Opinberingin kap. 6

Uppsetan
4. Three Sets of Seven Divine Judgments
6:1-16:21
a. The Seven Seals
6:1-8:5
i. The First Seal: The White Horse
6:1-2:1
1 Eg sá lambið lata upp eitt av hinum sjey innsiglunum; og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga eins og við torurødd: „Kom!“
2 Tá fekk eg at síggja hvítan hest; hann, ið á honum sat, hevði boga, honum varð givin krúna, og hann fór út, sigrandi og til sigur.
ii. The Second Seal: War
6:3-4:1
4 Tá kom út annar hestur; hann var reyður; honum, ið á honum sat, varð givið at taka friðin burtur av jørðini, so tey skuldu drepa hvørt annað; og stórt svørð varð honum givið.
iii. The Third Seal: Famine
6:5-1
5 Táið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: „Kom!“ Tá fekk eg at síggja svartan hest; hann, ið á honum sat, hevði vekt í hondini.
6 Eg hoyrdi eins og rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar; hon segði: „Mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!“
iv. The Fourth Seal: Death
6:7-8:1
7 Táið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg rødd fjórðu verunnar; hon segði: „Kom!“
8 Tá fekk eg at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini – at drepa við svørði, hungri, pest og villdýrum jarðarinnar.
v. The Fifth Seal: The Martyrs
6:9-11:1
9 Táið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, ið dripin vóru fyri orðs Guds skuld og fyri vitnisburðarins skuld, ið tey høvdu.
10 Tey róptu við harðari rødd: „Harri, Tú heilagi og sannorðaði, hvussu leingi fert Tú at bíða at halda dóm og hevna blóð okkara á tey, sum á jørðini búgva?“
11 Og teimum vórðu givin – einum og hvørjum – síð, hvít klæði, og sagt varð við tey, at tey skuldu halda seg still stutta tíð enn – inntil tal samtænara og brøðra teirra varð fult – teirra, ið skuldu verða dripin eins og tey.
vi. The Sixth Seal: Terror
6:12-17:1
12 Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.
13 Stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og táið fikutræ, rist av nógvum vindi, kastar niður óstadnu fikur sínar.
14 Himmalin fór burtur eins og bókrulla, ið saman verður rullað, og hvørt fjall og hvør oyggj vórðu flutt úr staði.
15 Kongar jarðarinnar, stórmenninir, herhøvdingarnir, hinir ríku, hinir veldigu og hvør trælur og hvør frælsur – teir fjaldu seg í hellum og bergskorum.
16 Teir søgdu við fjøllini og hamrarnar: „Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón Hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði lambsins!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul