Opinberingin kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Throne and the Lamb
4:1-5:14
a.
The Throne in Heaven
4:1-11:1
i.
In the Throne Room
4:1
1
Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín – eins og ljóð av lúðuri – segði við meg: „Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!“
2
Við tað sama varð eg ryktur burtur í andanum og fekk at síggja hásæti standa í Himli. Ein sat í hásætinum.
3
Hann, sum sat í tí, var líkur jaspis og sardissteini at síggja, og ælabogi var rundan um hásætið, líkur smaragdi at síggja.
4
Rundan um hásætið vóru 24 hásæti, og í hásætunum sótu 24 elstir, klæddir í hvít klæði og við gullkrúnum á høvdunum.
ii.
Worship of the Creator
4:5-11:1
5
Úr hásætinum gingu út snarljós, røddir og torur, og framman fyri hásætinum brunnu sjey eldkyndlar, sum eru hinir sjey andar Guds.
6
Framman fyri hásætið var eins og glashav, líkt krystali, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, fullar av eygum fyri framman og fyri aftan.
7
Fyrsta veran var lík leyvu, onnur veran var lík ungtarvi, triðja veran hevði andlit sum menniskja, og fjórða veran var lík flúgvandi ørn.
8
Hinar fýra verurnar høvdu seks veingir hvør, og rundan um og innan vóru tær fullar av eygum. Hvørki dag ella nátt geva tær uppat at siga: „Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin Gud, hin Alvaldi, Hann, sum var, sum er, og sum kemur!“
9
Táið verurnar geva Honum dýrd, heiður og tøkk, sum í hásætinum situr, og sum livir í aldur og allar ævir,
10
falla hinir 24 elstu niður fyri Honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja Hann, sum livir í aldur og allar ævir; teir kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga:
11
„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“