Ezekiel
345 versir um "Ezekiel"
Versir
Síða 2 av 7Ezekiel 3:12 Ezekiel
Nú lyfti andin meg upp, og eg hoyrdi aftan fyri meg óføra hart ljóð dynja: „Lovað veri dýrd HARRANS, haðani sum Hann er!“
Ezekiel 3:13 Ezekiel
somuleiðis ljóðið av veingjum hinna livandi veranna, sum numu hvør við aðra, og ljóðið av hjólunum við lið teirra og dunið av ógvuligum óljóði.
Ezekiel 3:14 Ezekiel
Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær.
Ezekiel 3:15 Ezekiel
Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.
Ezekiel 3:16 Ezekiel
Men táið sjey dagar vóru gingnir, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
Ezekiel 3:17 Ezekiel
„Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.
Ezekiel 3:18 Ezekiel
Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú tá ikki ávarar hann, ikki talar og gevur hinum gudleysa ávaring viðvíkjandi gudleysa atburði hansara – fyri at bjarga lívi hansara – skal hann, hesin gudleysi, doyggja fyri misgerð sína – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
Ezekiel 3:19 Ezekiel
Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa, og hann vendir ikki við frá gudloysi sínum og ógudiliga atburði sínum, skal hann doyggja fyri misgerð sína – og tú hevur bjargað sál tíni!
Ezekiel 3:20 Ezekiel
Og táið ein rættvísur vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal Eg leggja snávistein á leið hansara – hann skal doyggja! Táið tú tá ikki hevur ávarað hann, skal hann doyggja í synd síni, og rættvísigerðirnar, ið hann hevur gjørt, skulu ikki verða minstar honum – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
Ezekiel 3:21 Ezekiel
Men táið tú hevur ávarað hin rættvísa, at hann, hin rættvísi, má ikki synda – og hann ikki syndar, skal hann vissuliga liva, við tað at hann tók við ávaring – og tú hevur bjargað sál tíni!“
Ezekiel 3:22 Ezekiel
Síðani kom hond HARRANS yvir meg har, og Hann segði við meg: „Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.“
Ezekiel 3:23 Ezekiel
Eg reistist tá og fór oman í dalin, og har stóð dýrd HARRANS, soleiðis sum eg hevði sæð hana við Kebará. Tá fall eg á andlit mítt.
Ezekiel 3:24 Ezekiel
Men andin kom í meg og fekk meg aftur á føtur at standa. So talaði Hann við meg og segði: „Far og stong teg inni í húsi tínum!
Ezekiel 3:25 Ezekiel
Og tú, menniskjasonur! Teir fara at leggja tog á teg og binda teg við teimum, so tú fært ikki gingið út og inn millum teirra.
Ezekiel 3:26 Ezekiel
Tungu tína skal Eg lata hanga fasta í gómunum, so tú verður málleysur og fært ikki verið teimum revsari. – Tí ólýðin ætt eru tey.
Ezekiel 3:27 Ezekiel
Men táið Eg tali til tín, skal Eg lata upp munn tín, og tú skalt siga við tey: „So sigur Harrin HARRIN!“ Og so kann tann lurta eftir, sum vil lurta eftir, og tann, ið ikki vil, kann lata vera! – Tí ólýðin ætt eru tey.“
Ezekiel 4:1 Ezekiel
Tú, menniskjasonur! Tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist í hann ein bý – Jerusalem!
Ezekiel 4:2 Ezekiel
Reis hervirki móti honum, laða skansar móti honum, kasta upp moldgarð móti honum, lat herar taka støðu móti honum, og set múrbrótarar móti honum rundan um hann!
Ezekiel 4:3 Ezekiel
Tak tær so jarnpannu og set hana sum jarnvegg millum teg og býin, og vend andliti tínum móti honum, so hann verður kringsettur, og tú kringsetur hann! Hetta skal vera húsi Ísraels tekin.
Ezekiel 4:4 Ezekiel
So skalt tú leggja teg á vinstru lið og leggja á hana misgerð Ísraels hús; allar dagarnar tú liggur á tí liðini, skalt tú bera misgerð teirra.
Ezekiel 4:5 Ezekiel
Eg skal lata misgerðarár teirra verða tær líka mangar dagar, 390 dagar; so leingi skalt tú bera misgerð Ísraels hús.
Ezekiel 4:6 Ezekiel
Táið tú so ert komin at enda við teimum, skalt tú aðru ferð leggja teg – á høgru lið – og bera misgerð Juda hús; 40 dagar, ein dag fyri hvørt ár, skal Eg lata teg bera hana.
Ezekiel 4:7 Ezekiel
Og tú skalt venda andliti tínum og arminum berum móti hinum kringsetta Jerusalem og profetera móti tí.
Ezekiel 4:8 Ezekiel
Eg leggi tog á teg, so tú fært ikki vent tær av aðrari liðini á hina, fyrrenn tú ert komin at enda við døgunum, ið tú heldur tað kringsett.
Ezekiel 4:9 Ezekiel
Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.
Ezekiel 4:10 Ezekiel
Maturin, ið tú etur, skal vera eftir vekt, tjúgu seklar um dagin; frá tíð til tíð skalt tú eta hann.
Ezekiel 4:11 Ezekiel
Vatnið, ið tú drekkur, skal vera eftir máli, sættingurin av hin; frá tíð til tíð skalt tú drekka tað.
Ezekiel 4:12 Ezekiel
Sum byggkøkur skalt tú eta tað; tú skalt baka tað fyri eygum teirra og hava mannatrekk til brenni.
Ezekiel 4:13 Ezekiel
Og HARRIN segði: „Soleiðis skulu Ísraelsmenn eta breyð sítt óreint millum tjóðirnar, ið Eg skal reka teir burtur til.“
Ezekiel 4:14 Ezekiel
Men eg svaraði: „Á Harri HARRI! Sál mín er aldri vorðin órein; nakað sjálvdeytt og sundurskrætt havi eg ikki etið frá ungdóminum líka higartil, og óreint kjøt er ikki komið mær í munn!“
Ezekiel 4:15 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Nú, Eg skal loyva tær at hava mykju til brenni í staðin fyri mannatrekk, táið tú bakar breyð títt.“
Ezekiel 4:16 Ezekiel
Framvegis segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Eg bróti sundur breyðstavin í Jerusalem; tey skulu eta breyð eftir vekt, og tað í angist, og drekka vatn eftir máli, og tað við ræðslu,
Ezekiel 4:17 Ezekiel
ja, so at teimum skal fattast breyð og vatn, og tey skulu øll sum eitt verða sligin av ræðslu og svinna burtur í misgerð síni.“
Ezekiel 8:1 Ezekiel
Tann fimta í sætta mánaði sætta árið fall hond Harrans HARRANS á meg, sum eg sat í húsi mínum, og hinir elstu í Juda sótu framman fyri meg.
Ezekiel 8:2 Ezekiel
Og eg fekk at síggja Ein, ið av útsjónd var sum eldur; frá tí, ið sá út til at vera lendar Hansara, og niðureftir var alt sum eldur, og frá lendum Hansara og uppeftir var tað sum blankt ljós, sum skinið av blonkum málmi.
Ezekiel 8:3 Ezekiel
Hann rætti út nakað, ið sá út sum hond, og tók í hárið á høvdi mínum; so lyfti andin meg upp millum himmal og jørð og flutti meg – í sjónum frá Gudi – til Jerusalem, at durum Norðurporturs í Innara Forgarði, har sum vreiðimyndin stóð, hon, sum eggjaði Gud til vreiði.
Ezekiel 8:4 Ezekiel
Har sá eg dýrd Ísraels Guds, júst slíka sum eg hevði sæð hana í dalinum.
Ezekiel 8:5 Ezekiel
Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Hygg norðureftir!“ Eg hugdi nú norðureftir og fekk tá at síggja vreiðimyndina norðan fyri altarportrið, har sum inn varð gingið.
Ezekiel 8:6 Ezekiel
Og Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Sært tú, hvat teir gera? Stórar viðurstygdir eru tað, ið hús Ísraels ger her – Eg eri tí noyddur at rýma langt burtur frá halgidómi Mínum! Men tú skalt fáa enn størri viðurstygdir at síggja.“
Ezekiel 8:7 Ezekiel
Hann leiddi meg nú at durum forgarðsins, og har fekk eg at síggja hol í vegginum.
Ezekiel 8:8 Ezekiel
Og Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Brót teg ígjøgnum veggin!“ Táið eg so breyt meg ígjøgnum veggin, sá eg dyr.
Ezekiel 8:9 Ezekiel
Hann segði við meg: „Far inn og síggj tær fúlu viðurstygdir, ið teir gera har!“
Ezekiel 8:10 Ezekiel
Táið eg nú kom inn, fekk eg at síggja alskyns myndir av viðurstyggiligum skriðdýrum, fýrføttum dýrum og øllum avgudum Ísraels hús rist inn í veggirnar rundanum.
Ezekiel 8:11 Ezekiel
Framman fyri tey stóðu 70 menn av hinum elstu í húsi Ísraels, og Ja’azanja, sonur Safan, stóð mitt ímillum teirra; teir høvdu allir hvør sítt roykilsisílat í hondini, og góður angi steig upp av roykilsisskýnum.
Ezekiel 8:12 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Sært tú, hvat hinir elstu í húsi Ísraels gera í myrkrinum, hvør í myndakømurum sínum! Tí teir siga: „HARRIN sær okkum ikki, HARRIN er rýmdur úr landinum!““
Ezekiel 8:13 Ezekiel
Men Hann segði við meg: „Tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir, sum teir gera.“
Ezekiel 8:14 Ezekiel
Nú leiddi Hann meg at durum Norðurporturs á húsi HARRANS; og har fekk eg at síggja kvinnurnar sita og gráta um Tammuz.*
Ezekiel 8:15 Ezekiel
Hann segði við meg: „Sært tú hetta, menniskjasonur! Men tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir.“
Ezekiel 8:16 Ezekiel
Hann leiddi meg nú inn í Innara Forgarð hús HARRANS, og har, fyri durum tempuls HARRANS, millum forsalin og altarið, stóðu einir 25 menn við bakinum móti templi HARRANS og andlitunum eystureftir; teir tilbóðu sólina í eystri.
Ezekiel 8:17 Ezekiel
Hann segði við meg: „Sært tú hetta, menniskjasonur! Var tað ikki húsi Juda nóg mikið at gera viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt her, síðani tey eisini hava fylt landið við órætti og uppaftur eggjað Meg til vreiði! Hygg, hvussu tey nú halda kvistin fyri nøsina!*