Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Ezekiel

345 versir um "Ezekiel"

Versir

Síða 4 av 7
Ezekiel 13:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Profetera móti profetum Ísraels, sum profetera – sig við teir, ið profetera út av sínum egna hjarta: Hoyrið orð HARRANS!

2
Ezekiel 13:3 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Vei dáraprofetunum, ið ganga eftir sínum egna anda og eftir tí, sum teir ikki hava sæð!

2
Ezekiel 13:4 Ezekiel

Sum revar á oydnum støðum eru profetar tínir, Ísrael!

2
Ezekiel 13:5 Ezekiel

Tit hava ikki stigið fram í skørðini í múrinum og hava ongan múr reist rundan um hús Ísraels, so tey kundu staðið seg í stríðinum dag HARRANS.

2
Ezekiel 13:6 Ezekiel

Sjónir teirra vóru fáfongd, og spádómar teirra lygn, teir, sum siga: „So sigur HARRIN!“ – tóat HARRIN ikki hevur sent teir – og sum vóna, at orð teirra skulu ganga út.

2
Ezekiel 13:7 Ezekiel

Eru tað ikki tómar sjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, tit hava borið fram, táið tit siga: „So sigur HARRIN!“ tóat Eg havi ikki talað!

2
Ezekiel 13:8 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit tala fáfongd og skoða lygn – ja, so skal Eg hitta tykkum! – sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 13:9 Ezekiel

Hond Mín skal vera móti profetunum, ið skoða fáfongd og spáa lygn; har sum fólk Mítt kemur saman, skulu teir ikki vera; í bókini, sum hús Ísraels er skrivað í, skulu teir ikki standa, og til Ísraelsland skulu teir ikki koma – tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 13:10 Ezekiel

Aftur fyri – ja, aftur fyri at teir hava leitt fólk Mítt av leið og sagt: „Friður!“ tóat eingin friður er, og táið fólkið laðar vegg, hvítta hann við kálki

2
Ezekiel 13:11 Ezekiel

– so sig við teir, hasar, sum hvítta, at hann skal falla! Grovregn kemur, steinar skulu hegla niður, og harðveður skal bresta á.

2
Ezekiel 13:12 Ezekiel

Táið tá veggurin er raplaður, fer tá ikki at verða sagt við tykkum: „Hvar er kálkið, ið tit hvíttaðu hann við?“

2
Ezekiel 13:13 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Ja, Eg skal í bræði Míni lata harðveður bresta á, í vreiði Míni lata grovregn koma og í bræði Míni lata hegla grót, so alt verður lagt í oyði.

2
Ezekiel 13:14 Ezekiel

Eg skal bróta niður veggin, ið tit hava hvíttað, og lata hann bólta til jarðar, so at grundvøllur hansara kemur at liggja berur; táið tað* fellur, skulu tit ganga til grundar mitt í tí, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Ezekiel 13:15 Ezekiel

Eg skal úthella vreiði Mína yvir veggin og yvir teir, ið hvíttaðu hann, og Eg skal siga við tykkum: Veggurin er ikki til longur, og heldur ikki teir, ið hvíttaðu hann

2
Ezekiel 13:16 Ezekiel

– profetar Ísraels, sum profeteraðu um Jerusalem og skoðaðu friðarsjónir, tí til vildar – tóat eingin friður er, sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 13:17 Ezekiel

Og tú, menniskjasonur! Vend andlitið móti døtrum fólks tíns, sum profetera eftir sínum egna hjarta – profetera móti teimum

2
Ezekiel 13:18 Ezekiel

og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!

2
Ezekiel 13:19 Ezekiel

Tit vanhalga Meg hjá fólki Mínum fyri nakrar nevar av byggi og fyri nakrar breyðbitar – og drepa soleiðis sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívinum í sálum, sum ikki eiga at liva, við tað at tit lúgva fyri fólki Mínum – sum er ovfegið at lurta eftir lygn!

2
Ezekiel 13:20 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal fáa hendur á bindum tykkara, sum tit fanga sálirnar við eins og fuglar, og Eg skal skræða tey av ørmum tykkara; og sálirnar, ið tit fanga, teimum skal Eg sleppa leysum sum fuglum.

2
Ezekiel 13:21 Ezekiel

Eg skal skræða sundur hettur tykkara og frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara; tey skulu ikki longur vera fongur í hondum tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN!

2
Ezekiel 13:22 Ezekiel

Aftur fyri at tit við lygn gera hjarta hins rættvísa mótfallið – tóat Eg ikki vildi volda honum sorg – og styrkja hendur hins gudleysa, so hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum,

2
Ezekiel 13:23 Ezekiel

skulu tit ikki longur skoða fáfongd ella spáa lygispádómar; nei, Eg skal frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Ezekiel 15:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 15:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Hvat hevur viður víntræsins fram um annan við, víntrækvisturin, ið upp hevur vaksið millum trøini í skóginum!

2
Ezekiel 15:3 Ezekiel

Verður viður tikin av tí at smíða nakað úr! Ger nakar nagla av honum at heingja nakað amboð á!

2
Ezekiel 15:4 Ezekiel

Nei, hann verður givin eldinum til føði; eldurin brennir báðar endarnar, og miðjan verður svidnað. – Dugir hann tá at gera nakað úr!

2
Ezekiel 15:5 Ezekiel

Meðan hann enn var óskaddur, varð einki smíðað úr honum; mangan minni verður nakað gjørt úr honum, táið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður! Kann hann tá verða nýttur at smíða nakað úr!

2
Ezekiel 15:6 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Sum tað millum trøini í skóginum gongur við viði víntræsins – Eg gevi eldinum hann til føði – so skal Eg gera við tey, sum í Jerusalem búgva.

2
Ezekiel 15:7 Ezekiel

Eg skal lata ásjón Mína vera móti teimum; tey eru sloppin út úr eldinum – men eldurin skal oyða tey; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati ásjón Mína vera móti teimum.

2
Ezekiel 15:8 Ezekiel

Og Eg skal gera landið til oyðimørk, aftur fyri at tey hava verið trúleys – sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 16:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 16:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Minn Jerusalem á viðurstygdir tess

2
Ezekiel 16:3 Ezekiel

– sig: So sigur Harrin HARRIN við Jerusalem: Uppruni tín er úr Kána’anitalandi, haðani ert tú ættað; Amoritur var faðir tín, og hetitisk kvinna móðir tín.

2
Ezekiel 16:4 Ezekiel

Táið tú vart fødd, gekk so: Ikki varð nalvastrongur tín avskorin, tann dag tú vart fødd, ikki vart tú vaskað rein í vatni, ikki gníggjað við salti og ikki sveipað í sveip.

2
Ezekiel 16:5 Ezekiel

Ongum, ið sá teg, tykti so mikla synd í tær, at hann gjørdi nakað slíkt við teg og vísti tær miskunn; nei, tú vart kastað út á markina, tann dag tú vart fødd; so lítið varð lív títt virt.

2
Ezekiel 16:6 Ezekiel

Tá gekk Eg fram á teg og sá teg sprakla í blóði tínum, og Eg segði við teg: „Tú, sum liggur har í blóði tínum – liv!“

2
Ezekiel 16:7 Ezekiel

Eg gjørdi teg til mong túsund, sum urtirnar á markini, og tú vaks og komst til og vart ógvuliga vøkur; bróstini vórðu føst, og hár títt vaks. Men tú vart nakin og ber.

2
Ezekiel 16:8 Ezekiel

Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin HARRIN – tú vart Mín.

2
Ezekiel 16:9 Ezekiel

So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju.

2
Ezekiel 16:10 Ezekiel

Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.

2
Ezekiel 16:11 Ezekiel

Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.

2
Ezekiel 16:12 Ezekiel

Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.

2
Ezekiel 16:13 Ezekiel

Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.

2
Ezekiel 16:14 Ezekiel

Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 16:15 Ezekiel

Men tú dúvaði upp á vakurleika tín og dreivst hor – í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum upp á ein og hvønn, ið kom framvið – honum gavst tú teg.

2
Ezekiel 16:16 Ezekiel

Tú tókst av klæðum tínum og gjørdi tær offurheyggjar í ymiskum litum og dreivst hor á teimum – slíkt, sum ikki hevur hent og ei heldur fer at henda!

2
Ezekiel 16:17 Ezekiel

Vakra skart títt – gull og silvur Mítt, sum Eg hevði givið tær – tókst tú og gjørdi tær mannfólkamyndir, sum tú dreivst hor við.

2
Ezekiel 16:18 Ezekiel

Út yvir tær breiddi tú klæði tíni, sum vóru vovin í ymiskum litum, og olju Mína og roykilsi Mítt setti tú fyri tær.

2
Ezekiel 16:19 Ezekiel

Breyð Mítt, sum Eg hevði givið tær, fínamjølið, oljuna og hunangin, sum Eg gav tær at eta, setti tú fyri tær til góðan anga – so gekk, sigur Harrin HARRIN.

2
Ezekiel 16:20 Ezekiel

Tú tókst synir og døtur tínar, sum tú hevði føtt Mær, og ofraði tey, teimum til føði. Var tað ikki nóg mikið, at tú dreivst hor,

2