Ezekiel
345 versir um "Ezekiel"
Versir
Síða 3 av 7Ezekiel 8:18 Ezekiel
Eg skal tí eisini lata vreiði Mína ráða; ikki skal Mær tykjast synd í teimum, og ikki skal Eg eira teimum; nei, um tey so rópa hart inn í oyru Míni, skal Eg ikki lurta eftir teimum!“
Ezekiel 9:10 Ezekiel
Mær skal tí heldur ikki tykjast synd í teimum, og Eg skal ikki eira teimum; Eg skal lata atburð teirra koma yvir teirra egna høvd.“
Ezekiel 10:1 Ezekiel
Nú fekk eg at síggja, at á hvølvinum, ið var yvir høvdi kerúbanna, var nakað, ið tyktist at vera safirsteinur, nakað, ið líktist hásæti; Hann* sást yvir teimum.
Ezekiel 10:2 Ezekiel
Hann segði við mannin, sum var í línklæðum: „Far inn ímillum hjólini, inn undir kerúbarnar, og tak upp í fullar nevarnar av glóðunum, ið eru millum kerúbarnar – stroy tær út yvir staðin!“ Og eg sá hann fara inn.
Ezekiel 10:3 Ezekiel
Kerúbarnir stóðu høgrumegin húsið, táið maðurin fór inn, og skýggið fylti Innara Forgarð.
Ezekiel 10:4 Ezekiel
Men dýrd HARRANS lyfti sær av kerúbunum og flutti seg yvir at útgátt húsins; húsið fyltist av skýnum, og forgarðurin varð fullur av skini dýrdar HARRANS.
Ezekiel 10:5 Ezekiel
Ljóðið av veingjum kerúbanna hoyrdist líka út í Ytra Forgarð – líkt rødd Guds hins Alvalda, táið Hann talar.
Ezekiel 10:6 Ezekiel
Táið Hann nú gav manninum, sum í línklæðum var, hetta boð: „Tak av eldinum, ið er millum hjólini, millum kerúbarnar!“ fór hann inn og stóð hjá einum hjólinum.
Ezekiel 10:7 Ezekiel
Tá rætti kerúburin út hondina millum kerúbarnar at eldinum, ið millum kerúbarnar var, og tók av honum og fekk hinum línklædda manninum í hendurnar; og hann tók tað og fór út.
Ezekiel 10:8 Ezekiel
Men á kerúbunum var nakað at síggja, sum líktist menniskjahond – undir veingjum teirra.
Ezekiel 10:9 Ezekiel
Og eg fekk at síggja, at fýra hjól stóðu hjá kerúbunum, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; hjólini vóru sum krýsolit at síggja.
Ezekiel 10:10 Ezekiel
Tey sóu líka út øll fýra, og tað var, sum eitt hjólið hevði verið innan í øðrum.
Ezekiel 10:11 Ezekiel
Táið teir gingu, gingu teir í allar fýra ættir; teir vendu sær ikki, táið teir gingu; nei, teir gingu í ta ætt, sum høvdið vendi; teir vendu sær ikki, táið teir gingu.
Ezekiel 10:12 Ezekiel
Alt likam teirra var fult av eygum allastaðni – bak, hendur og veingir – somuleiðis hjólini; tí teir høvdu hvør sítt hjól.
Ezekiel 10:13 Ezekiel
Og viðvíkjandi hjólunum – á tey varð rópt, so eg hoyrdi: „Á hjól!“
Ezekiel 10:14 Ezekiel
Teir høvdu fýra andlit hvør; hin fyrsti hevði andlit sum kerúbur, hin annar sum menniskja, hin triði sum leyva, og hin fjórði sum ørn.
Ezekiel 10:15 Ezekiel
Og kerúbarnir lyftu sær upp; tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð við Kebará.
Ezekiel 10:16 Ezekiel
Táið kerúbarnir gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið kerúbarnir breiddu út veingirnar at lyfta sær upp frá jørðini, skiltu hjólini seg ikki frá teimum.
Ezekiel 10:17 Ezekiel
Táið kerúbarnir stóðu, stóðu tey við, og táið kerúbarnir lyftu sær upp, lyftu tey sær við teimum; tí andi hinna livandi veranna var í teimum.
Ezekiel 10:18 Ezekiel
Nú flutti dýrd HARRANS seg burtur frá útgátt húsins og varð standandi yvir kerúbunum.
Ezekiel 10:19 Ezekiel
Og eg sá, hvussu kerúbarnir breiddu út veingirnar og lyftu sær upp frá jørðini, táið teir fóru út, og hjólini við teimum; teir vórðu standandi uttan fyri Eysturportur hús HARRANS. Dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
Ezekiel 10:20 Ezekiel
Tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð undir Gudi Ísraels við Kebará; eg dugdi at síggja, at tað vóru kerúbar.
Ezekiel 10:21 Ezekiel
Teir høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir; og nakað, ið sá út sum menniskjahendur, var undir veingjum teirra.
