Amos kap. 3

Uppsetan
2. Prophecy against Israel
3:1-6:14
a. Witnesses against Israel
3:1-15:1
1 Hoyrið hetta orð, ið HARRIN hevur talað móti tykkum, Ísraelsmenn, móti allari ættini, ið Eg leiddi út av Egyptalandi:
2 Einans tykkum kennist Eg við av øllum ættum jarðarinnar; tí skal Eg heimsøkja tykkum fyri allar misgerðir tykkara.
4 Man leyvan brøla í skóginum, uttan hon hevur fingið okkurt rán! Man ungleyvan lata rødd sína ljóða úr bóli sínum, uttan hon hevur tikið onkran fong!
5 Man fuglurin koma í snerru á jørðini, uttan snerra er sett fyri hann! Man snerran støkka upp av jørðini, uttan okkurt er í hana komið!
6 Man verða blást í horn í býi, uttan at ræðsla kemur á fólkið! Man vanlukka henda í býi, uttan at HARRIN hevur volt hana!
7 – Sanniliga, Harrin HARRIN ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt!
8 Táið leyvan brølar – hvør fer tá ikki at ræðast! Harrin HARRIN talar – hvør fer tá ikki at profetera!
9 Rópið út yvir hallirnar í Asdod og hallirnar í Egyptalandi og sigið: „Komið saman á Samariafjøllum og síggið tann mikla ófrið, ið harinni er, og hvussu nógv kúgan ið har ræður!“
10 Tey duga ikki at gera tað, sum rætt er – sigur HARRIN – tey, ið dunga upp órætt og yvirgang í høllum sínum.
11 Tí sigur Harrin HARRIN so: Fíggindar skulu koma og kringseta alt landið, og teir skulu koyra borg tína umkoll, so tú missir vernd tína; hallir tínar skulu verða rændar.
12 So sigur HARRIN: Sum hirðin bjargar úr gapi leyvunnar einans tveimum fótum ella einum oyrapetti, so skulu Ísraelsmenn verða bjargaðir, teir, sum sita í Samaria í hvílubeinkjarhorni og á legum, klæddum við damask!
14 Tann dag Eg heimsøki Ísrael fyri misbrot teirra, skal Eg heimsøkja altarini í Betel, so altarhornini verða avhøgd og falla til jarðar.
15 Eg skal bróta niður bæði vetrarhúsini og summarhúsini, og fílabeinshúsini skulu ganga til grundar, ja, mong hús skulu verða oydd – sigur HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul