Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Ezekiel

345 versir um "Ezekiel"

Versir

Síða 6 av 7
Ezekiel 17:8 Ezekiel

Í góðari jørð var tað plantað, á staði, har nógv vatn var, so tað kundi fáa greinar og bera ávøkst og verða valavíntræ.

2
Ezekiel 17:9 Ezekiel

Sig tí: So sigur Harrin HARRIN: Kann tí nú gangast væl! Skulu ikki røtur tess verða skræddar upp, og skal ikki ávøkstur tess verða slitin av, so tað tornar burt! Øll bløðini, ið spretta á tí, skulu torna burt, og ikki við stórari styrki og nógvum fólki skal nakar vera førur fyri at fáa tað at vaksa upp aftur av rótunum.

2
Ezekiel 17:10 Ezekiel

Víst er tað plantað – men kann tí gangast væl! Skal tað ikki torna burt, heilt torna burt, við tað sama sum eystanvindurin fer at leika um tað! Á staðnum har tað veksur, skal tað torna burt.

2
Ezekiel 17:11 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 17:12 Ezekiel

Sig við hina ólýdnu ætt: Vita tit ikki, hvat hetta hevur at týða? Sig: Bábelskongur kom til Jerusalem og tók kongin og høvdingarnar har og hevði teir við sær til Bábel.

2
Ezekiel 17:13 Ezekiel

Síðani tók hann ein av kongaættini og gjørdi sáttmála við hann og tók hann í eið. Men stórmenn landsins tók hann við sær,

2
Ezekiel 17:14 Ezekiel

fyri at tað skuldi vera kongaríki, ið lítið hevði at týða, og ikki hugmóða sær, men halda sáttmálan við hann og so verða standandi.

2
Ezekiel 17:15 Ezekiel

Men hann fall frá honum og læt sendimenn sínar fara til Egyptalands, fyri at teir skuldu lata hann fáa hestar og nógv fólk. – Kann honum gangast væl! Skal tann, ið slíkt ger, komast undan! Skal hann, ið brýtur sáttmála, komast undan!

2
Ezekiel 17:16 Ezekiel

So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – har sum hann býr, kongurin, ið gjørdi hann til kong, men hvørs eið hann vanvirdi, og hvørs sáttmála hann breyt, hjá honum, mitt í Bábel, skal hann doyggja.

2
Ezekiel 17:17 Ezekiel

Og ikki skal Farao við stórum heri og nógvum fólki koma honum til hjálpar í stríðinum, táið moldgarður verður laðaður upp, og skansar verða reistir – til at volda mongum deyðan.

2
Ezekiel 17:18 Ezekiel

Hann vanvirdi eiðin og breyt sáttmálan, tóat hann hevði givið handtak; alt hetta hevur hann gjørt – hann skal ikki komast undan!

2
Ezekiel 17:19 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: So satt sum Eg livi – eiðin, ið hann svór um Meg, men kortini vanvirdi, og sáttmála Mín, sum hann breyt, skal Eg vissuliga lata koma yvir høvd hansara.

2
Ezekiel 17:20 Ezekiel

Eg skal kasta garn Mítt yvir hann, og hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal flyta hann til Bábel og ganga til dóms við honum har fyri trúloysið, ið hann hevur víst Mær.

2
Ezekiel 17:21 Ezekiel

Allir teir, ið flýggja úr øllum herflokkum hansara, skulu falla fyri svørði, og teir, ið eftir verða, skulu verða spjaddir í allar ættir – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað.

2
Ezekiel 17:22 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Tá skal Eg taka grein úr toppinum á hinum høga sedristrænum og seta hana; av ovastu greinum tess skal Eg bróta klænan kvist, og Eg skal planta hann á høgum, høgum fjalli.

2
Ezekiel 17:23 Ezekiel

Á høga fjalli Ísraels skal Eg planta hann, og hann skal fáa greinar og bera ávøkst og verða valasedristræ; alskyns fuglar skulu búgva undir honum, alt, ið veingir hevur; í skugganum av greinum hansara skulu teir búgva.

2
Ezekiel 17:24 Ezekiel

Og øll trø á markini skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi gjørt høgt træ lágt og lágt træ høgt, grønt træ turt og turt træ grønt; Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.

2
Ezekiel 18:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 18:2 Ezekiel

Hvussu tora tit at nýta hetta orðtak í Ísraelslandi: „Fedrarnir eta súr vínber, og børnini fáa sárar tenn“?

2
Ezekiel 18:3 Ezekiel

So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – skulu tit ikki longur nýta hetta orðtak í Ísrael.

2
Ezekiel 18:4 Ezekiel

Allar sálirnar hoyra jú Mær til; bæði sál faðirsins og sál sonarins – Mær hoyra tær til; tann, ið syndar, skal doyggja.

2
Ezekiel 18:5 Ezekiel

Táið maður er rættvísur og ger rætt og rættvísi,

2
Ezekiel 18:6 Ezekiel

etur ikki* á fjøllunum, kastar ikki eyguni á hinar andstyggiligu avgudar Ísraelsmanna, ger ikki konu næsta síns óreina, kemur ikki kvinnu nær, meðan hon er órein,

2
Ezekiel 18:7 Ezekiel

kúgar ongan, men letur skuldaran fáa pant hansara aftur, rænir ikki frá øðrum, men gevur hinum svanga breyð sítt og klæðir hin nakna,

2
Ezekiel 18:8 Ezekiel

lænir ikki fyri rentu og tekur ikki yvirmál, heldur hond síni frá órætti, dømir rættan dóm millum mann og mann,

2
Ezekiel 18:9 Ezekiel

gongur eftir boðum Mínum og heldur lógir Mínar, so hann ger tað, ið rætt og gott er – hann er rættvísur, hann skal vissuliga liva, sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 18:10 Ezekiel

Men fær hann nú son, ið verður yvirgangskroppur, sum úthellir blóð og ger okkurt av øllum hesum

2
Ezekiel 18:11 Ezekiel

– ið hann sjálvur* ikki gjørdi – ein, ið etur á fjøllunum, ger konu næsta síns óreina,

2
Ezekiel 18:12 Ezekiel

kúgar hin arma og fátæka, rænir frá øðrum, letur ikki pantin aftur, kastar eyguni á hinar andstyggiligu avgudar, ger tað, ið viðurstyggiligt er,

2
Ezekiel 18:13 Ezekiel

lænir fyri rentu og tekur yvirmál – skuldi hann tá sloppið at livað! Nei, hann skal ikki sleppa at liva! Alt hetta viðurstyggiliga hevur hann gjørt, hann skal vissuliga bøta við lívinum, blóð hansara skal koma yvir hann.

2
Ezekiel 18:14 Ezekiel

Men fær so uppaftur hann son, sum sær allar syndirnar, ið faðir hansara ger – sær tær og ger ikki eftir teimum –

2
Ezekiel 18:15 Ezekiel

ein, ið ikki etur á fjøllunum, ikki kastar eyguni á avgudar Ísraelsmanna, ikki ger konu næsta síns óreina,

2
Ezekiel 18:16 Ezekiel

ongan kúgar, ikki tekur pant, ikki rænir frá øðrum, men gevur hinum svanga breyð sítt og klæðir hin nakna,

2
Ezekiel 18:17 Ezekiel

heldur hond síni frá hinum arma, ikki tekur rentu og yvirmál, men ger eftir lógum Mínum og gongur eftir boðum Mínum, so skal hann ikki doyggja fyri misgerð faðirs síns – nei, vissuliga skal hann sleppa at liva.

2
Ezekiel 18:18 Ezekiel

Men faðir hansara, sum gjørdi yvirgangsverk, rændi frá bróður sínum og gjørdi millum fólk sítt tað, ið ikki er gott – ja, hann skal doyggja fyri misgerð sína.

2
Ezekiel 18:19 Ezekiel

Og so siga tit: „Hví skal ikki sonurin bera misgerð faðirs síns?“ – Sonurin hevur jú gjørt rætt og rættvísi; øll boð Míni hevur hann hildið og gjørt eftir teimum; hann skal vissuliga liva.

2
Ezekiel 18:20 Ezekiel

Tann, ið syndar, skal doyggja; sonurin skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðirin skal ikki bera misgerð sonar síns; rættvísi hins rættvísa skal hvíla yvir honum, og gudloysi hins gudleysa skal hvíla yvir honum.

2
Ezekiel 18:21 Ezekiel

Men táið hin gudleysi vendir við frá øllum syndunum, ið hann hevur gjørt, heldur øll boð Míni og ger rætt og rættvísi, so skal hann vissuliga liva, hann skal ikki doyggja.

2
Ezekiel 18:22 Ezekiel

Einki av misbrotunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; aftur fyri rættvísina, ið hann hevur gjørt, skal hann liva.

2
Ezekiel 18:23 Ezekiel

Skuldi Eg havt gleði av, at hin gudleysi doyr! – sigur Harrin HARRIN; man Eg ikki heldur hava gleði av, at hann vendir frá leið síni – og livir!

2
Ezekiel 18:24 Ezekiel

Men táið hin rættvísi vendir frá rættvísi síni og ger órætt, ger eftir øllum viðurstygdunum, ið hin gudleysi ger – skuldi hann tá sloppið at livað! – Eingin av rættvísigerðunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; fyri trúloysið, ið hann hevur víst, og fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja.

2
Ezekiel 18:25 Ezekiel

Og so siga tit: „Atburður HARRANS er ikki rættur!“ – Hoyr nú, hús Ísraels! Er tað atburður Mín, ið ikki er rættur! Er tað ikki atburður tykkara, ið ikki er rættur!

2
Ezekiel 18:26 Ezekiel

Táið hin rættvísi vendir frá rættvísi síni og ger órætt, skal hann doyggja til straff fyri tað; fyri órættin, ið hann ger, skal hann doyggja.

2
Ezekiel 18:27 Ezekiel

Og táið hin gudleysi vendir frá gudleysa atburði sínum og ger rætt og rættvísi, skal hann bjarga lívinum.

2
Ezekiel 18:28 Ezekiel

Hann sá – og vendi við frá øllum misbrotunum, ið hann hevði gjørt; hann skal vissuliga liva, hann skal ikki doyggja.

2
Ezekiel 18:29 Ezekiel

Og tó sigur hús Ísraels: „Atburður HARRANS er ikki rættur!“ – Er tað atburður Mín, ið ikki er rættur, hús Ísraels! Er tað ikki atburður tykkara, ið ikki er rættur!

2
Ezekiel 18:30 Ezekiel

Tí skal Eg døma tykkum, hús Ísraels, hvønn eftir atburði hansara – sigur Harrin HARRIN. Vendið við, vendið tykkum burt frá øllum misbrotum tykkara, so ikki onkur misgerð verður tykkum til fall!

2
Ezekiel 18:31 Ezekiel

Kastið frá tykkum øll misbrot tykkara, sum tit hava gjørt móti Mær, og fáið tykkum nýtt hjarta og nýggjan anda! – Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?

2
Ezekiel 18:32 Ezekiel

Tí Eg havi onga gleði av, at nakar doyr – sigur Harrin HARRIN; vendið tí við, so skulu tit liva!

2
Ezekiel 19:1 Ezekiel

Og tú – tak at syngja sorgarsong um høvdingar Ísraels

2