Opinberingin kap. 7
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
vii.
144,000 Sealed
7:1-8:1
1
Síðani sá eg fýra einglar standa á hinum fýra hornum jarðarinnar; teir hildu hinum fýra vindum jarðarinnar, so eingin vindur skuldi blása, hvørki yvir jørðina, yvir havið ella á nakað træ.
2
Eg sá annan eingil stíga fram, haðani sum sólin kemur upp; hann hevði innsigli hins livandi Guds, og hann rópti hart til hinar fýra einglarnar, sum givið var at skaða jørðina og havið, og segði:
3
„Skaðið hvørki jørðina, havið ella trøini, fyrrenn vit hava innsiglað tænarar Guds okkara – á pannum teirra!“
4
– Eg hoyrdi tal hinna innsiglaðu – 144000 innsiglað av øllum ættum Ísraelsmanna:
5
Av ætt Juda 12000 innsiglað, av ætt Rubens 12000, av ætt Gads 12000,
6
av ætt Asers 12000, av ætt Naftali 12000, av ætt Manasse 12000,
7
av ætt Símeons 12000, av ætt Levi 12000, av ætt Issakars 12000,
8
av ætt Zebulons 12000, av ætt Jósefs 12000, av ætt Benjamins 12000 innsiglað.
viii.
Praise from the Great Multitude
7:9-17:1
9
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.
10
Tey róptu við harðari rødd og søgdu: „Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og lambinum!“
11
Allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar; og teir fullu á andlit síni niður fyri hásætinum, tilbóðu Gud og søgdu:
12
„Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til, í aldur og allar ævir! Amen!“
13
Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: „Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðani eru tey komin?“
14
Eg svaraði honum: „Harri mín, tú veitst tað!“ Tá segði hann við meg: „Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.
15
Tí eru tey fyri hásæti Guds og tæna Honum dag og nátt í templi Hansara; og Hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald Sítt yvir tey.
16
Tey skulu ikki hungra aftur, ei heldur tysta aftur; ei heldur skal sólin ella nakar hiti brenna tey.
17
Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.“