Hásongurin kap. 3

Uppsetan
c. The Bride’s Dream
3:1-5:1
1 „Á legu míni um náttina leitaði eg eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki.
2 [Tá segði eg:] „Eg skal fara upp og ganga um í staðnum, á gøtunum og torgunum; eg skal leita eftir honum, ið sál mín elskar!“ – Eg leitaði, men fann hann ikki.
3 Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg. [Eg segði við teir:] „Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?“
4 Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg tók í hann og slepti honum ikki, fyrrenn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í kamar hennara, sum føddi meg.
5 Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!“
2. The Wedding
3:6-4:16
a. Solomon Arrives on His Wedding Day
3:6-11:1
6 Hvat er tað, ið kemur higar úr oyðimørkini í roykstólpum, angandi av myrra og roykilsi, av alskyns keypmanskryddurtum?
8 Allir eru teir vápnaðir við svørði, vandir í hernaði; hvør og ein ber svørð við liðina móti náttaræðslunum.
10 Stólpar hansara læt hann gera av silvuri, bakið av gulli, setrið av purpuri; innan er hann prýddur í kærleika av døtrum Jerusalems.
11 Døtur Zions, farið út og síggið Sálomo kong við krúnuni, ið móðir hansara hevur krýnt hann við brúdleypsdag hansara, gleðidag hjarta hansara!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul