Hásongurin kap. 4

Uppsetan
b. Solomon Admires His Bride
4:1-16:1
1 „Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur innan fyri slørið; hár títt er sum geitafylgi, ið kemur rennandi oman av Gileadsfjalli.
2 Tenn tínar eru sum fylgi av kliptum óm, ið koma upp úr baðnum; allar eru tvílembur, eingin er geld.
3 Varrar tínar eru sum skarlaksband, og muður tín er yndisligur; sum stykki av granatepli er tinningur tín innan fyri slørið.
4 Hálsur tín er sum torn Dávids, bygt til vápnahús; túsund skjøldir hanga á tí, allir kappaskjøldir.
6 Táið dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja, fari eg á myrrafjallið og roykilsisheyggin.
8 Kom við mær av Libanon, brúður mín, kom við mær av Libanon! Kom oman av Amanatindi, av Senirs- og Hermonstindi, úr leyvubølunum, av pantarafjøllunum!
9 Tú hevur tikið hjarta mítt, systir mín, brúður mín! Tú hevur tikið hjarta mítt við bert einum eygnakasti, við bert eini av hálsketum tínum.
10 Sum kærleiki tín er lívsælur, systir mín, brúður mín! Hvussu mangan betri enn vín er ikki kærleiki tín, hvussu mangan betri enn allar angandi urtir er ikki angin av smyrslum tínum!
11 Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín! Hunangur og mjólk eru undir tungu tíni, og angin av klæðum tínum er sum angin av Libanon.
12 Stongdur urtagarður er systir mín, brúður mín, avstongdur brunnur, innsiglað kelda.
13 Tú veksur upp sum lund av granateplatrøum við dýrum ávøksti, syprisblómum og nardusplantum,
14 við nardus og safran, kalmus, kaneli og alskyns roykilsistrøum, við myrra, aloe og hinum bestu av alskyns kryddurtum.
15 Kelda í urtagørðunum ert tú, brunnur við rennandi vatni og streymum av Libanon.“
16 „Vakna, norðanvindur, og kom, sunnanvindur! Blás gjøgnum urtagarð mín, so at angi hansara streymar út! – Hevði vinur mín viljað komið í urtagarð sín og notið dýra ávøkst hansara!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul