Amos kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
A Lamentation against Israel
5:1-3:1
1
Hoyrið hetta orð – sorgarsong, ið eg syngi um tykkum, hús Ísraels!
2
Hon er fallin, hon kemur aldri á føtur, moyggin Ísrael; hon liggur sligin til jarðar í sínum egna landi, og eingin reisir hana upp!
3
Tí so sigur Harrin HARRIN: Tann býur í húsi Ísraels, sum túsund fara út úr, skal hava hundrað eftir, og tann býur, ið hundrað fara út úr, skal hava tíggju eftir.
d.
A Call to Repentance
5:4-15:1
4
Tí so sigur HARRIN við hús Ísraels: Søkið Meg, so skulu tit liva!
5
Leitið ikki til Betel, farið ikki til Gilgal, og gangið ikki yvir til Be’erseba! Tí Gilgal skal fara í útlegd, og Betel skal verða til einkis.
6
Søkið HARRAN, so skulu tit liva! Annars skal Hann koma yvir hús Jósefs sum eldur, ið skal oyða, uttan at Betel hevur nakran, ið sløkkir.
7
Vei teimum, sum venda rættinum í malurt og sláa rættvísina til jarðar!
8
Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina – Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara!
9
Hann letur oyðing koma sum snarljós yvir hin sterka, leiðir undirgang yvir hina víggirdu borg.
10
Teir hata tann, sum í portrinum roynir at fáa rættin fram, og teir skýggja tann, ið talar sannleika.
11
Tí – aftur fyri at tit traðka niður hin fátæka og taka korn frá honum í leigu, skulu tit ikki sleppa at búgva í húsunum av høgdum gróti, sum tit hava bygt tykkum, og ikki sleppa at drekka vín úr hinum yndisligu víngørðum, ið tit hava plantað tykkum.
12
Tí Eg veit, at misbrot tykkara eru mong, og syndir tykkara nógvar í tali; tit kúga hin sakleysa, taka við loysigjaldi* og boyggja í portrinum rætt hinna fátæku.
13
Tí tigur tann, ið klókur er, á slíkari tíð; tí hetta er ónd tíð.
14
Leitið eftir hinum góða og ikki eftir hinum illa – so sleppa tit at liva! Tá skal HARRIN Gud herskaranna vera við tykkum, sum Hann hevur sagt.
15
Hatið hitt illa og elskið hitt góða, og latið rættin standa fastan í portrinum! Kanska HARRIN Gud herskaranna tá vísir leivd Jósefs náði.
e.
Woe to Rebellious Israel
5:16-27:1
16
Tí sigur Harrin HARRIN, Gud herskaranna, so: Á øllum torgum skal venan vera at hoyra, og á øllum gøtum skulu tey rópa: „Vei, vei!“ Bóndin skal fáa boð um at koma til sorgarhátíð; við teir, ið kønir eru at syngja sorgarljóð, skulu tey siga: „Syngið sorgarsong!“
17
Í hvørjum víngarði skal venan vera at hoyra – tí Eg skal ganga fram mitt ímillum tykkara! – sigur HARRIN.
18
Vei teimum, sum stunda eftir degi HARRANS! Hvat skulu tit gera við dag HARRANS! – Hann er myrkur og ikki ljós.
19
Sum táið ein flýggjar undan leyvu og møtir bjørn, og so, táið hann er komin til hús og styðjar seg at vegginum við hondini, verður bitin av ormi – so verður tá.
20
Ja, dagur HARRANS er myrkur og ikki ljós, bølamyrkur við ongum sólskini!
21
Eg hati hátíðir tykkara, Mær leiðist við tær, Eg havi onga gleði av hátíðarsamkomum tykkara.
22
Nei, um tit so ofra Mær brennioffur og matoffur, líka tey Mær ikki, og Eg vendi Mær ikki til takkoffur tykkara av gøðingarkálvum!
23
Burt frá Mær við óljóðinum frá songi tykkara! Eg vil ikki hoyra hørpuspæl tykkara!
24
Nei, dómurin skal koma fløðandi sum vatn, rættvísin sum løkur, ið aldri tornar upp!
25
Bóru tit Mær sláturoffur og matoffur í oyðimørkini fjøruti ár, hús Ísraels!
26
Nei, tit bóru tjald kongs* tykkara og stabbarnar undir myndum tykkara, stjørnu gudsins, ið tit høvdu gjørt tykkum!
27
Eg skal reka tykkum burtur í útlegd, longur burtur enn til Damaskus – sigur Hann, sum eitur HARRIN Gud herskaranna.