Opinberingin kap. 16
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
The First Bowl: Sores
16:1-2:1
1
Eg hoyrdi nú harða rødd úr templinum siga við hinar sjey einglarnar: „Farið og hellið úr hinum sjey vreiðiskálum Guds yvir jørðina!“
2
Hin fyrsti fór og helti úr skál síni á jørðina; tá komu svullir, ringir og vandamiklir, á menniskjuni, sum høvdu merki dýrsins og tilbóðu mynd tess.
iv.
The Second Bowl: Sea to Blood
16:3
3
Annar eingilin helti úr skál síni í havið; tá varð tað blóð – sum av deyðum manni – og hvør livandi sál í havinum doyði.
v.
The Third Bowl: Rivers to Blood
16:4-7:1
4
Triði eingilin helti úr skál síni í áirnar og vatnkeldurnar; tá vórðu tær blóð.
5
Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: „Rættvísur ert Tú, sum ert, og sum vart, Tú heilagi, at Tú hevur felt henda dóm!
6
Tey hava úthelt blóð heilagra og profeta, og Tú hevur givið teimum blóð at drekka – tey eru tað verd!“
7
Og eg hoyrdi altarið siga: „Ja, Harri Gud, Tú Alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar Tínir!“
vi.
The Fourth Bowl: Fire
16:8-9:1
8
Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá varð henni givið at brenna menniskjuni við eldi.
9
Menniskjuni brendust í stórum hita – og spottaðu navn Guds, sum hevur vald yvir hesum plágum; og tey vendu ikki við til at geva Honum dýrd.
vii.
The Fifth Bowl: Darkness
16:10-11:1
10
Fimti eingilin helti úr skál síni á hásæti dýrsins; tá myrknaði ríki tess, og tey tugdu tungur sínar av pínu.
11
– Og tey spottaðu Gud Himmalsins fyri pínur sínar og svullir sínar, og tey vendu ikki við frá verkum sínum!
viii.
The Sixth Bowl: Battle of Armageddon
16:12-1
12
Sætti eingilin helti úr skál síni í hina stóru ánna Eufrat; tá tornaði vatnið í henni upp, so vegurin skuldi verða gjørdur kongunum eystaneftir til reiðar.
13
Úr munni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum.
14
Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.
15
– Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.
16
Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.
ix.
The Seventh Bowl: Earthquake and Hail
16:17-21:1
17
Sjeyndi eingilin helti úr skál síni í luftina; tá kom hørð rødd út úr templinum, frá hásætinum; hon segði: „Tað er gjørt!“
18
Og snarljós, røddir og torur komu; og stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vórðu til á jørðini – slíkur jarðskjálvti, so stórur.
19
Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu; og Gud mintist hitt stóra Bábylon – at geva tí vínbikar strongu vreiði Sínar.
20
Hvør oyggj flýddi, og fjøll vóru ikki at finna.
21
Og stórur heglingur – hann vigaði eini 100 pund – fall av himli niður á menniskjuni. – Og menniskjuni spottaðu Gud fyri heglingspláguna! – Plágan av honum var ógvuliga stór.