Amos kap. 9

Uppsetan
iii. The Destruction of Israel
9:1-10:1
1 Eg sá Harran standa við altarið, og Hann segði: Slá undir súluhøvdini, so gáttirnar ristast – sora tey sundur, so tey detta niður yvir høvdini á teimum øllum! Seinastu leivdina av teimum skal Eg drepa við svørði; eingin teirra skal sleppa undan, eingin teirra skal bjargast.
2 Bróta tey seg inn í deyðaríkið, skal hond Mín taka tey út haðani, og fara tey upp til Himmals, skal Eg stoyta teimum oman haðani;
3 fjala tey seg á Karmelstindi, skal Eg leita tey upp og taka tey haðani, og fjala tey seg fyri eygum Mínum á botni havsins, skal Eg har geva orminum boð um at bíta tey;
4 verða tey av fíggindum sínum flutt burt í útlegd, skal Eg geva svørðinum boð um at drepa tey – ja, Eg skal lata eyga Mítt hvíla á teimum, til ilt og ikki til gott!
5 Harrin HARRIN, Gud herskaranna, Hann, sum nemur við jørðina – og hon bráðnar, og øll, ið á henni búgva, syrgja, ja, øll jørðin stígur upp eins og Nilá og minkar sum Egyptalandsá –
6 Hann hevur í Himli bygt hásal Sín og grundfest hvølv Sítt yvir jørðini, Hann rópar vatnið í sjónum og stoytir tað yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara.
7 Eru tit Mær ikki sum Etioparar, tit Ísraelsmenn! – sigur HARRIN; havi Eg ikki leitt Ísrael út av Egyptalandi, Filistarar úr Kaftor og Áramearar úr Kir!
8 Eygu Harrans HARRANS eru vend móti hesum syndafulla ríki, og Eg skal strika tað út av jørðini – tó skal Eg ikki heilt forkoma húsi Jákups – sigur HARRIN.
9 Tí Eg gevi tað boð, at hús Ísraels skal verða rist millum øll fólkasløg, eins og foykt verður í trognum, uttan at so mikið sum eitt korn fellur til jarðar.
10 Fyri svørði skulu teir falla, allir syndarar í fólki Mínum, teir, sum siga: „Vanlukkan skal ikki náa okkum og ikki koma á okkum!“
c. A Promise of Restoration
9:11-15:1
11 Tann dag skal Eg reisa upp aftur falna hús Dávids; Eg skal múra aftur rivur tess, reisa aftur tað, sum niðurbrotið er av tí, og byggja tað upp aftur sum í gomlum døgum,
12 so tey fáa tikið í ogn tað, sum eftir er av Edom, og øll heidningafólkini, ið navn Mítt er nevnt yvir – sigur HARRIN, Hann, sum ger hetta.
13 Dagar skulu koma – sigur HARRIN – táið tann, ið pløgir, skal náa tí, sum heystar, táið tann, ið treður vínber, skal náa tí, sum sáar sáðið, og táið vínberjaløgur skal dryppa av fjøllunum, og renna skal útav á øllum heyggjum.
14 Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra.
15 Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul