Amos kap. 8

Uppsetan
ii. The Basket of Summer Fruit
8:1-14:1
2 Og Hann segði: „Hvat sært tú, Amos?“ Eg svaraði: „Kurv við stadnum ávøksti.“ Tá segði HARRIN við meg: „Endin er komin yvir fólk Mítt, Ísrael; Eg fyrigevi teimum ikki longur.“
3 Songirnir í borgini skulu tann dag umskiftast til venan – sigur Harrin HARRIN; har liggja dungar av líkum; allastaðni verða tey tigandi kastað til síðis.
4 Hoyrið hetta, tit, ið stunda eftir at gloypa hinum fátæka og gera enda á hinum spakføru í landinum –
5 tit, ið siga: „Nær er sólkomudagurin at enda, so vit fáa selt korn, og sabbaturin, so vit fáa latið upp kornbúðirnar?“ – og gjørt efuna lítla, sekulin stóran og vektina falska,
7 – HARRIN hevur svorið um stoltleika Jákups: Aldri skal Eg gloyma alt hetta, ið teir hava gjørt!
8 Má ikki jørðin nøtra av hesum, og ein og hvør, ið á henni býr, syrgja! Má ikki øll jørðin stíga upp eins og Nilá, vaksa og minka sum Egyptalandsá!
9 Tann dag – sigur Harrin HARRIN – skal Eg lata sólina ganga undir um middagin og gera myrkt á jørðini um alljósan dag.
10 Eg skal umskifta hátíðir tykkara í sorg og allar songir tykkara í sorgarsongir; Eg skal klæða allar lendar í sorgarbúna og gera hvørt høvd skallut; Eg skal lata tað verða, sum táið ein syrgir einasta son sín, og lata tað enda við sorgardegi.
11 Dagar skulu koma – sigur Harrin HARRIN – táið Eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði og ikki tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð HARRANS.
12 Tá skulu tey reika frá einum havinum at øðrum og renna úr norðri í eystur; tey skulu fara higar og hagar at leita eftir orði HARRANS – men ikki finna tað.
14 tey, sum svørja um synd* Samaria, og sum siga: „So satt sum gudur tín livir, Dan!“ og: „So satt sum hann livir, sum dýrkaður verður í Be’erseba!“ – Tey skulu falla og ikki koma aftur á føtur!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul