Ezekiel
345 versir um "Ezekiel"
Versir
Síða 7 av 7Ezekiel 19:2 Ezekiel
– sig: Hvat er móðir tín? Honleyva; millum leyvur lá hon, millum ungleyvur aldi hon upp ungar sínar.
Ezekiel 19:3 Ezekiel
Ein unga sín vandi hon upp; hann varð ungleyva, hann lærdi at ríva til sín rán, hann át menniskju.
Ezekiel 19:4 Ezekiel
Men fólkasløgini fingu at hoyra um hann; í grøv teirra varð hann fangaður, og við nasaringi leiddu teir hann til Egyptalands.
Ezekiel 19:5 Ezekiel
Táið hon nú sá, at hon hevði bíðað til einkis, at vón hennara var gingin til grundar, tók hon ein annan av ungum sínum og gjørdi hann til ungleyvu.
Ezekiel 19:6 Ezekiel
Millum leyvur gekk hann; hann varð ungleyva, og hann lærdi at ríva til sín rán; hann át menniskju.
Ezekiel 19:7 Ezekiel
Hann neyðtók einkjur teirra og legði býir teirra í oyði; og landið og alt, ið har var, stívnaði av ræðslu fyri brøli hansara.
Ezekiel 19:8 Ezekiel
Tá settu fólkini úr landspørtunum har rundanum snerrur fyri hann og breiddu út garn sítt yvir hann; hann varð fangaður í grøvini, sum teir høvdu grivið.
Ezekiel 19:9 Ezekiel
So settu teir hann við króki í nøsini í búr og fóru við honum til kongin í Bábel; har settu teir hann í fasta borg, fyri at mál hansara skuldi ikki hoyrast aftur í Ísraelsfjøllum.
Ezekiel 19:10 Ezekiel
Meðan tú livdi í friði, var móðir tín sum víntræ, ið er plantað við vatn; fruktbart var tað og fult av greinum, av tí at tað hevði nógva vætu.
Ezekiel 19:11 Ezekiel
Tað fekk sterkar greinar, sum dugdu til høvdingastavir; høgt vaks tað, upp millum skýggini, og tað sást langt, við tað at tað var so høgt og hevði so nógvar greinar.
Ezekiel 19:12 Ezekiel
Tá varð tað rykt upp í vreiði og kastað til jarðar; og eystanvindurin turkaði burt ávøkst tess; hinar sterku greinar tess vórðu rivnar av og tornaðu upp, og eldur oyddi tað.
Ezekiel 19:13 Ezekiel
Og nú er tað plantað í oyðimørkini, í turrum og tystum landi.
Ezekiel 19:14 Ezekiel
Eldur gekk út úr høvuðsgrein* tess; hann oyddi ávøkst tess, og eingin sterk grein er eftir á tí, til høvdingastav. – Sorgarsongur er hetta, og sorgarsongur skal tað verða!
Ezekiel 23:19 Ezekiel
Tó fór hon enn longur við hordómi sínum; hon mintist ungdómsdagar sínar, táið hon dreiv hor í Egyptalandi,
Ezekiel 36:26 Ezekiel
Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.
Ezekiel 37:1 Ezekiel
Hond HARRANS kom yvir meg, og HARRIN fór í Andanum út við mær og setti meg niður mitt í dalinum; hann var fullur av beinum.
Ezekiel 37:2 Ezekiel
Hann leiddi meg rundan um tey, og eg sá, at tey lógu har í stórari nøgd um allan dalin; tey vóru heilt uppturkað.
Ezekiel 37:3 Ezekiel
So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Munnu hesi bein fara at livna upp aftur?“ Eg svaraði: „Harri HARRI – Tú veitst tað!“
Ezekiel 37:4 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS!
Ezekiel 37:5 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi.
Ezekiel 37:6 Ezekiel
Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“
Ezekiel 37:7 Ezekiel
Eg profeteraði nú, eins og mær var álagt, og har varð gangur, meðan eg profeteraði; tað fór at braka, og beinini nærkaðust hvørt at øðrum.
Ezekiel 37:8 Ezekiel
Eg sá, hvussu sinar og hold komu á tey, og hvussu húð dróst yvir tey uttan yvir hetta; men andi var eingin í teimum.
Ezekiel 37:9 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Profetera og tala til andan – profetera, menniskjasonur, og sig við andan: So sigur Harrin HARRIN: Kom úr ættunum fýra, andi, og blás á hesar dripnu, so teir livna upp aftur!“
Ezekiel 37:10 Ezekiel
Eg profeteraði, eins og Hann hevði givið mær boð um, og andin kom í teir, og teir vórðu livandi og reistust á føtur, ovurhonds stórur herur.
Ezekiel 37:11 Ezekiel
Síðani segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Hesi bein eru alt hús Ísraels. Tey siga jú: „Bein okkara eru uppturkað, og vón okkara er komin upp í einki – tað er úti við okkum!“
Ezekiel 37:12 Ezekiel
Profetera tí og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara; og Eg flyti tykkum inn í Ísraelsland.
Ezekiel 37:13 Ezekiel
Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara.
Ezekiel 37:14 Ezekiel
Eg skal geva Anda Mín í tykkum, so tit verða livandi, og Eg skal búseta tykkum í landi tykkara – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað, og at Eg eisini geri tað, sigur HARRIN.“
Ezekiel 37:15 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 37:16 Ezekiel
Tú, menniskjasonur! Tak tær stav og skriva á hann: „Fyri Juda, og fyri teir Ísraelsmenn, ið við honum eru.“ Tak tær síðani annan stav og skriva á hann: „Fyri Jósef – stavur fyri Efra’im og alt hús Ísraels, sum við honum er.“
Ezekiel 37:17 Ezekiel
Legg teir síðani saman, hvønn hjá øðrum, so teir verða til eitt í hond tíni!
Ezekiel 37:18 Ezekiel
Táið tá landsmenn tínir siga við teg: „Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú meinir við hasum?“
Ezekiel 37:19 Ezekiel
skalt tú svara teimum: „So sigur Harrin HARRIN: Eg taki stav Jósefs, sum er í hond Efra’ims, og ættir Ísraels, sum við honum eru, og leggi aftrat stavi Juda og geri teir til ein stav, so teir verða til eitt í hond Míni.“
Ezekiel 37:20 Ezekiel
Og stavirnar, ið tú skrivar á, skalt tú halda í hondini fyri eygum teirra.
Ezekiel 37:21 Ezekiel
Sig síðani við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal fáa Ísraelsmenn heimaftur frá tjóðunum, hagar teir fóru, og Eg skal savna teir saman úr øllum ættum og leiða teir inn aftur í land teirra.
Ezekiel 37:22 Ezekiel
Eg skal gera teir til einans tjóð í landinum, á Ísraelsfjøllum, og ein kongur skal vera kongur yvir teimum øllum; teir skulu ikki longur vera tvær tjóðir og ikki longur vera skiftir í tvey ríki.
Ezekiel 37:23 Ezekiel
Teir skulu ikki longur gera seg óreinar við avgudum sínum og viðurstygdum sínum, ei heldur við nakrari av misgerðum sínum; og Eg skal frelsa teir frá øllum fráfalli teirra, sum teir hava syndað við, og reinsa teir; teir skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
Ezekiel 37:24 Ezekiel
Tænari Mín Dávid skal vera kongur yvir teimum, og ein og sama hirða skulu teir allir hava; lógum Mínum skulu teir ganga eftir, og boð Míni skulu teir halda og gera eftir teimum.
Ezekiel 37:25 Ezekiel
Teir skulu búgva í landinum, sum Eg gav tænara Mínum Jákupi – tí, sum fedrar tykkara búðu í; teir skulu búgva í tí til ævigar tíðir, teir og børn og barnabørn teirra. Og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi teirra til ævigar tíðir.
Ezekiel 37:26 Ezekiel
Eg skal gera friðarsáttmála við teir – ævigur sáttmáli við teir skal tað vera – og Eg skal búseta teir í landi Mínum og lata teir gerast fjølmentar. Og halgidóm Mín skal Eg seta mitt millum teirra í allar ævir.
Ezekiel 37:27 Ezekiel
Bústaður Mín skal vera yvir teimum; Eg skal vera Gud teirra, og teir skulu vera fólk Mítt.
Ezekiel 37:28 Ezekiel
Og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, sum halgi Ísrael, táið halgidómur Mín verður verandi mitt ímillum teirra í allar ævir.
Ezekiel 38:23 Ezekiel
Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja – og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,