Ezekiel 10:22 Ezekiel
Andlit teirra líktust andlitunum, ið eg hevði sæð við Kebará. – Soleiðis sóu teir út, og soleiðis vóru teir. Teir gingu allir beint fram.
Ezekiel 11:1 Ezekiel
Andin lyfti mær nú upp og flutti meg at Eysturportri hús HARRANS – tí, sum vendir eystureftir. Har fekk eg at síggja 25 menn standa fyri durum portursins, og mitt ímillum teirra Ja’azanja, son Azzur, og Pelatja, son Benaja – sum vóru høvdingar fólksins.
Ezekiel 11:2 Ezekiel
Og Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Hetta eru menninir, ið upphugsa órætt og leggja ónd ráð í hesum staði;
Ezekiel 11:3 Ezekiel
tað eru teir, ið siga: „Einki verður at hugsa um at byggja hús* í bræði – hann** er potturin, og vit eru kjøtið.“
Ezekiel 11:4 Ezekiel
Profetera tí móti teimum – profetera, menniskjasonur!“
Ezekiel 11:5 Ezekiel
So fall Andi HARRANS á meg, og Hann segði við meg: „Sig: So sigur HARRIN: So hava tit sagt, tit av húsi Ísraels – hugsanirnar, ið upp koma í anda tykkara, kenni Eg.
Ezekiel 11:6 Ezekiel
Mong eru tey, ið tit hava dripið í hesum staði; tit hava fylt gøtur hansara við dripnum.
Ezekiel 11:7 Ezekiel
Tí sigur Harrin HARRIN so: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja mitt í staðnum, eru kjøtið; og hann er potturin; men tit skulu verða beindir burt úr honum.
Ezekiel 11:8 Ezekiel
Tit ræðast svørðið – og svørðið skal Eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 11:9 Ezekiel
Eg skal beina tykkum burt úr honum og geva tykkum fremmandum í hendur, og Eg skal halda dóm yvir tykkum.
Ezekiel 11:10 Ezekiel
Fyri svørði skulu tit falla; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Ezekiel 11:11 Ezekiel
Staðurin skal ikki vera tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í honum; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum.
Ezekiel 11:12 Ezekiel
Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN – tit, sum ikki hava gingið eftir boðum Mínum og ikki hava hildið lógir Mínar; nei, tit hava gjørt eftir lóg heidningafólkanna, ið rundan um tykkum búgva.“
Ezekiel 11:13 Ezekiel
Men sum eg profeteraði so, tá doyði Pelatja, sonur Benaja. Tá fall eg á andlit mítt og rópti hart: „Á Harri HARRI! Fert Tú heilt at gera enda á tí, sum eftir er av Ísrael?“
Ezekiel 11:14 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 11:15 Ezekiel
„Menniskjasonur! Brøður tínir – brøður tínir, næstu skyldmenn tínir og alt hús Ísraels – alt fólkið er tað, ið teir, sum í Jerusalem búgva, siga við: „Haldið tykkum langt burtur frá HARRANUM! Okkum er landið givið í ogn.“
Ezekiel 11:16 Ezekiel
Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi rikið tey langt burt til heidningafólkini og spjatt tey um londini, og bert stutta tíð varð Eg teimum halgidómur í londunum, sum tey komu til.
Ezekiel 11:17 Ezekiel
Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal savna tykkum saman frá tjóðunum og sanka tykkum upp úr londunum, sum tit eru spjadd í, og Eg skal geva tykkum Ísraelsland.
Ezekiel 11:18 Ezekiel
Og táið tey koma hagar, skulu tey beina burt haðani allar hinar fúlu og viðurstyggiligu avgudar, ið har eru.
Ezekiel 11:19 Ezekiel
Eg skal geva teimum øllum eitt og sama hjarta, og nýggjan Anda skal Eg leggja teimum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta,
Ezekiel 11:20 Ezekiel
so tey ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum; so skulu tey vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
Ezekiel 11:21 Ezekiel
Men tey, sum lata hjarta sítt ganga eftir fúlu og viðurstyggiligu avgudum sínum, atburð teirra skal Eg lata koma yvir teirra egna høvd – sigur Harrin HARRIN.“
Ezekiel 11:22 Ezekiel
Nú breiddu kerúbarnir út veingirnar, og hjólini fylgdu við; dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
Ezekiel 11:23 Ezekiel
Dýrd HARRANS lyfti sær upp av býnum og varð standandi á fjallinum, ið eystan fyri býin er.
Ezekiel 11:24 Ezekiel
Men mær lyfti andin upp og fór við mær í sjónini – við Anda Guds – til Kaldea, til teirra, sum í útlegd vóru. Síðani fór sjónin, ið eg hevði sæð, upp – burtur frá mær.
Ezekiel 11:25 Ezekiel
Og eg talaði til teirra, sum í útlegd vóru, øll orðini, ið HARRIN hevði opinberað mær.
Ezekiel 13:1 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: