Ezekiel

Eg skal gera sáttmála Mín við teg, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN

2
Ezekiel 16:63 Ezekiel

– fyri at tú skalt minnast atburð tín og skammast, ja, skammast so, at tú býður ikki til at tala aftur, táið Eg fyrigevi tær alt tað, ið tú hevur gjørt – sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 17:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 17:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Ber húsi Ísraels upp gátu og tala til teirra í líknilsi

2
Ezekiel 17:3 Ezekiel

– sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum.

2
Ezekiel 17:4 Ezekiel

Hon breyt ovasta kvistin av og fór til keypmannalandið við honum og setti hann í handilsstaðin.

2
Ezekiel 17:5 Ezekiel

So tók hon plantu har í landinum og setti hana í dýrkaða mark; hon plantaði hana á staði, har nógv vatn var, hon setti hana eins og pílatræ.

2
Ezekiel 17:6 Ezekiel

Hon vaks upp og varð víntræ, ið breiddi seg langt út, men var lágvaksið, fyri at greinar tess skuldu venda sær til hennara,* og røtur tess vera undir henni. Og tað varð víntræ, ið fekk greinar og bar kvistar.

2
Ezekiel 17:7 Ezekiel

Men har var onnur stór ørn við stórum veingjum og nógvari fjøður – og víntræið toygdi røturnar yvir ímóti henni; úr staðnum, har tað var plantað, rætti tað greinarnar yvir til hennara, fyri at hon skuldi vatna tað.

2