Amos kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
f.
Woe to Those at Ease in Zion
6:1-7:1
1
Vei hinum tryggu á Zion og hinum sorgleysu á Samariafjalli – tit fremstu í frumgróðurfólkinum, tit, sum hús Ísraels plagar at leita til!
2
– Farið yvir til Kalne og síggið, farið so haðani til Stóra Hamat og oman til Gat í Filistaralandi! Eru tey betri enn hesi ríki, og er land teirra størri enn land tykkara!
3
– tit, sum reka hin ónda dag langt burtur, men flyta órættvísistól nær til tykkara,
4
tit, ið liggja á fílabeinsbeinkjum og letast á legum tykkara, sum eta lomb úr fylginum og kálvar úr fjósinum,
5
sum syngja alt tvætl við hørpuljóði og hava upphugsað tykkum streingjaleik – eins og Dávid! –
6
tit, ið drekka vín úr skálum og salva tykkum við bestu olju – men syrgja ikki um skaða Jósefs!
7
Tí skulu tey nú út av landinum, fremst millum teirra, ið herleidd verða, og letingageylinum skal vera endi á!
g.
The Pride of Israel
6:8-14:1
8
Harrin HARRIN hevur svorið um Seg sjálvan – sigur HARRIN Gud herskaranna: Hugmóð Jákups býður Mær ímóti, Eg hati borgir hansara og skal geva í fíggindahond bæði býin og alt, sum í honum er.
9
Og um tíggju menn eru eftir í einum húsi, skulu teir doyggja.
10
Og næsti skyldmaður eins mans – hann, ið brenna hann skal – skal taka hann og bera beinini út úr húsinum; og hann skal siga við tann, sum er í innasta króki húsins: „Er nakar eftir hjá tær?“ Og hin skal svara: „Nei, eingin!“ Tá skal hann siga: „Ver tigandi! Navn HARRANS má ikki verða nevnt!“
11
Tí eftir boði HARRANS skal stóra hús verða sorað á grund, og lítla hús, so tað skrædnar.
12
Munnu hestar renna upp ígjøgnum fjall, ella verður pløgt har við oksum! – síðani tit hava vent rættinum í eitur og ávøkstum rættvísinnar í malurt,
13
tit, sum gleða tykkum yvir tað, ið einki er, og sum siga: „Er tað ikki við okkara egnu styrki, vit hava vunnið okkum veldi!“
14
Tí Eg skal reisa upp tjóð móti tykkum, hús Ísraels – sigur HARRIN Gud herskaranna – og hon skal kúga tykkum, haðani sum leiðin liggur til Hamat og líka at løkinum á slættlendinum.