Hásongurin kap. 6

Uppsetan
b. Together in the Garden
6:1-13:1
1 „Hvar er vinur tín farin, tú hin vakrasta av kvinnum? Hvørja leið hevur vinur tín tikið? – Vit skulu leita eftir honum við tær.“
2 „Vinur mín er farin oman í urtagarð sín, til hinar angandi blómubeðir, at røkta fylgi sítt í urtagørðunum og henta liljur.
3 Eg tilhoyri vini mínum, og vinur mín tilhoyrir mær, hann, sum røktar fylgi sítt millum liljur.“
4 „Tú ert vøkur sum Tirza, elskaða mín, yndislig sum Jerusalem, øgilig sum herar undir hermerki.
5 Vend eygum tínum frá mær, tí tey hava vald á mær! Hár títt er sum geitafylgi, ið kemur rennandi oman av Gileadsfjalli.
6 Tenn tínar eru sum fylgi av óm, ið koma upp úr baðnum; allar eru tvílembur, eingin er geld.
9 Men ein er dúva mín, hin reina mín, einasta barn móður sínar, eygnasteinur hennara, ið føddi hana; moyggjar sóu hana og prísaðu hana lukkuliga, drotningar og hjákonur sóu hana og bóru henni lov.
10 – Hvør er hon, ið har hyggur fram eins og morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, øgilig sum herar undir hermerki?
11 – Eg fór oman í nøtagarðin at síggja, hvussu grønkast í dølunum, at síggja, um víntræið var farið at spretta, um granateplatrøini blómaðu.
13 „Vend tær á, vend tær á, Sulamit, vend tær á, vend tær á, so vit fáa sæð teg!“ – „Hvat vilja tit síggja á Sulamit?“ – „Dans sum í Mahanajim.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul